Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 232 - 2. desember 2005 Minningarorð um Ingálv av Reyni, borin fram í Rás 2 týskvøldið í sendingini ”á torginum.” Nú er hon tagnað! Røddin fram um allar aðrar røddir her á landi. Røddin, sum børnini í sunnu­dags­skúlanum lærdu at elska. Røddin sum tey, ið vóru trádd inn á ungdómsins várgøtur, elskaðu. Røddin, sum tey í manndómsárum fegnaðust um. Røddin, sum tey aldrandi gleddust at hoyra syngja um hitt æviga summ­arið handan deyða og grøv, um ”friðin og gleðina Harranum hjá.” Nú vóru boð eftir honum - Ingálvi av Reyni - fremsta listarmanni land­sins og fremstu sangrøddini, sum fámenta oyggjaland okkara her úti í fjarskotna stórhavinum nakrantíð hevur fostrað. Av sonnum kunnu vit nýta hetta heitið úr Skriftini – um Ingálv: ”Yndisligi sangari Ísraels”. Velduga røddin er tagnað! Henda rødd, sum hevjaði seg upp upp allar aðrar í dygd, ljóma og yndi. At tjóð okkara untist at eiga fremsta listarmannin og yndissangara fólk­sins í einum og sama persóni, er sjáld­samt fyribrigdi. Eins væl og Ingálvur av Reyni var ein verdugur umboðsmaður fyri land sítt á listarliga økinum, tá ið hann sýndi fram síni marglittu listarverk síni úti í heimi, so var hann ikki minni verdugur umboðsmaður fyri hitt himmalska landið, tá ið hann í margfaldum tónahæddum og yndi sang seg inn í hjørtuni á øllum lands­monnum sínum – ella tá ið hann still­førur gekk á gøtum og túnum okk­ara og heilsaði kurteisliga á sín ser­merkta hátt. Ein verdugur umboðs­mað­ur fyri frelsara sín. Sendingin ”á torginum” og Evan­geliska Røddin, takka Gudi fyri tað, ið hann gav okkum við Ingálvi av Reyni. Tit, hansara kæru, ið hann elskaði so høgt og sum elskaðu hann. Harrin styrki tykkum í svára missinum. Vit drýpa høvur saman við tykkum í sakn­inum. Ærað veri minni um Ingálv av Reyni. Svenning av Lofti NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Gullrøddin er tagnað Føðingar 26. oktober fingu Sólja í Dali og Regin Dal-Christiansen, Herlev, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3850 gr. 8. november fingu Andrea Joensen, Skagen og Janus N. Dam, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4000 gr. 11. november fingu Svanna Nielsen og Páll Nolsøe, Trongisvágur, eina dóttur. Hon var 58 cm. long og vigaði 5180 gr. 20. november fingu Synnøva Hansen og Rógvi Justesen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 4000 gr. 25. november fingu Ester Matras-Olsen og Fróði Morten­ sen, Trongisvágur, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4390 gr. 25. november fingu Erika Hayfield og Tór Verland Johansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3250 gr. 25. november fingu Senga og Bogi Vang, Newmachar í Skotlandi, eina dóttur - Lois Gabriella Vang - hon var 47 cm. long og vigaði 2750 gr. 26. november fingu Elsi og Magni Christiansen, Kvívík, eina dóttur. Hon var 46 cm. long og vigaði 2485 gr. 26. november fingu Elin S. Winther Poulsen og Christian Nagata, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3500 gr. 26. november fingu Halda og David Dalbø, Syðrugøta, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2875 gr. 27. november fingu Trina Jóhansdóttir og Sámal Paula­ son, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 57 cm. long og vigaði 4700 gr. 27. november fingu Eydna Weihe og Fríðmund Hansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4325 gr. 28. november fingu Randi og Birgir Jakobsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3450 gr. 28. november fingu Miriam Fossdalsá og Kári Sørensen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3620 gr. 29. november fingu Birna Vár Trygvadóttir og Uni Egholm Árting, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3700 gr. 29. november fingu Gudny S. Heinesen og Jacob Edmund Jacobsen, Kolbeinargjógv, eina dóttur - Tabita Jákupsdóttir Heinesen - hon var 51 cm. long og vigaði 3400 gr. 29. november fingu Birita Dahl og Bárður Mikkelsen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3650 gr. 29. november fingu Sólfríð og Bjørn Fjallsbak, Mið­ vágur, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4025 gr. 30. november fingu Katrin Samuelsen og Kartin Weihe, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3575 gr. 30. november fingu Janet og Eivin Gleðisheygg, Tórs­ havn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3930 gr. 1. desember fingu Siri Ann og Petur Eli, Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3300 gr. 1. desember fingu Sigrun J. Petersen, Klaksvík og Haraldur E. Kristiansen, Tórshavn ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3400 gr. Í morgin, leygardagin 3. de­sember, verður Jákup Reinert Hansen sóknar­ prestur í Sandoyar presta­ gjaldi, 50 ár. Dagurin verður hildin í prestagarðinum í Todnesi, har øll eru væl komin til morgunmatar mill­ um klokkan 10 og 14. Foreldrini hjá Jákupi eru Judith fødd Reinert Petersen og ættað úr Saltnesi, og Mejnhardt Hansen, sum er ættaður av Nesi, har tey bæði búgva. Tey eiga seks børn: Jákup føddur í 1955, Noomi í Dali fødd í 1957, Jeanne Poulsen fødd í 1958, David føddur í 1960, Marjun Simonsen fødd í 1965 og Sølvi føddur í 1970. Jákup býr á Sandi, Noomi, Jeanne og Marjun búgva í Havnini, David býr á Oyri, og Sølvi býr í Saltangará. Jákup er føddur í Íslandi, har foreldur hansara arbeiddu fyri hálvari øld síðani. Størsta partin av barnaárunum búði Jákup í Danmark. Pápin er útbúgvin diakonur, og tey búðu í nógv ár á Sjællandi. Jákup var fermdur, tá ið familjan upp undir jól í 1969 flutti til Havnar, har pápin var KFUM skrivari. Útbúgvingartíðin hjá Jákupi var so stutt, sum tað næstan ber til. Hann var átjan og eitt hálvt ára gamalur, tá ið hann í 1974 leyk nýmálsligt studentsprógv í Hoydølum. So var hann eitt ár vikarur á Argjum, áðrenn hann í 1975 fór undir gudfrøðislestur á lærda háskúlanum í Århus. Í 1982 var Jákup, sum plag­ar at taka til, at hann er fegin um, at hann sum ung­ lingur í summarfrítíðum royndi sjólívið, liðugur við útbúgvingina. 5. de­semb­er í 1982 varð hann av Ej­­vindi Vilhelm, sála, prest­vígdur í Havnar kirkju, og síðani hevur hann verið sókn­ arprestur í Sandoyar presta­ gjaldi. Jákup skrivaði í 1994 saman við Heina F. Petersen Mikkjalsbók, sum er stórverk um mentamannin Mikkjal á Ryggi, sum eitt nú yrkti nógvar fínar sálmar. Í august í 2004 vardi Jákup ph. D. ritgerð á lærda háskúlanum í Århus. Tá hevði hann í sjey ár arbeitt við ritgerðini, sum snýr seg um Jákup Dahl og skaldskap hansara við serligum atliti til lestrarnar, sum hann skrivaði, og sum hava verið nógv nýttir. Í sambandi við nógvu tíð­ ina, sum sandoyarprestur hevur nýtt til eftirútbúgving, hevur hann serliga havt áhuga fyri praktisku gudfrøðini, um tað ber til at siga tað so­leiðis. Hann hevur luttikið á nógvum skeiðum ymsa staðni í Norðurlondum og eisini í Týsklandi, og hann hevur eitt nú víst sálmum og sálmaskøldum stóran áhuga. Jákup hevur víðgreinað aka­ demiskt netverk í hesum sambandi, og hann hevur sjálv­ur og saman við øðrum skrivað nógvar greinar um gudfrøðiligar spurningar. Ofta hevur Jákup gjørt út­varps­sendingar um sálmar og sálmaskøld. Eitt nú hevur hann í sjey ár í føst­uni havt sendingar um eitt ávíst sálmaskald. Hesar send­ingarnar hevur hann gjørt saman við Janusi Mohr. Jákup hevur yrkt eitt sindur og eisini umsett. Eitt nú hevur hann umsett sangin Heima í Himni, sum systkinabørnini hjá honum á Toftum gjørdu so kendan fyri nøkrum árum síðani. Seinastu níggju árini hev­ ur Jákup Reinert Han­sen verið formaður í presta­fe­ lag­num. Hann hevur síð­ ani hann kom til Sands at búgva verið formaður í barna­verndini, og hann er leið­ari í musikkskúlanum har suðuri. Jákup giftist í 1983 við Jóhonnu Poulsen. Hon er dóttir Elina og Høgna Poulsen, sum í mong ár vóru prestafólk í Vágum og síðani í Havnini. Jóhanna og Jákup eiga fýra børn: Judith fødd í 1984, Mejnhardt føddur í 1987, Høgni føddur í 1989 og Elin fødd í 1990. J Jákup Reinert Hansen 50 ár