Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 2. desember 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Karl Thorleif Olsen, Tórshavn, fer frá Lands­sjúkra­hús­kapell­ inum fríggja­kvøldið kl. 18. Jarðar­ferðin verður úr Vestur­kirkjuni leygar­ dagin klokkan 13. Levis Klein, ættaður úr Klaks­vík, búsitandi í Dalby í Svøríki, andaðist 1. desember, 84 ára gam­ al. Sámal Kragesten, Tórs­ havn, andaðist á Lands­ sjúkra­húsinum hósdagin 1. desember, 87 ára gam­­al. Jarðar­ferðin verð­­ur úr Havn­ar kirkju sunnu­­dagin 4. desember klokkan 13.30. Mánakvøldið 28. no­vemb­ er andaðust í heiminum í Sørvági Marin Sofía Weihe, ættað úr Norðra­ gøtu, 85 ára gomul og Hermod Weihe, 56 ára gamal. Bønarhald verður í Lands­sjúkra­hús­kapell­ in­um fríggjadagin 2. de­­­semb­­er kl. 16.00. Jarð­ar­­ferðin verð­ur úr Sør­vágs kirkju leygar­ dagin 3. desember kl. 14.00. Sungið verður úr sálmabókini. Tey ið vilja minnast Sofíu og Hermod kunnu lata eina peninga­gávu til Missións­ húsið í Sørvági, konto í Føroya Banka. Hanna Klein frá Gjógv andaðist á Eystur­­oyar Røktar- og Ellis­­heimi týs­dagin 29. november, 86 ára gomul. Kistan fer av Røktar­­heiminum í Runavík fríggjadagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Gjáar kirkju leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Hannu á Rætt, kunnu lata Gjáar kirkju eina pen­ingagávu, konta í pen­inga­stovnunum. Andlát og jarðarferðir Leygardagin 3. desember fyllir Mads Winther Hentze í Skopun 75 ár. Mads er føddur og uppvaksin í Skopun. Mads er best kendur sum útróðrarmaður, og byrjaði hann við útróðri á ungum árum. Longu sum 16 ára gamal var Mads sín fyrsta túr við slupp undir Íslandi. Seinni var hann uppi í Norð­ur Noregi við Trol­ar­ anum Torfinn, og í 1954 fór hann til Íslands, og sigldi hann við trolara í umleið tvey ár. Í 1958 leitaði hann sær sum so mangir aðrir til Grønlands, har hann róði út úr Føroyingahavnini. Eftir hetta fekk hann sær egnan bát, sum hann róði út við í Ravnoynni. Aftaná hetta hevur Mads fyri tað mesta fingist við heima-útróður. Hetta var sum sagt ikki ókent fyri Mads, tí útróðrinum byrjaði hann við longu sum smádrongur. Sigast kann um Mads, at hann hevur verið av rask­­ astu monnum og und­an­ gongumaður í útróðri. Ja, mang­­an hevur Havborgin ført stóran fong at landi í Skop­un. Nevnast kann eis­ini, at hann var tann fyrsti í Skopun ið fekk sær glastrevjabát. Hetta var eitt 8-mannafar úr Kaldbak. Tá líkindi ikki hava verið til útróður, hevur Mads starvast sum rørleggjari. Fyrst saman við Hermann Winther úr Skopun og síðani Róland Vidtfeldt av Sandi. Sjálvt um árini nú eru blivin 75, er Mads langt frá lagstur uppá land. Er ein løta, so er hann í bátinum. Mads er giftur við Odu, sum er ættað úr Hvalba, og eiga tey 4 børn. Mads Winther Hentze 75 ár Dagurin í morgin 3. desember. Sveinur. Teir vita einki um halgimenni við hesum navni. Norrønt navn ið merkir ungur maður. 4. desember. Barbara, deyð umleið ár 300. Halgisøgan sigur, at tann vakra gentan varð vorðin kristin, og heidni faðir hennara stongdi hana inni í einum torni. Hon vildi ikki ganga frá trúnni, og at enda læt faðirin sjálvur hana hálshøgga. Navnið er grikst og merkir fremmand. 5. desember. Sabina. Nógvar halgikvinnur bera hetta navn, men eingin tykist at hava samband við henda dag. Hildið verður tí, at talan er um tann halga mannin Sankta Sabas, ið er kendur kleysturbyggjari í Palestina. Hann doyði umleið ár 532. Sunnudagin 4. desember verð­ur Jógvan Asbjørn Jesp­ ersen í Havn 50 ár. Jógvan komast allir føroyingar við, tí hann hevur í meiri enn eina fjórðings øld ar­beitt í almennu loftbornu miðl­­ unum, og síðani á nýggj­ árinum hevur hann verið stjóri í Kringvarpi Føroya. Jógvan er havnarmaður, og hann er uppvaksin úti í Grønlandi. Pápin var Daniel Johan Jespersen, sum var ættaður úr Hvalba. Hann var føddur í 1911, og hann doyði í 1995. Mamman er Kathrina fødd Olsen og ættað úr Miðvági. Hon er fødd í 1918 og er sostatt 87 ára gomul. Hon býr framvegis í barnaheiminum hjá Jógvani, har pápin í fleiri ár hevði kiosk í kjallaranum. Kathrina og Daniel Johan fingu tríggjar dreingir: Pól í 1948, Eyðun í 1952 og Jógvan í 1955. Teir búgva allir í Havnini. Jógvan var liðugur á mate­ matisk samfelagsligu deildini í Hoydølum í 1975. Hann var millum tey tólv, sum hetta árið ikki fingu prógv, tí tey ikki vildu ganga við til, at skrivliga próvtøkuuppgávan í samfelagsfrøði ella lívfrøði varð umsett til danskt, áðr­ enn hon var vigað. Jógvan taldist millum tey fremstu í málstríðnum, og hann helt hvassorðaða pisurøðu í plantaguni í juni 1975. Á sumri í 1975 fór Jógv­ an á Danmarks Jour­nal­ist Højskole í Århus. Und­ an honum vóru fýra før­ oyingar farnir undir jour­ nalistútbúgving á skúlanum, sum tá var lutfalsliga nýggjur. Teir vóru Árni Gregersen, Jan Müller, Jóhann Mortensen og Randi Jacobsen. Jógvan leyk prógv í 1979. Hann hevði í lestrartíðini verið í starvsvenjing í Útvarpinum og á Sosialinum, og beinan­ vegin eftir, at hann hevði lokið prógv, fór Jógvan í starv í Útvarpi Føroya. Tað var skjótt, at lurtararnir fingu staðfest, at talan var um arbeiðssaman, væl skip­að­an og nágreiniligan út­varps­mann. Um­framt at ar­­beiða við tíðindum gjørdi Jógvan sendingar og send­irøðir, sum eitt nú snúðu seg um flogsøguna, samferðslusøguna og rækju­ søguna. Eftir at Sjónvarp Føroya var sett á stovn í 1984, flutti Jógvan hagar at arbeiða. Tað var fyrst og fremst Dagur og vika, sum var á skránni, og í 1988 tók Jógvan við programmleiðarastarvinum, sum Finnbogi Ísakson, sáli, hevði sitið í. Sama heystið, sum Jógvan var komin í Sjónvarpið, stóð hann fyri fyrstu royndini við send­ ingunum Í andgletti. At hava politikarar í sjónvarpsstovuni at svara spurningum í roynd at vinna tokka millum velj­ ararnar hevði ikki verið roynt áður. Fyrsta mai í 1990 gjørd­ ist Jógvan Jespersen stjóri í Útvarpi Føroya. Í tí sess­ inum hevur hann verið síð­ ani. Fyrsta september í fjør varð hann fyribilssettur sjón­varps­stjóri, og síðani á nýggj­­árinum hevur hann verið stjóri í Kringvarpinum. Jógvan hevur verið høv­ uðsábyrgdarmaður fyri stóru menningini, sum Útvarpið hevur verið í seinastu fimt­ an árini, og nú er stóra av­bjóðingin hjá honum at fáa báðar almennu loftbornu miðlarnar at samstarva og at prógva, at tað er báðum miðlunum at gagni, at teir eru undir sama hatti. At tað framvegis liggur væl fyri hjá Jógvani at standa fyri tíðindasendingum hevur fleiri ferðir verið staðfest, tá ið Starvsmannafelagið hevur verið rakt av arbeiðssteðgi, og útvarpsmenninir harvið ikki hava verið til arbeiðis. Longsta tørnið, sum Jógvan einsamallur hevur syrgt fyri tveimum tíðindasendingum um dagin, hevur higartil ver­ ið í 23 dagar. Jógvan legði í 1987 50 ára minningarritið hjá Føroya Studentaskúla til rættis. Hann legði síðst í áttati ár­un­ um tvær útgávur at býar­­hand­ bók hjá Tórshavnar býráði til rættis, og í eini seks ár skrivaði hann føroyska part­ in í tíðarritinum Nordisk kontakt. Í 1997-98 var Jógvan for­­maður í nevndini, sum vegna lands­stýrið gjørdi reyða ES álitið, og síðani 1. apríl í 1994 hev­ur hann verið al­ment umboð í nevndini fyri Før­oya Banka. Tað er danska búskaparmálaráðið, sum hevur tilnevnt henda nevndar­lim­in, eftir at Lands­ stýrið hevur innstillað. Henda skipanin fer úr gildi á nýggjárinum. Jógvan giftist í 1976 við Marjun Andreassen, sum er ættað av Toftum, og sum arbeiðir í Norður­ landahúsinum. Tey eiga tvær døtrar: Katrin, sum er fødd í 1978, býr í Keypmannahavn, og Anna Kristina, sum er fødd í 1987, býr heima hjá foreldrunum. Jógvan eig­ ur eina abbadóttur í Keyp­ mannahavn. Hon varð fødd í apríl í fjør. Jógvan er sera professio­ nellur maður, og hann er friðarligur og fyllir ikki nógv, hóast eingin ivast í, at hann veit, hvat hann vil, og at hann dugir væl at liggja á kósini. Hann er fittur í hond­unum, og í frítíðini dám­ar honum væl at fáast við hand­verk. Eitt nú hevur Jógvan smíðað stóran part av húsunum undir Brúnni, og honum dámar væl at standa fyri matgerðini, og tað sigst at liggja væl fyri. Føðingardagin verður mót­ tøka fyri innbodnum. J Tøkk Hjartans tøkk til tykkum, sum gleddu meg á 70 ára degnum. Tøkk til tykkum, sum komu inn á Fjørukrónna og takk fyri gávur, blómur og heilsanir og til tykkum, sum ringdu. Bestu heilsanir við ynskja um um ini gleðilig jól. Sólgerð á Rógvi Olsen Jógvan Jespersen 50 ár