fríggjadagur 2. desember 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 232 - 2. desember 2005
Fríggjadagin 2. desember fyllir Edvin Danielsen í Klaks
vík 80 ár. Føðingardagurin verður hildin á Klaksvíkar
Sjómansheimi leygardagin 3. desember, frá klokkan í. 16.00
– 19.00.
Edvin er ættaður úr Kollafirði, sonur Lisu Joensen og Sámal
Jóhannes Danielsen, vanliga róptur Sammajóannes.
Í 1951 giftist hann við Lenu Danielsen úr Fuglafirði. Tey
búsettu seg á Selheyggi í Klaksvík, har Edvin, saman við
Essa Johannesen, læt byggja eini tvíhús.
Lena og Edvin fingu børnini, Lis, Elsebeth og Ejler.
Lis er gift Birgiri Poulsen, og eiga tey børnini, Elsebeth,
Ednu og Virgar.
Ejler giftist Eyðbritt Hansen. Tey fingu døturnar Karolinu
og Lenu.
Edvin eigur eina langabbadóttir; hon eitur Birna.
Fyri nøkrum árum síðani fór Lena heim til Harran, og
Edvin býr nú í Sambýlinum í Bøgøtu í Klaksvík.
Tað, sum eyðkennir Edvin, er hansara blídliga og milda
lyndi. Hann er eitt friðarfólk, ið ongantíð hevur rópt upp um
nakað, men sum stillisliga hevur passað seg og sítt.
Edvin er altíð við tí góða orðinum, og tú hoyrir hann
ongantíð tosa ilt um nakran.
Heimið hjá teimum á Selheyggi var eitt fyrimyndarligt
heim, har kærleiki, nøgdsemi og gudsótti vóru sjónlig.
Tað fyrsta, tú legði merki til, tá tú komst á gátt, var tann
vælsignaði friður, sum valdaði í teirra heimi.
Serstakliga gestablíð vóru tey bæði eisini, og tú kendi
veruliga, hvussu glað tey vóru, tá fólk stukku inn á
gólvið.
Sum ungur kom Edvin til trúgv á Harran, og tað hevur
sermerkt alt hansara lív. Á yngri døgum ferðaðist hann
nógv millum oyggjarnar við bátinum Sendiboðið at halda
møtir.
Edvin er av arbeiðssamastu monnum. Tey seinastu
mongu árini, áðrenn hann fór frá fyri aldur, koyrdi hann
havnakranan.
Hann var eisini við í arbeiðnum at gera Oyggjarvegin og at
gera tunlarnar úr Klaksvík til Árnafjarðar og Norðdepil.
Tað ber ikki til at skriva um Edvin uttan at nevna, at
sorgina kennir hann sum fáur.
Bert níggju ára gamal misti hann mammu sína, og í 1965
doyði næstelsta dóttirin eftir stutta sjúkralegu, bert seks ára
gomul. Í 1993 doyði sonurin brádliga, bert 27 ára gamal,
og longu í 1998 bankaði sorgin aftur upp á hjá Edvini, tá
kona hansara - eisini eftir stutta sjúkralegu – doyði, 71 ára
gomul.
Men hóast sorgin hevur rakt Edvin so meint, so kann hann
enn skemtast og gleðast um lívið.
Hann eigur ta vón, at hetta lívið er ikki alt. Hann kann
gleðast í vissuni um, at hann skjótt skal síggja øll tey kæru
aftur, sum undan honum fóru.
Góði Edvin! Eitt blítt lívskvøld ynskja vit tær, og hjartaliga
tillukku á runda degnum. Harrin signi teg og tíni kæru.
Men tá ið ljósið dvølur fjøllum á,
Og løtur stillar líða,
Ein ósædd hond mær stundum opnar tá
Tær dyr til landið fríða.
Og sum á gloppi standa hinar dyr,
Og dýrdin útum lýsir,
Gerst vissa sæl tað, veika hjarta spyr,
Hvør ivi, sinnið hýsir.
rs
Edvin Danielsen 80 ár
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Edvin var nummar 7 av einum systkinaflokki uppá 21,
av hesum 9 samsystkin.
Sámal Jóhannes (Sammajóannes) var giftur 3
ferðir:
Fyrsta konan var Jacobina Joensen úr Havn.
Tey fingu 2 børn: Betty (1906) og Octavia (1908)
Onnur konan var Lisa Joensen úr Skopun.
Tey fingu 9 børn: Bina (1919), Jóhannes (1921), Jona
(1922), Kristian (vanliga nevndur Kis) (1924), Edvin
(1925), Olaf (1927), Helena (1928), Petur (1930) og
Leivur (1932)
Triðja konan var Maren Susanna Jacobsen úr Kollafirði,
vanliga nevnd Sanna.
Tey fingu 10 børn: Jens Vilhelm (1941), Anker (1942),
Marnhild (1942), Sonry (1943), Diana (1945), Victoria
(1946), Henrikka (1946), Levi (1947), Maiken (1949)
og Lisa (1951)
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá góði pápi okkara
Bjarni Øster
Tórshavn
doyði og varð jarðaður.
Takk fyri alla hjálp og takk til tykkum, sum vóru við
til bønarhaldið í Esbjerg og til jarðarferðina
úr Havnar kirkju.
Takk fyri blómur og kransar og til tykkum sum lótu
gávu til Frelsunarherin í Esbjerg.
Familjunnar vegna
Anja Kristina og Guðrun
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verfaðir
og abbi okkara
Frits Witt
Miðvágur
doyði og varð jarðaður.
Hjartans tøkk til tykkum, sum hjálptu til
við jarðarferðini og ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar, gávur og til tykkum,
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Anna Maria, Margrethe og Liljan
Lesið Sosialin - so eru tit við
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá kæra kona, mamma, vermamma,
omma og langomma okkara
Ruth Rasmussen
Søldafjørður
doyði og varð jarðað.
Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini
og ervinum, og til tykkum, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað her.
Somuleiðis verður takka fyri gávurnar til Zarepta.
Eisini ein tøkk til tykkum á B6 og G4 fyri ta umsorgan
tit góvu henni.
Familjunnar vegna
Klæmint, Ian, Per, Gusta, Pól og Árni