fríggjadagur 2. desember 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 2. desember 2005
15
Sunnudagin 4. desember
fyllir Olina Lervig, Lina
hjá Petur á Regni, úr Leir
vík, 90 ár. Hon heldur føð
ingardagin á Eysturoyar
Røktar- og Ellisheimi í
Runavík millum kl. 15-18,
har høvi verður at heilsa upp
á føðingardagsbarnið.
Olina Lervig, f. Eliassen
4. desember 1915, er dóttir
Josefinu og Elias Eliassen
í Leirvík. Í barnaárunum
búðu tey inni á Toftanesi.
Tey vóru 5 systkin, tríggjar
systrar og tveir beiggjar. Av
teimum hevur Olina nú bert
tað yngru systrina Margrethu
sum býr í Saltnesi. Lina kom
sum ung genta til trúgv á
Harran og hevur víst hetta
í bæði orðið og lívið.
5. november 1938 giftist
Lina við Peturi Lervig, van
liga nevndur Petur á Regni.
Saman fingu tey børnini:
Elias, Herfríð, tvíburarnar
Káru og Jógvan, og til síðst
Jonnu og Páll. Synirnir eru
búsitandi í Leirvík, meðan
døturnar búgva í Tórshavn
og Danmark. Síðani eru
komin 18 barnabørn, 32
langommubørn og 3 oldur
ommubørn.
Olina og Petur høvdu eitt
langt lív saman, og høvdu
tey tað gleði, at halda teirra
gullbrúdleypsdag í 1988.
Eftir hetta fekk Petur bert
tvey ár afturat, 26. august
flutti Petur heim til sín Harra
og Frelsara, sum hann so
trúliga tænti og vitnaði um.
Heimið hjá Olinu og Pet
uri var merkt av teirra gesta
blídni. Har búðu mangir
gestir, m.a. trúboðarar sum
komu at vitja brøðrasam
komuna í Leirvík, tað vóru
bæði føroyingar og útlend
ingar. Eisini tá Petur kom
heim við avbygdamonnum
frá útróðri við »Aldubáruni«,
sum hann átti og førdi, har
hann ynskti at vísa teimum
gestablídni, kundi hann altíð
líta á, at Lina var klár við
døgurða, nýbakaðum køkum
og einum deiligum drekka
munni. Hetta megnaði hon
sera væl við sínum stillføra
framferðarhátti.
Tá eg kom til Leirvíkar at
vitja fyrstu ferð, má eg siga,
at eg føldi meg ómetaliga
vælkomnan, og blíðskapurin
var stórur. Eg vil á henda hátt
takka Linu fyri alt tað hon
hevur verið fyri meg, børn
og barnabørn okkara. Lina,
sum í dag býr á Eysturoyar
Ellis- og Røktarheimið,
hevur enn í dag, tann góða
eginleika, at hon altíð er í
góðum hýri og kann fáa øll
at flenna.
Eg vil við hesum ynskja
vermóður míni hjartaliga
tillukku við 90 ára føðing
ardegnum og Harrans ríku
signing í framtíðini.
Olav Askildsen
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 4. desember verður Olina Lervig, Lina hjá
Petur á Regni, úr Leirvík, 90 ár. Føðingardagurin verður
hildin á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík
frá kl. 15.00-18.00, har høvi verður at heilsa uppá føð
ingardagsbarnið.
75 ára føðingardagur
Leygardagin 3.des. fyllir Mads W. Hentze í Skopun
75 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni, hjá
dóttrini í Mækjugøtu 6 í Havn.
70 ára føðingardagur
Mánadagin 5. desember verður Knúd-Erik Andersen,
Toftir, 70 ár. Dagurin verður hildin sunnudagin fyri
familjuni.
50 ára føðingardagur
Leygardagin 3. desember verður Jákup Rein-ert Hansen,
sóknarprestur, ph.d., á Sandi 50 ár. Føðingardagin verður
opið hús í Todnesi millum kl. 10.00 og 14.00.
Krúndiamantbrúdleyp
Mánadagin 5. desember kunnu hjúnini Signa og Søren
Jacob Lamhauge, Rituvík, hava krúndiamantbrúdleyp.
Dagurin verður hildin á Sjómansheiminum sunnudagin
4. desember kl. 14.00.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 3. desember hava Karin og Jacob Norðberg,
Hvalba, gullbrúdleyp. Tey, ið vilja gleða okkum, eru
vælkmin inn á gólvið frá kl. 13.00-17.00 í heiminum
hjá Anna-Britt og Martin Eið í Hvalba.
Brúdleyp
Leygarmorgunin 3. desember kl. 8.00 giftast í Sjóvar
kirkju, Fía Alisa Poulsen, Innan Glyvur og Karl Magni
Hammer, Toftir. Móttøka verður á Svangaskarði frá kl.
10.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Leygardagin 3. desember giftast í Kelduni í Skálafirði
Tóra Hansen, Skálafirði og Martin Frederiksberg,
Strendur.
Silvurbrúdleyp
Mánadagin 5. desember hava hjúnini Katrin og Jógvan
Karl Joensen í Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður
hildin heima, Undir Klakki 30 frá kl. 17.00, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 3.dec. kunnu hjúnini Ragna og Torvald
Joensen, Norðragøtu, hátíðarhalda gullbrúdleypsdagin.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Prógv
Í november varð Anna Kirstin Hansen úr Havn útlærd
sum frisør á salongini ”Klippestuen” á Frederiksberg.
Fróði Bjarkason Skúvadal hevur á Københavns Uni
versitet tann 20. oktober lokið prógv sum cand. scient.
í lívfrøði.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Olina Lervig 90 ár
Merkisdagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í dag, 3. desember, hava hjún
ini, Gabriel og Jolina Hansen
í Nólsoy, gullbrúdleyp.
Borðhaldið, har dekkað
er til 250 fólk, verður á
flakavirkinum úti undir
Klivum, og síðan verður
kaffi og dansur í Royndar
húsinum.
Gestirnir fáa fekst lambs
kjøt, suppu og risalamande,
og nógv er gjørt burtur úr, at
fólk skulu føla seg væl.
Gabriel og Jolina eru
tvey kend andlit í Nólsoy.
Vit kunnu av røttum siga,
at tey eru ein fastur táttur í
bygdamyndini, nú tey bæði
eru farin um tey sjeyti.
Tey hava havt handil í
mong ár, fyrst í kjallaranum,
har tey búgva, og fyri
longu nógvum árum síðan
lótu tey nýggjan og stóran
sjálvtøkuhandil byggja úti á
Nýggjaveg.
Gabriel hevur eisini
umboðað Statoil í Nólsoy í
fleiri ár.
Vit kunnu siga, at hand
ilsvinnan lá í blóðinum, tí
forfedrarnir høvdu handil
og fiskakjallara, har báta
fiskur varð saltaður til út
flutnings.
Vit ynskja Gabriel og
Jolinu við familju ein góðan
gullbrúdleypsdag, nú tey
hava staðið saman sum hjún
í samfull fimti ár.
Gabriel og Jolina gullbrúdleyp