Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 • Fríggjadagur • 2. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Danska fótbóltssambandið, DBU, hevur gjørt av at inn­ føra nýggjar reglur um ung­ dómsfótbólt. Í øllum førum, tá talan er um børn upp til 12 ára aldur. Størsta broytingin er helst, at talan ikki longur verður um nakra DM-kapping. Ístað­in verður talan um fleiri vikuskiftis-stevnur kring alt landið, har stórur dentur verður lagdur á sosialu sam­ veruna og stuttleikan við fótbóltinum. Í frágreiðing til broyt­ing­ arnar staðfestir DBU, at teir við hesum vilja steðga miðvísu »úrslita-hugsanini« sum í alt ov stóran mun ger seg galdandi í yngstu ald­urs­ bólkunum. - Tað skal vera liðugt við smáum børnum á stór­um vøll­um. Liðugt við venj­ ar­um, sum bara hugsa um úr­slit. Liðugt við »fiskaríi« av spælarum á yngru lið­ um. Liðugt við geylandi for­eldrum á síðulinjuni. Í fram­tíð­ini skal barna- og ung­dóms­fót­bóltur spæl­ast eft­ir for­treyt­un­um hjá børn­ un­um. Hesi skulu hava vøllir og bóltar, sum hóska til teirra stødd, og so vítt, sum tað yvir høvur er gjørligt, skal fótbólturin hjá teimum yngstu verða eitt spæl, held­ ur enn kapping. Soleiðis ljóðar partur av frágreiðingini, sum liggur handan broytingarnar. Stórur dentur verður nú lagdur á, at smærri fótbóltsvøllir verða lagdir kring alt Danmark, soleiðis sum vit eisini hava sæð tað her í Føroyum við nýggju sparkivøllunum. Enn er stigið tó ikki tikið fult út her heima, men tað eru helst fleiri, sum halda, at royndir við hesum væl kundu verið gjørdar. Endamálið er fyrst og fremst at styrkja um breidd­ ina, sum fótbólturin hevur. Hartil er eisini ætlanin, at børn í yngstu árgangunum hava ein størri tørv á at læra tekniskar dygdir við bólt­ inum, heldur enn at læra seg harða vinnaramentalitetin á so ungum árum. Við smærri vøllum verður talan eisini um fleiri bóltrøringar hjá hvørjum einstøkum spælara, og bara hetta í sjálvum eigur eisini at geva úrslit, verður sagt í frágreðingini. -mørk Ungur runa­ víkingur skrivað sáttmála Bogi Løkin og NSÍ hava í vikuni skrivað undir sátt­ mála, sum bindur part­ar­ nar næsta árið. Bara eftirnavnið sjálvt hevur ein serstakan klang í føroyskum fótbólti. Tað man heldur ikki vera nak­að at ivast í, at runa­ víkingar vóna, at Bogi kann gera eins stórar skreyt­ir, sum pápin í síni tíð gjørdi, men minni fær eisini gjørt tað. Í ár hevur Bogi av álv­­ara snoddað at besta lið­­num hjá NSÍ, eins og hann eisini var ein týð­ andi partur av liðnum, sum vann FM-gull í ung­ lingadeildini. -mørk Lutakast hjá yngru lands­ liðunum Lutakastið til komandi EM-undankappingarnar hjá føroysku U-17 og - 19 landsliðunum hevur nú verið. U-17 landsliðið er í kom­andi kappingin í bólki við Norðurírlandi, Sveis og Cypros. Mótstøðuliðini hjá U-19 liðnum eru á pappírinum nakað sterkari. Svøríki, Póland og Ísland eru í før­oyska bólkinum. -mørk B36-fløga á marknaðin Fyri triðju ferð kemur nú ein B36-fløga á mark­ naðin. Hesa ferð er tað manningin handan Show­ menn, sum saman við Terja Rasmussen hava stað­ið fyri útgávuni. Teir fýra, sum manna Show­ menn eru James Olsen, Kim Hansen, Jens Marni Hansen og Rógvi á Rógvu. Og í B36-høpi er talan sum so ikki um nakrar ársungar. Terji var longu partur av fløguni, sum varð send á marknaðin í 1996, og í 1999 var Kim Hansen maðurin hand­an næstu svørt/hvítu fløg­ una. Nú er triðja fløgan so komin á marknaðin, og lítil ivi man vera um, at hendan fer at vera part­ur av jólapakkunum í nógv­ um heimum í høvuðs­stað­ num. -mørk Í Suðuroynni hava fótbóltsfeløgini tos­ að um eina sam­an­ legging av øllum fýra feløgunum. Fyribils eru tankarnir tó parkeraðir FS Suðuroy Jákup Mørk Eftir at VB á eykaaðalfundi broytti støðu viðvíkjandi ein­ um samstarvi við sumbingar, hava tingingar um hetta aftur verið á skránni. Tað hava tó ikki bara verið nevndirnar í Sumba og VB, sum hava verið partur av hesum kjaki. John Henrik Holm, for­mað­ ur í VB, váttar fyri Sosial­in­ um, at ar­beitt hevur verið við eini ætlan um fe­­lags­­sam­ starvi fyri alla oynna. - Tað verður tó ikki á hes­ um sinni, at hetta verður veru­leiki. Vit hava verið í samband við bæði TB og Royn, men TB hevur so boð­að frá, at teir í løtuni ikki vilja verða partur av hes­um samstarvinum. Málið er tó ikki kastað burtur á nakran hátt, og sum so vóru tvøramenn positivir mót­ vegis hugskotinum. Men í løtuni verður ikki mett, at tíðin er búgvin til hetta stigið, staðfestir John Henrik Holm. Tankin má búnast Og júst hetta er eisini tað, sum formaðurin í TB hevur at siga um málið. - Tað eru so nógvir spurn­ ingar, sum stinga seg upp í einum slíkum samstarvi, og tí vildu vit ikki bara loypa upp í hetta uttan víðari. Eitt nú vita vit als ikki, hvørt vit hava møguleika at spæla dyst í Formula-deildini her kom­andi ár, sigur Sofus Laðanberg, formaður í TB. Við hesum vísir hann á, at vøllurin við Sevmýri neyvan hevði fingið góðkenning, um liðið aftur skuldi verið í fremstu deildini, og enn er ikki greitt, hvørt talan verður um nýggjan vøll í Trongisvági, soleiðis sum tað annars hevur verið tosað um. - Ikki tí. Kommunan hevur altíð sýnt eina øgiliga vælvild, tá um ræður ítróttin her á staðnum. Men tað er ikki løtuverk at gera ein nýggjan vøll. Men er hetta so nakað, sum tit fara at arbeiða víðari víð í framtíðini? - Tað er lítið at ivast í, at rákið verður tann vegin. Tað haldi eg, at bæði vágbingar og tvørafólk skilja. Men tal­an er samstundis um eitt eymt mál, og tí vilja vit heldur hava ein dialog koyr­andi komandi árið. Tá búnast tankin kanska eisini meira, og so mugu vit síggja, hvussu støðan hjá okkum verður til ta tíð, heldur altso TB-formaðurin. Einki FS Suðuroy á hesum sinni Burtur við kappingarelementinum Fótbóltsfeløgini í Suðuroynni hava tosað ítøki­liga saman um samstarv. Men enn verða tankarnir ikki til veruleiki