fríggjadagur 2. desember 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 232 - 2. desember 2005
Stóri dysturin í
manshondbólti hetta
vikuskiftið verður
í Hoyvík, har VÍF
kemur á vitjan
Manshondbóltur
Jákup Mørk
Tey bæði liðini eru í løtuni
sambiðlar til oddasessin,
sum Kyndil í løtuni eigur. Ein
oddasessur, sum tó gjørdist
væl meira spennandi, eftir
at VÍF fyri tveimum vikum
síðani so ruddiliga setti teir
grønu upp á pláss.
Spurningurin
er
so,
hvørt hoyvíkingarnir av
álvara fingu gongd aftur í
tendringina, tá teir við einum
góðum seinna hálvleiki
snaraðu dystinum á Skála
fyri tveimum vikum síðani.
Vestmenningar
hava
kanska ikki heilt somu
styrki, sum liðið hevði í
fjør, men hóast hetta, so
hava avrikini á vøllinum
staðið mát. Um somu tíð í
fjør var støðan tann sama,
sum hon er nú, og megna
teir at halda so nøkunlunda
fast í fremsta liðnum, er á
ongan hátt óhugsandi, at teir
eftir jólasteðgin kunnu seta
meira ferð á.
StÍF og Kyndil
favorittar
Manshondbólturin byrjar
tó longu leygardagin, tá
StÍF kemur á vitjan hjá
KÍF. Kollfirðingarnir hava
higartil ikki fingið nakra
serliga úrtøku, og skulu
strandingarnir fylgja við
fremru liðunum, so er kravið
her púrasta greitt ein sigur.
Seinasti dysturin er í
Høllini á Hálsi, har Kyndil
tekur móti Neistanum.
Tann dysturin plagar ofta
at draga nógvar áskoðarar,
men soleiðis sum gongdin
hjá liðunum hevur verið í
ár, tykist talan í størri mun
vera um avgreiðsluspurning
heldur enn harða granna
uppgerð hjá teimum grønu.
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v
-
t sett sett
sett
stig
1 Dráttur
8
8 -
0
24
7
17
16
2 SÍ
7
6 -
1
20
8
12
12
3 TB
6
2 -
4
10
12
-2
4
4 ÍF
6
2 -
4
10
15
-5
4
5 Mjølnir
7
2 -
5
9
18
-9
4
6 KÍF
8
1 -
7
9
22
-13
2
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v -
t
sett
sett
sett
stig
1 Fleyr
5
5 -
0
15
5
10
10
2 SÍ
5
4 -
1
14
5
9
8
3 Mjølnir
6
3 -
3
12
9
3
6
4 ÍF
6
2 -
4
10
14
-4
4
5 Nøvan
6
0 -
6
0
18
-18
0
Hoyvíkingar taka móti VÍF
Annað umfarið á rað skal
H71 stríðast fyri rættinum at
verða liðið, sum eltir oddin
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/- stig
1 Stjørnan
10
9 - 0 - 1
294
191
103
18
2 Neistin
11
9 - 0 - 2
295
218
77
18
3 Kyndil
10
7 - 0 - 3
220
215
5
14
4 VB
9
6 - 0 - 3
230
182
48
12
5 VÍF
11
5 - 0 - 6
264
264
0
10
6 StÍF
11
3 - 0 - 8
249
274
-25
6
7 Søljan
10
2 - 0 - 8
173
259
-86
4
8 Tjaldur
10
0 - 0 - 10
179
301 -122
0
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/- stig
1 Kyndil
8
6 - 1 - 1
219
192
27
13
2 H71
8
5 - 1 - 2
238
191
47
11
3 VÍF
8
5 - 0 - 3
228
223
5
10
4 StÍF
8
4 - 0 - 4
205
217
-12
8
5 KÍF
8
2 - 0 - 6
207
232
-25
4
6 Neistin
8
1 - 0 - 7
220
262
-42
2
Kyndil hevur higartil
tikið tey flestu á bóli
í Sunset-kappingini.
Sunnudagin skulu
tær enn einaferð
til próvtøku, tá
grannauppgerðin er á
skránni
Kvinnuhondbóltur
Jákup Mørk
Tað fara at vera nøkur ár síð
ani seinasta Kyndils-sigurin á
Neistanum, tá tosað verður um
kvinnuhondbólt. Meðan tær
grønu hava havt sera ilt við at
finna fótafestið, sum tær mistu
um aldarskiftið, hevur Neistin
hildið eitt hampuligt støði alla
tíðina, tó at heldur ikki tær av
álvara eru komnar á siðvandu
tindarnar.
Í ár hevur tó verið talan
um broyting hjá báðum
pørtum. Hóast Stjørnan enn
tykist vera sterkari, so hevur
Neistin í ár tikið eitt stórt fet
móti avgjørda oddinum, og
tað er hesa kósina, sum tær
royna at halda fast um, tá tær
fara á vøllin sunnudagin.
Kyndil hevur hinvegin
eisini havt eitt gott ár. Gaman
í mundi tapið fyri VÍF seinast
oyðileggja eitt sindur, men
tað nertir ikki veruleikan,
sum staðfestir, at tær grønu
enn eru á triðja plássinum
á stigatalvuni. Ikki minst
takkað verið imponerandi
sigrinum á Stjørnuni fyri
trimum vikum síðani.
Tí er einki at ivast í, at
bæði fara eftir sigrinum
sunnudagin, og so kann
talan væl gerast um eina
grannauppgerð, sum er
munandi meira intens, enn
hon hevur verið seinastu
fýra-fimm árini.
Avgreiðslur
Tríggir aðrir dystir verða
eisini leiktir í kvinnudeildini
hetta vikuskiftið.
Í Vági fær Stjørnan leygar
dagin vitjan av StÍF, áðrenn
tær sunnudagin ferðast
norður til Runavíkar. Í báðum
førum tykist talan vera um
avgreiðsluspurningar, men
trýstið er nú heilt greitt á
VB, eftir at tær einki fingu
burtur úr dupultumfarinum
fyri tveimum vikum síðani.
Seinasti dysturin verður í
Klaksvík, har Stjørnan tekur
móti Søljuni. Ein dystur, har
heimaliðið uttan stórvegis
trupulleikar skuldi kunna
tikið sær av stigunum.
Áhugaverd grannauppgerð