fríggjadagur 2. desember 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 • fríggjadagur • 2. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tey eru øll har. Øll hittini. Kular
Røtur er eitt konsept, sum Stein
tór Rasmussen, Ingi Isaksen
og restin av góðu manningini
handan Pegasus, og annars tón
leikavirkni klaksvíkshópurin,
stendur aftanfyri.
Og røturnar gjørdu hitt oman á
hitt. Og gjørdust eitt hitt.
Nú hava tey savnað alt tað
besta á eina dupultfløgu. Og
har steðga virkisfúsu klaksvík
ingarnir ikki. Teir hava fingið
Magna Husgaard at seta nótar til
sangirnar, Edvard Fuglø at tekna
og burturúr er komin sangbók.
Ein kærkomin bók, tí tað er
langt ímillum føroysku barna
sangbøkurnar á bókahillini.
Serstakliga, tá tað snýr seg um
sangirnar, sum eru ein partur av
nútíðini og gerandisdegnum hjá
børnunum. Tað vil siga sangum,
ið børnini sjálvi eiga á fløgu og
tíma og duga at syngja.
Alt gott um sonevndu Stara
bókina, 100 sangir og so fram
vegis. Men hesum nýggja var
saknur í.
Gylt
At Kular Røtur soleiðis klæða
seg í gull, er teimum væl unt.
Orðatakið sigur (hetta er kanska
eitt av nýggjari dato), at tá ongin
annar ger tað, so má ein gera tað
sjálvur. Konseptið Kular Røtur
hevur í hvussu er uppiborið
heiðurin og um ongin viðisløn
fellur tann vegin í næstu framtíð,
so er tað somikið meira sigandi
og gott, at hamurin er valdur so
hóskandi.
Tí her er veruliga talan um
gull. Ein skatt. Ein sangskatt. Ein
skatt, sum ung og eldri eru felags
um. Og tá er nógv vunnið og
longur fram á veg slepst neyvan.
Sera heppið er t.d. farið avstað
av Steintór, tá hann snikkaði
saman Hon Er Omma Mín. So
einfalt í teksti og ikki minst lagi.
Lagið situr beinanvegin. Tað
er bert tvær akkordir. Nógv
einfaldari kann eitt lag neyvan
vera. Til stóra gleði fyri foreldur
og lærarar, ið her veruliga kunnu
spæla sær við ljóðførinum, um
tey hava hegni til slíkt.
Fangað
Og løgini eru sett í nútímans
tónleikastíl og ljóm. Og tað er
tað, ið hevur týdning. Børn í dag
vilja fegin hava tað so. Og mest
av øllum; hetta hóskar og er tað,
ið ger konseptið heilstoypt.
Men tað sum ger, at hetta held
ur, er tann veruleiki, at talan er
um løg, ið tola at ver sungin og
spæld við ella uttan eitt ljóðføri,
guitar ella klaver. Tey eru fólks
lig og halda sær, tá trummur,
pumpaður bassur og annað er
tikið burtur, og bert sanggleði er
við til at bera sanginum uppi.
Onki ilt um t.d. nýggju barna
fløguna hjá Anniku, um onkur
skuldi havt hug at borið saman.
Her eru tvey ymiskr konsept,
sum bæði halda við eitt bál, har
bert guitarin stuðlar sanginum.
Og tá hevur sangurin vunnið veg
í hjørtuni.
Hitt
Og tað er her Røturnar vinna.
Hetta er sangbært og uttan
hóvasták. Gamaní. Væl framleitt
í upptøkuhølunum, so føroyskur
ungdómur fær føroyskan
barnapopp at lurta eftir.
Konservativar konserveraðar
sálir kundu kanska sagt: Hvat
hendi við við Dovna Jákup, Vilt
tú, Lítla Snar og látipípuni?
Men tað góða er, at alt hetta er
bara vorðið partur av einum enn
ríkari sangskatti og er als ikki
gloymt.
Tí alt sangbært er haldbært.
Ikki er alt gull, ið glitrar. Men
Kular Røtur er gull og glitrar.
Og at Kular Røtur nú eisini
koma á íslendskum við kendum
songrøddum har, er prógv um, at
her eru røtur, ið hava fest rót og
sum nú breiða seg víða um lond.
Gyltar Røtur
Kular Røtur í gyltum hami. Gull fløga, og tilhoyrandi gull sangbók við nótum akkordum,
er útkomin. Og her er talan um gullið, ið er komið frá Kulum Rótum millum ár og dag.
Nýggjasta lagið á fløguni nevnist “Eitt Hitt”. Tað kann somuleiðis leiðast yvir á snøggastu og
stytstu umrøðuna av heildini, ið nevnist Kular Røtur, og sum hevur verið eitt stórt hitt og
ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og vaknsum í nøkur ár