Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 232 - 2. desember 2005 Bókmentir Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Sjáldan hevur ein føroysk bók verið so nógv umrødd, áðrenn hon yvirhøvur er komin út, sum nýggja verkið hjá Carl Johan Jensen, Ó – søgur um djevilskap. Og tey, ið hava fingið varhuga av, at okkurt serligt er í umbúna, eru á góðari leið. Óræddur tvinnar høvundurin heimsins stóru spurningar og skaldaverk saman við føroyskum trongskygni fyri síðani at flætta hesi saman í “dalinum”, har óndskapur í øllum frá- og avbrigdum breiðir seg, sum ein deyðilig pest ... Ongin kúgað hetja Djevulsettur menniskjaskapur kundi kanska verið eitt undirheiti til Ó. Tí ímillum tann fyrilagaða óndskapin, sum er holdbundin í keypmanninum Bænadikt, og viljaða djevulsetta atburðin, sum trúboðarin Mattias umboðar, síggjast mest sum øll hugsandi avbrigdi av menniskjaligum fananskapi, lesarin kann ímynda sær. Samstundis krýpur óndskapurin nærri, verður meir ítøkiligur, næstan gerandisligur í sundurbukaðum og neyðtiknum konum, smáligheit, skaðafrøði, kúgan, innbiltum valdi og óndum slatri. Við Mattias vita vit á leið, hvar vit hava óndskapin, og ber tað í ávisan mun til at billa sær inn, at hann og hansara gerningar kunnu haldast frá durinum. Men við Bænadikt veit ongin seg tryggan – haðani rakar djevulskapurin av tilvild, ofta tá vit minst vænta tað. Tað hevur neyvan nakrantíð verið ætlanin við Ó, at lesarin skal kunna ‘identifisera’ seg við persónarnar á sama hátt, sum skaldskapur ofta bjóðar seg fram til. Tá lesarin kortini hevur hug at reisa seg úr stólinum og tala at, er tað heldur, tí okkara vanliga fatan av, hvat óndskapur kann gera við menniskju, verður bjóðað av á ein hátt, tey fæstu brýggja seg um at vita av. Persónar, tú hevur brúkt fleiri hundrað síður uppá at taka synd í, vísa seg knappliga sum reinir fanar, sum ikki hava uppborið betri viðferð, enn teirra plágarar. - Eg havi ongantíð trúð uppá hesar annars seiglívaðu myturnar um kúgaða offrið, sum okkurt slag av heilagari hetju. Eftir mínum tykki er tað ein rímiliga avskeplað hugmynd, at kúgan og órættvísi skal kunna gera menniskju betri, góðlyntari ella onkursvegna stórbærari. Eg trúgvi heldur, tað er øvut, at jú meir tú traðkar á menniskju, jú størri er møguleikin fyri, at tú bara traðkar djevulin í teimum fram, sigur Carl Johan. Trægrir Máld eftir vanligur mátistokki tykist Ó bygnaðarliga at vera líka óútroknilig, sum djevulskapurin, ið herjar á síðunum. Uttan himpr leypir frásøgufólki í stórum lopum aftur og fram í tíð og stað og tvørturum øll vanlig mørk. Komin nakað inn í bókina, varnast lesarin tó uttan iva eitt rættiliga sofistikerað frásøgumynstur, sum tykist at hava fingið íblástur frá ymsum heimsklassikarum. Tú kemur í tankar um pílagrímsmotivið frá The Canterbury Tales, við stóra persónsgallarínum, sum ferðast móti sama máli, meðan ein endaleys røð av meir og minni ótrúligum søgum verða sagdar. Ella snirkluta bygnaðin í 1001 nátt, har søgurnar snara sær út og inn í hvørja aðra fyri til síðst at koma aftur til somu hending. - Ja, bygnaðarliga havi eg kanska mest latið meg ávirka mest av mynstrinum í 1001 nátt, har tú hevur eina søgu inni í eini søgu við enn eini søgu inni í eini søgu ... Men motivini frá The Canterbury Tales og Decameron eru eisini flættaði inn í tann mun, at søgurnar savnast um eitt felags tema ella eru leysliga knýttar at onkrari hending. Í Decameron er tað pestin, sum savnar fólk, sum so siga søgur. Í The Canterbury Tales er tað pílagrímsferðin. Í Ó er tað djevulskapurin og Gásadalur, sum onkursvegna verða savnandi fyri eina røð av smærri søgum um persónar, hvørs ættarbond breiða seg í allar ættir. Soleiðis hevur bókin fingið eitt skap, men hetta kann eisini skiljast sum ein áminning um, at føroyingar sum tjóðskaparlig eind eru munandi meir samansettir, enn vit ofta vilja halda. Fiktiónin og “veruleikin” Eitt tað mest sjónska eyðkenni við Ó eru fótnoturnar niðast á síðunum. Og lat tað verða sagt beinanvegin, at lesarin stendur seg best við ikki at trúgva einum orði í teimum. Tað forðar tó ikki hesum viðmerkjaranum at blanda seg uppí frásøgnina í tíð og ótíð við langum útgreiningum av viðurskiftum í føroyskari søgu og ættarbondum. Oftast við tí fyri eyga at rættleiða høvundan og ávara lesaran móti at trúgva tí, hann sigur. Spakuliga byrjar trúfasti viðmerkjarin at liva sítt egna lív har niðast á síðunum á ein hátt, so vit fáa enn eina søgu inni í søguni. Tí tykist tað heldur illgrunasamt, tá hann knappliga hvørvur í heilum søgum í senn, fyri síðani at kvaklast við aftur seinni. Ó: Djevulsettur m Í dag liggur so umsíðir nógv umrødda og rúgvumiklasta prosaverkið á føroyskum í bókabúðunum. Djevulskapur í øllum avbrigdum og aðrar ótemjandi kreftir herja tær ikki færri enn 800 síðurnar í Ó – søgur um djevulskap eftir Carl Johan Jensen. Sum skaldsligt verk er bókin hinvegin óvanliga væl tamd – um enn út frá øðrum treytum, enn føroyski lesarin er vanur við