Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 2. desember 2005 31 enniskjaskapur - Upprunaliga ætlanin við hesum viðmerkingunum var at gera eitt sindur gjøldur burturúr føroysku bygdasøguhevdini, har hvør einasta bygd hevur sína egnu bygdasøgu við ymsum blandi av einstaklinga – og ættarsøgum. Í so máta umboðar viðmerkjarin bara vanligt før­ oyskt snævurskygni og trongu hugmyndina um, at føroysk søga helst skal verða hugnalig og helst ikki samtíðarlig.Viðmerkingarnar eru sjálvandi minst líka fiktivar, sum alt annað í Ó. Um lesarin ikki varnast tað fyrr, so ger hann tað nokk, tá viðmerkjarin heldur munn, sigur Carl Johan og sipar til, at beinanvegin farið verður út um landoddarnar ella okkurt minni tespiligt er á skránni, vil viðmerkjarin ikki verða við longur. Men so skjótt vit aftur eru við onkur smálig heimlig viðuskifti, tekur hann aftur orðið. Hesi skiftini gera sam­ stund­is røddina til eitt slag av Brecht’skum verfremdungs­ teknikki, har tú verður lokk­að­ur inn í eina ímynd av veruleik­ anum, tú kenir teg heima í, men sum knappliga vísir seg at vera lygn. Saman við afturvendandi tilsipingum til partar av heimspekini hjá Kant bjóðar Ó allatíðina einføldum fatanum av veruleikanum av á ein hátt, sum móti endanum verður partur av sjálvum frásøguháttinum. Við eini kenslu av “deja vu” varnast learin, at somu brot byrja at ganga aftur í einum øðrum skapi og huglagi, tí tey verða søgd frá einum øðrum sjónarmiði. Kom inn ... Hendan ásannan, at menniskja ongantíð kann fata veruleikan, sum hann veruliga er, men má taka til takka við eini ímynd, sum í besta føri ímyndar veruleikan, er ikki bara ein menniskjalig lívstreyt. Sambært høvundanum er hetta ógreiniliga kanska eisini grundarlagið undir bókmentum yvirhøvur. Tí bjóðar Ó seg heldur ikki fram at siga nøkrum nakran sannleika sum so. Hon er ein søga, sum letur lesaran sleppa inn í ein speglsal av søgum á leið á sama hátt, sum tá tú fert inn í eitt tónlistaverk. Tað, sum er umráðandi, er hvat tú upplivir, meðan tú ert inni í tí – og at tað møguliga broytir tínar hugmyndir av tí, tú sært, tá tú kemur út aftur. - Eftir mínum tykki hava alt ov nógvar føroyskar bøkur lyndi til at lata seg aftur um ein sannleika ella eina meining, sum lesarin bara sleppur at ganga rundan um og hyggja at. Í Ó eru ongar slíkar afturlætnar hurðar ella skalkaði vindeygu. Eg vil fegin bjóða lesaranum inn og verða við í tí, sum hendir, men tað krevur sjálvandi, at hann tekur eitt stig sjálvur. Um lesarin sigur “Nei – eg vil ikki inn”, ja so upplivir hann heldur ikki nakað, Tú metir sjálvur, at Ó er týdningarmesta prosaverkið á føroyskum seinastu 30-40 árini. Hví tað? - Tí við fáum undantøkum hevur føroyskur prosaskaldskapur síðani miðskeiðis í 70unum mest roynst sum okkurt slag av undirhaldsbókmentum, sum ikki hava havt nakað veruligt at bjóða. Eftir mínum tykki er Ó tikin upp á eitt heilt annað støði, sum ikki bara stendur mát við altjóða bókmentir. Ein partur av at skriva eitt sovorðið verk hevur eisini verið at royna at broyta hugburðin og væntaninar til føroyskan prosaskaldsakp í eini vón um, at hækka støðið yvirhøvur, sigur Carl Johan Jensen. Við Ó – søgur um djevulskap skapar og endurskapar Carl Johan Jensen lívsins skuggasíður í øllum hugsandi skuggum Um Ó – søgur um djevulskap Ó-, tað ódeyða, tað óútrokniliga er holdbundið í Bænadikti Chonradsen, keypmanni. Eingin veit, hvaðani hann er upprunnin ella hvør hann er. Men djevulskapurin breiðir seg frá honum gjøgnum farna og farandi tíð døkkur og tivildarligur sum ein deyðilig smitta, sum ein pest. Har hann ber við, fer alt av lagi. Trúgv, vón og kærleiki missa sítt gildi. Trúboðin, Matthias J. Danielsen, halgar hinvegin sítt lív til Guð, men trýr ikki upp á hann. Royndir hansara at noyða hjarta sítt til trúgv hava ein øðrvísi djevulskap við sær, ein djevulskap, ið stendur til einstaklingin og kemur fram í óbótaverkum, neyðtøku og morðum. Millum hesi útmørkini fara søgurnar í Ó- víða um í tíð og rúmi. Frá trýss árunum aftur í nítjandu øld. Úr tí avbyrgda Dalinum vesturi í Vágunum og suður á evropeiska meginlandi, heilt at Svartahavsstrondum. Og fjølbroytni vantar ikki. Hvør síða yður av lívi og menniskjanskapi í øllum hugsandi avbrigdum.