fríggjadagur 2. desember 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 232 - 2. desember 2005
Útisetalív
Orð: Niels Uni Dam
sosialurin.fo
Myndir: Símun Jóannesarson
Fyrsta sunnudag í advent er
sum vant føroyskt BINGO á
Ryttergården í Ballerup, eini 80-
90 fólk eru savnaði í sethúsinum
á Ryttergården. Hetta er hvørki
meira ella minnið enn, tað plaga
at vera. Hølini eru hugnalig, og
fólk eru glað. Men sum til bingo
flest er eitt sindur av spenningi í
luftini. Vinningarnir eru ymiskt,
sum limirnir hava latið ella sum
felagið hevur keypt. Eingin ivi er
tó um, hvør høvuðsvinningurin,
ein ferð fyri tvey við bili til
Føroyar við Norrønu er hægst
á listanum hjá flestu bingogest
unum. Hóast onkur av teimum
yngru heldur, at tann stóri lego
kassin, sær nógv meira áhuga
verdur út.
Heimsins virknasta
føroyingafelag
Føroyingafelagið í Ballerup man
teljast ímillum tey virknastu
føroyingafeløgini í heiminum.
Elinborg Joensen er forkvinna í
felagnum, hon greiðir frá, at tey
hava skipað fyri BINGO fyrsta
sunnudag í advent síðan felagið
var stovnað í 1968
Síðan í 1978 hevur hugnaligi
Ryttergården verið karmur um
virksemið hjá felagnum, og
sostatt eisini árliga BINGO’ið.
Gamli bóndagarðurin liggur eitt
sindur fyri seg sjálvan, men tað
tekur einans eitt korter at ganga
frá Ballerup tokstøðini til garðin.
Fólkið, ið er savnað í hugna
ligu sethúsunum henda dagin, er
sum vant mest fólk úr Ballerup,
Herlev, Smørum og Glostrup.
Hetta eru fólk úr forstøðunum.
Elinborg sigur, at onkur innið úr
Keypmannahavn onkuntíð kemur
til tiltøk, men tað er ikki so ofta.
Tað eru oftast limirnir í felagnum,
sum koma til tiltøkini. Felagið
hevur uml. 130 limir.
Savnar ættarliðini
Bingoið er eitt serligt tiltak, og
til tað koma ofta tey yngru
ættarliðini við. Soleiðis er
eisini henda sunnudagin. Har
er tildømis Familjan Nolsøe/
Stenberg, sum er umboðað við
trimum ættarliðum. Hjá nógvum
familjum, er hetta blivið siður
hvønn fyrsta sunnudag í advent,
og hetta er vorðið okkurt man
ger saman sum familja.
Miðalaldurin hjá limunum í
felagnum er støðugt hækkaður,
og Elinborg fortelur at nógv eru
farin gjøgnum árini, men fleiri
hanga enn við. Hon gleðist um,
at nú koma ommu- og abbabørn
eisini við.
Nógv tiltøk
Elinborg var eisini forkvinna, tá
felagið varð stovað í 1968 og
hevur verið virkin í felagnum
øll árini. Nú er hon so vorðin
forkvinna aftur. Hon sigur, at
felagið er eitt sindur minnið
virkið nú enn tað var fyrr, tá
fólk vóru yngri. Men enn verður
skipað fyri hugnakvøldið eina
ferð um mánaðan, annað hvønn
mánað er fyrilestur um okkurt
evni, Trettandi verður altíð hildin
tað fríggjakvøldið, ið er næst 6.
januar, síðsta vikuskiftið í januar
er ræskjøtaveitslan, umframt
at felagið hevur várveitslu og
heystveitslu.
Tá ræstkjøtaveitsla er verður
eitt størri høli á Ryttergården,
ið tey kalla Loen, tikið í nýtslu.
Her rúmast fleiri fólk, og ræst
kjøtaveitslan er altíð væl vitjað,
sigur Elinborg. Fyrr plagdi
føroyingafelagið at hava fullan
nýtslurætt til Loen, men nú skulu
tey gjalda leigu fyri hetta hølið,
tí verður tað ikki brúkt so oftað
sum fyrr.
Í sethúsinum rúmast umleið
100 fólk, so tey 80, sum eru
BINGO í Ballerup
Tá heimsins virkn
asta føroyingafelag
skipar fyri BINGO,
savnast ættarliðini
fyri at hugna sær
saman. Sosialurin
var við á BINGO
við útisetunum í
Ballerup
Hugnaligu sethúsini á Ryttergården vóru á tremur við føroyingum fyrsta sunnudag í advent.
Hugnaligu Bóndahúsini Ryttergården hava verið karmur um føroyska
felagslívið í Ballerup síðan í 1978.
BINGO er ein stuttligur máti at læra føroysku tølini.