Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-02, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 2. desember 2005 33 komin á bingo, fylla hølini væl, tó uttan at tað gerst trongt. Um­framt set­húsið og Loen er ein triðja lon á gamla bóndagarðinum, hana kalla tey Hestastallin. Ryttergården var ein dreymur Tað er Ballerup kommuna, ið eigur Ryttergården, men føroyingafelagið hevur saman við fólkadansarunum í Ballerup nýtslurætt til sethúsini, feløgini hava lagaligar treytir. Tey skulu røkja hølini innan og gjalda 100 kr. um mánaðan í húsaleigu. Elinborg greiður frá at fyrstu árini fjakkaði felagið ímillum skúlar og samkomuhús í Ballerup økinum, men ein dagin sóu tey eina lýsing, har fólkadansarafelagið í Ballerup spurdi, um okkurt felag var áhugað í at seta hølini í stand saman við teimum. Tað einasta felagið, ið vísti áhuga var føroyingafelagið, og síðan tá hevur Ryttergården verið felagshúsið. At hava eini høli var ein dreymur hjá felagnum, og tá vit so fingu hølini vóru vit ótrúliga glað, sigur Eliborg. Eru partur av gerandisdegnum Samahaldi í felagnum er sera gott. Hóast tey búgva øgiliga spjødd, so eru tey partur av gerandisdegnum hjá hvør øðrum og ganga ofta á gátt hjá hvør øðrum. “Vit halda okkum vera eitt sindur annarleiðis enn danir”, sigur Elinborg, ið heldur, at tað er muran og lyndið, sum eru ymisk. Hon sigur, at sterka felagslívið í felagnum, heldur lív í sambandinum hjá børnunum og ommu- og abbabørnunum til Føroyar. Hetta síggja vit eisini dømi um henda sunnudagin: Triðja ættarlið av føroyskum útisetum, børn, ið práta danskt, men skilja føroyskt, venja føroysku tølini við foreldrum sínum. Her er ein kensla av felagskapi. Hetta er eitt føroyingafelag, sum heldur lív í føroyska samleikanum, hjá hesum nógvu útisetum. Heldur fram so leingi, sum hon orkar Elinborg er ein eldsál, ið hev­ur virkað í felagnum í eitt manna­ minnið, nú á gamalsaldrinum er hon aftur forkvinna í nevndini. Hon sigur, at hon ætlar sær at vera virkin, so leingi sum lív og heilsa lata hana vera tað. Hon hevur verið gift við manninum Sigmundi í 57 ár, og hóast hon hevur búð í Danmark í nógv ár, tosar hon føroyskt sum fyrsta dagin. Til Føroyar at ferðast Nú er løtan komin, at spælast skal um ferðina við Norrønu. Spenningurin er alsamt vaksandi, meðan skrivarin í felagnum Heini Davidsen lesur tølini upp. Pláturnar fyllast alsamt - nú verður ivaleyst skjótt bingo, bert fá tøl eru eftir hjá fleiri, Knappiliga rópar onkur BINGO! yviri við borðið hjá Stenberg/Nolsøe familjuni. Tað eru tey bæði elstu Tórálvur og Rigmor Stenberg, ið hava vunnið. Spenningurin er av í hølininum á hesum sinnið. Tórálvur og Rigmor eru sera glað fyri vinn­ ingin, og gleða seg til at sleppa til Føroyar at ferðast. Forkvinnan í føroyingafelagnum í Ballerup, Elinborg Joensen og maður hennara seinastu 57 árini Sigmundur Joensen Trý ættarlið av familjuni Nolsøe/Stenberg úr Sandvík vóru á BINGO, tað vóru tey bæði elstu Rigmor og Tórálvur Stenberg, sum vunnu høvuðsvinningin. Heini Davidsen læs sum vant tølini upp, fyrr plagdi Elinborg Joensen at lesa, men tá hon bar seg undan fyri nøkrum árum síðan, tók Heini yvir. Nevndin og veitslunevndin í føroyingafelagnum í Ballerup f.v. Tórálvur Stenberg, Arni Tegneby, Heini Davidsen, Ásvør Sørensen, Leiv Isholm, Elinborg Joensen og Hjørdis Jensen Leiv Isholm situr væl á kassanum í føroyingafelagnum í Ballerup Hildur Isholm er gift við kassameistaranum Leiv Isholm. Hildur er úr Kaldbak og er systir tann so navnframa veðurmannin Petur Skeel. Millum tey eldru var ferðin fyri tvey við bili við Norrønu til Føroyar høvuðsvinningurin, men fleiri av teimum yngstu hildu Lego kassan vera minst líka spennandi.