fríggjadagur 2. desember 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 2. desember 2005
34
Óli P. 70 ár
Anna V Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
- Fyri ein blaðteknara er Føroyar
eitt vælsignað land at búgva í.
Her hendir alla tíðina okkurt, tú
ikki kanst annað enn at undra
teg stórliga yvir. Í so máta eri
eg sera heppin, tí evnini at
undrast tykjast tíbetur ikki at
hava nakað við aldurin at gera,
sigur skemtarin, viðmerkjarin
og blaðteknarin, Óli P., nú hann
skjótt rundar tey sjeyti.
Nei, aldurin tykist ikki at
tyngja Óla stórvegis, og spurdur,
hvussu tað kennist at koma so
langt upp í árini, sær Óli eitt
syndur spyrjandi út
- Satt at siga veit eg ikki.
Eg burdi vist verið tigandi,
álvarsamur og vísur nú, men eg
eri alt ov barnsligur. So tað tú
sært, er bara snýt, eitt gamalt
hylki við einum smádrongi
innaní.
Tíðin rópar á satiru
“Ein einmansherur”, hevur
fyrrverandi bankastjórin, Jørn
Astrup Hansen, kallað Óla P., í tí
hann sipaði til tekningarnar, sum
eftir hansara tykki listarliga eru
í serflokki. Dygdirnar heldur Óli,
at onnur betri kunnu meta um,
men hatta við einmansherinum
kennir hann seg aftur í
- Sum blaðteknara kennir
tú teg rættiliga einsamallan í
Føroyum. Í grundini undrar tað
meg, at vit eru so fáir, tí fyri
mær tykist tað sum, at tíðin
rópar eftir satiru. Vit síggja eisini,
hvussu væl umtóktir Pipar og
Salt eru. Teir duga nettupp hatta
at punktera tað uppblásta á ein
sofistikeraðan máta, sum jú er
tað, sum eyðkennir góða satiru.
Við tað uppblásta meinar
Óli ikki bara politikarar, sum
taka seg sjálvar í so hátíðarliga.
Serliga hesi seinnu árini hevur
Óli undrast yvir, at alt er vorðið
so “mega feitt” ella “kanón
gott”. Eitt er, at tað ikki kann
passa, at vit eru so framúr góð.
Tað er eisini tíð uppá at vera á
varðhaldi, tá øll knappliga eru
vorðin so sára samd, tí tað merkir
sum oftast, at vit hava mist
nuansurnar úr eygsjón
- So øvut tað ljóðar, er ein tann
týdningarmesta uppgávan hjá
einføldu blaðtekningini at fáa
nuansurnar inn aftur í kjakið,
uttan at fólk skulu verða noydd
at draga seg ígjøgnum langar
kronikkir hvørja ferð.
Ikki tí, drúgvar kronikkir skulu
sjálvandi eisini til, slær Óli
fast. Men tað týdningarmikla
samfelagskjakið uppstendur
líka ofta í egningarskúrinum, í
kantinuni, umborð á ferjuni ella
hvar fólk nú einaferð hittast.
Fegni klovnurin
Sum tey flestu ivaleyst hava
varnast, er tað júst, har fólk
hittast í gerandisdegnum, at tað
ikki so sjáldan er dagsins tekning
hjá Óla P., sum fær ferð á kjakið.
- Tað gleðir meg at hoyra, tí
so er mítt endamál rokkið. Mín
tekning hevur onki lív, fyrr enn
hon fær eina reaktión. Tað er
hetta serliga samspælið millum
hendingina, sum tekningin sipar
til og tann, sum sær hana, sum
gevur blaðtekningini sín leiklut.
Øll duga og hava tíð at kveita
at eini tekning. Og tey flestu
fylgja so mikið við, at tey vita,
hvat hon snýr seg um. Men tað
allar týdningarmesta er nokk, at
humorin í henni gevur pláss fyri,
at øll kunnu sleppa framat við
eini viðmerking til tað, tekningin
sipar til.
Óli minnir á, at vilt tú drepa
alt kjak, skal tú bara fáa sannført
fólk um, at tey ikki hava skil fyri
at siga sína hugsan um eitthvørt.
Og hetta heldur hann er eydnast í
so væl í nógvum førum. Úrslitið
er, at fólk í ólukkumát ganga
við eini undirlutakenslu, sum
ger, at tey ikki tora at finnast
at tíansheldur blanda seg uppí
nakað sum helst
- Við mínum tekningum taki
eg tað heldur enn fegin á meg
at verða klovnurin, sum prikar
hol á arrogansuna, so tað verður
pláss fyri okkum øllum aftur. Eg
kenni tað frá mær sjálvum við
tí, sum er hent við tí føroyska
málinum. Har føli eg tað, sum at
onkur tók málið frá mær, og tá
eg fekk tað aftur, høvdu orðini
broytt týdning. Tað eru so nógv
dømi efturhondini. Eitt nú fái eg
knappliga at vita, at tað, sum fyrr
æt “positivur” nú eitur “jaligur”.
Javell, so siga vit tað. Men tað
má so merkja, at onkur nú kann
vera “HIV-jaligur”, gangi eg út
frá.
- Nú ljóði eg sikkurt sum eitt
gamalt grenj. Men gott er, tá man
skjótt fyllir 70, má man sleppa at
grenja eitt sindur.
Tekningin, ið manglar
Nú heilar hálvtriðjatúsund
tekningar hjá Óla P. eru givnar út
í bók, er tað freistandi at spyrja,
um nakað evni er eftir, Óli P. ikki
hevur havt blýantin í – okkurt
hann kanska ikki rættiliga hevur
hættað sær í holt við.
- Tú meinar evni, eg havi
malið um, sum ketta um heitan
greyt? Jú, meir enn so. Men tað
kemst ikki so nógv av, at evnið
í sær sjálvum er ov trupult. Í
prinsippinum kant tú tekna alt.
Tað, sum er umráðandi, er at
finna ein hóskandi vinkul, so
tekningin kann verða eitt íkast,
sum hevur okkurt meir uppá
hjarta. Annars er ongin orsøk at
tekna hana.
- Skal eg nevna eitt dømi,
má tað verða søgan um “Lítla
Petur”. Tann støðan er ómetaliga
ólukkulig, og tað eru ikki míni
ørindi at gera viðmerkingar til
hana. Men mátin, hon hevur
verið førd fram í fjølmiðlunum
hevur leingið órógvað meg,
Einmansherurin
Hann tekur tað
fegin á seg at vera
klovnurin, sum
prikar hol á tað
uppblásta, so tað
verður pláss fyri
okkum øllum aftur.
Sjálvur heldur Óli
P., at vit neyvan
hava havt meir
brúk fyri satiriska
broddinum enn
beint nú. Og enn
hevur hann ongar
ætlanir um at
gevast at hvessa
sær blýantin