fríggjadagur 2. desember 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 2. desember 2005
35
n við blýantinum
og átti fyri langari tíð síðani
at fingið onkra sjálvkritiska
klokku at ringt. Tað vandamikla
við slíkum søgum, sum so at
siga eru farnar at liva sítt egna
fjølmiðlalív, er, at ongin setur
spurnartekin við tær longur. Tað
ger tað ikki minni átroðkandi at
finna ein nýggjan vinkul, men tá
kann tað vera nærum ógjørligt at
raka á ein hátt, so fólk rakna við.
Persónliga fingramerkið
Men ber tað yvirhøvur til at
fáa fólk at rakna við av eini
tekning longur? Teldutøknin og
ógvusligi tíðindafloymurin hevur
jú langt síðani gjørt skakandi
myndatilfar til ein part av okkara
gerandisdegi
- Nettupp, og tí hevur tað
ongantíð verið meir brúk fyri
persónligu viðmerkingini.
Mongdin av upplýsingum ger
ikki fólk klókari, um øll bara
siga tað sama, ella kappast um,
hvør kann sjokera mest. Tað
verða fólk bara dul av til endan.
Tað skal eitt øðrvísi bit til, og
har meini eg veruliga, at tann
satiriska blaðtekningin hevur
ein serstakan eginleika at snara
tingunum so mikið, at fólk fara
at hugsa øðrvísi, kanska heilt av
nýggjum, sigur Óli.
At tað ber til, hava júst
tekningarnar hjá Óla sjálvum
prógvað best. Stutt eftir at Óli
var byrjaður sum blaðteknari á
Sosialinum, tók stóra kreppan
fyrst í nítiárunum dik á seg.
Búskaparligu hóttaføllini lúrdu
á hvørjum horni, og døpru
søgurnar í fjølmiðlunum tóktust
ongan enda at fáa.
- Kreppan gjørdist ironiskt nokk
mítt hepni. Samstundis sum
skipasmiðjan, har eg starvaðist,
lat aftur, lat Sosialurin upp fyri
stóru avbjóðingini hjá mær
sum blaðteknara. Stemningurin
millum fólk var næstan ikki til
at halda út. Alt var svart/hvítt
– fyri tað mesta bara kolasvart, og
tað sá veruliga ikki út til at vera
nakað eftir at flenna eftir. So eg
leyp bara út í tað við eitt sindur
av enn svartari humor, sum eg
billi mær inn loysti eitt sindur
upp á onkran hátt.
Óli ásannar, at beint nú sær
framtíðin hjá blaðtekningini
ikki so bjørt út. Nógv bendir
á, at blaðteknarar eru eitt tað
fyrsta, sum verður spart burtur á
eitt nú donsku bløðunum, sum
heldur velja at brúka myndir og
grafikk av ymsum slagi. Sjálvur
trýr Óli allíkavæl, at tað væl
kann hugsast, at blaðtekningin
fær eina renesansu um ikki so
langa tíð. Á øllum øðrum økjum
síggja vit, at fólk leita aftur til
tað sermerkta, tað sum víkir frá,
og hetta væntar Óli eisini kann
koma blaðtekningini til góðar.
Spurdur, hvørji góð ráð hann
hevur at geva einum møguligum
ungum blaðteknara, ivast Óli
ikki.
- Fylg væl við og tak ímóti
øllum hugskotum, men kopiera
ongantíð. Onkursvegna má ein
blaðteknari altíð gera hugskotið
til sítt egna, seta sítt persónliga
fingramerki á tað, tí tað er har frá,
allar komandi tekningar skulu
koma. Megnar hann ikki tað, er
best at gevast, meðan tíð er.
17 Skemt bøkur og hálvtriðjatúsund
tekningar er tað vorðið til, nú Óli
P. skjótt rundar tey sjeyti. Men enn
hevur speiski teknarin ognar ætlanir
at gevast at hvessa sær blýantin
Høvdingar hittast