fríggjadagur 2. desember 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 232 - 2. desember 2005
Johs. Andr. Næs
Í blaðnum »Birting« í 2004 hevði eg eina frágreiðing um
tann sorgartilburðin, sum fór fram í grindini í Sandvík
í 1915. Seinast í frágreiðingini viðmerkti eg, at eingin
ivi var um, at fleiri søgur og upplýsingar mundu finnast
millum fólk, men sum eg einki visti um. Eg segði meg
tí gleðan taka við fleiri frásøgnum og upplýsingum og
eisini rættingum, har eg møguliga hevði mistikið meg og
misskilt eitthvørt. Og rætt var. Her er eitthvørt at koma
umaftur við, og tí komi eg við hesum uppískoytinum.
Av tí, at »Birting« kemur ikki út í ár, verður hetta
uppískoytið prentað í Dimmalætting og í Sosialinum.
Mistøk
Jóan Jacob og Elias: Fyrst er tað mistakið at rætta, at
undir myndunum av brøðrunum Joen Jacobi og Eliasi
Petersen skal teksturin skiftast um. Tað er Elias, sum er
hattleysur, og Joen Jacob er í kolli (keppi).
Hans Pauli Poulsen: Eitt annað mistak í frágreiðingini
er, at maðurin, sum fann grindina, æt ikki Hans Pauli
Johannesen, men Hans Pauli Poulsen - Hans Pauli hjá
Ninna.
Danjal Pauli og fjallstavurin
Um Danjal Paula Holm er at siga, at hann henda
morgunin var farin til Fámjin at vitja gentu sína, áðrenn
grindaboðini komu til Hvalbiar. Á Hvalbiarfjalli frættir
hann frá trongisvágsingum, sum hann møtir, og sum
koma rennandi norðureftir, at grind er í Sandvík. Danjal
Pauli vendir við aftur og fer við trongisvágsingum at
renna til Sandvíkar í grind.
Í Hvalba koma teir í fylgi við Mortani Holm á
Fløttinum, sum eisini var á veg til Sandvíkar. Danjal
Pauli fer beina leið til Sandvíkar við fjallstavinum, sum
hann hevði havt á veg til Fámjin, í hond. Foreldrini á
Heyggi, Mortan og Elspa, vistu tí av ongum, at hann var
farin í grind í Sandvík, fyrr enn seinni. Tá ið teir koma
í Oddan í Sandvík - tað er har inni oman fyri sandin
- tá sigur Danjal Pauli við Mortan: »Mortan, eg seti
stavin her, tú tekur hann við tær, tá ið tú fer heimaftur!«
Hetta hugsaði Mortan einki meira um tá. Men tá ið
hann fór heimaftur til Hvalbiar seinni um dagin eftir
sorgartilburðin, har Danjal Pauli saman við svágrinum
Joen Jacobi og øllum hinum tólv var sundaður, tá runnu
orðini hjá Danjal Paula fram fyri hann; hann var illa við
og undraðist so sáran. Stavin tók hann heimaftur við
um Eggina og bar foreldrunum hjá Danjal Paula hann.
Dóttir Mortan á Fløttinum, Ása Enni, sigur, at faðir sín
hevði hetta fleiri ferðir á orði seinni í lívinum, og hann
undraðist á, hví Danjal Pauli hevði sagt soleiðis.
Bátarnir
Um bátarnar upplýsir Suni Joensen í Tórshavn - hann
er ættaður úr Sandvík - at Ørnin var sami bátur, sum
Kollan. Tað vóru summir, sum nevndu - eyknevndu
- bátin Kolluna. Suni Joensen veit eisini at siga, at
seksmannafarið Ritan var eisini við í drápinum, og at
Niclas hjá Elini hevði sum gamal maður sagt Suna frá,
at hann var við Rituni. Niclas hevði eisini sagt frá, at
teir báðir menninir, sum tóku Petur í Køkini, sum við
yvirmátti og í ørviti sat og helt sær á kjølinum á Falkinum,
vóru: Jóan Jacob Olsen - bóndin Uttan Ánna - og Rasmus
Nielsen - Rasmus á Stykkinum.
Lógvin í Sandvík
Í fyrstu grind, sum kom á Sandvík eftir skaðagrindina
- tað var 23. desember í 1939 - tá varð avrátt, at kønir
menn í Sandvík skuldu vera á innastu bátunum undir
drápinum. Heitt var tí á skilamannin Hans Paula hjá
Ninna - hann, sum fyrstur hevði sæð grindina í 1915
- um at vera innastur nú í 1939 undir drápinum. Men so
lúnsk er lógvin, at sjálvt um alt fyrivarni varð tikið - og
ódnarveður var ikki, hóast væl av vindi var, og lógvin
breyt - so tók eitt brot bátin, ið Hans Pauli hjá Ninna var
á, so at hann skjeyts eftir lið hálvfullur av sjógv inn á
sandin, men báturin hólvdist ikki, og eingin mannskaði
varð.
Stormgrindin
Nevnt var í frágreiðingini, at árið eftir í Stormgrindini
í Hvalba 28. november í 1916 gekk Petur í Køkini
á Hvalbiarsandi - Skálasandi - og var ikki í báti, tí
konan vildi ikki, at hann skuldi fara í bát. Hann helt
tá sum so mangur, at grindin fór at gera landgongd á
Hvalbiarsandi. Í frágreiðingini varð sagt, at grindin
doyði á Hvalbiarsandi, men hetta er eitt mistak. Hon legði
beinini á Lítlibøsandi.
Men seinast í drápinum í Stormgrindini var Petur
kortini farin í bát úti í Nesi. Jú, grindamaður var hann, og
mansevni var í Petur í Køkini.
Lítlibøsandur - Nessandur -. Vatnið er stutt oman fyri sandin
Áki Bertholdsen
Nú Stormgrindin er nevnd, fari eg í hesum sambandi at
nevna eina søgu um, hvussu miklan týdning staðkendir
og skynsamir skilamenn kunna hava og hava havt - eisini
í grindadrápi
Bróðir mín Danjal Petur - nevndur Allin - veit at
siga frá abba konu síni, Niclasi Uppi í Garði, at tá
ið Stormgrindin doyði í 1916 á Lítlibøsandi, eisini
nevndur Nessandur, var av ringasta stormi av útsynningi,
og sum tá altíð á hesi ættini var mikið glaðustrok í
Kjógvavatni inni í Dalinum - oftast nevnt Vatnið - og út
av Lítlibøsandi.
Niels Pauli í Geil var grindaformaður. Niclas Uppi í
Garði var altíð í grindabáti saman við Niels Paula.
Tá ið Niels Pauli heldur, at grindin er komin nóg langt
inn, sigur hann: »Stikk Niclas!« Niclas svarar: »Eg stingi
ikki, fyrr enn næsta glaðan kemur í Vatnið!« Hann segði
hetta av tí, at gamalt er, at grind gongur altíð á vindin.
Og so var eisini hesa ferð. Niclas stakk, tá ið hann sá
næstu glaðu í Vatninum, og tá stungu hinir bátarnir eisini.
Grindin gekk á glaðustrokið, og øll grindin - 127 hvalir
- gjørdi landgongd og legði beinini á Nessandi.
Til stuttleika kann verða nevnt í hesum sambandi, at
frá gamlari tíð hava hesar báðar sandstrendurnar í Hvalba
havt høvuðsheitini Hvalbiarsandur og Lítlibøsandur. Men
ofta verður Lítlibøsandur nevndur Nessandur, tí at hann
liggur í býlinginum í Nesi, sum eisini í gomlum døgum
hevur verið nevndur Lítlibøur.
Hvalbiarsandur, sum liggur millum býlingarnar í
Skálum og við Neyst, er deildur í tvíningar við ánni, sum
har hevur runnið í allar tíðir oman á sjógv. Tann parturin,
sum er nærri býlinginum við Neyst, verður ofta nevndur
Neystasandur, og tann parturin, sum er nærri býlinginum
í Skálum, verður nevndur Skálasandur. Hesi nøvnini eru
sjálvandi komin fram, tá ið meira nágreinliga skal verða
nevnt tað, ið verður umrøtt, til dømis tá ið hvalirnir liggja
á Skálasandi ella á Neystasandi, tá ið farið verður at
skera upp.
Jenis á Hamri
Heimi í Stovu
Mynd: Steingrím Niclasen
Skaðagrindin í Sandvík í 1915
- eitt uppískoyti
Sandvíksfjørður
Mynd: Áki Bertholdsen