Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-02, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 2. desember 2005 37 Eyðvitað hevði hvør av teimum fjúrtan, ið sundaðust í Skaðagrindini, sína lívsætlan, tá ið lívstráður teirra so brádliga slitnaði. Summir búnir menn við konu og børnum, men teir flestu ungir menn og dreingir við lívsdreymum á leiðini fyri framman. Ikki allir dreymar verða opinlýsir, men tá ið tú setir teir í verk, verða teir, ið hvussu er, sjónligir. Soleiðis var við Jenisi á Hamri - ein av vakrastu unglingum og manniligastu mansevnum. Hann var elsti sonur Niels Petur á Hamri, kongsbónda Heimi í Stovu, og stóð til festið einaferð eftir faðir sín. Nú var hann komin til giftingar við Súsannu Frederikku Næs úr Nesi. Tey gomlu bóndahúsini høvdu sæð sínar bestu dagar, og tí hevði hann bygt nýggj stór hús í nýggjum sniði beint niðan fyri tey gomlu. Tey nýggju húsini vóru við tveimum íbúðum. Foreldur og yngru systkin skuldu nú búgva í aðrari og Sanna og hann í hinari. Húsini stóðu liðug at fara í - tá bygdu menn húsini, áðrenn teir giftust - men so slitnaði lívstráðurin brádliga hjá Jenisi henda skaðadagin, og alt gjørdist øðrvísi. Júst á Hamri Júst Hammer á Hamri í Hvalba var ein av teimum fjúrtan, sum doyðu í grindini í Sandvík í 1915, men hann var ein av teimum átta, sum komu aftur á land og fingu eina grøv í kirkjugarði. Hann var grivin undir liðini á faðir sínum Johannesi, sum doyði í 1910. Tað bar ikki til at framvega mynd av Jústi í »Birting« í 2004. Myndin kemur tí við í hesum viðfangi saman við nøkrum orðum um konuna Mortinu sum eitt dømi um manga sjómannakonu, ið hevur upplivað sorgarleik oman á sorgarleik. Júst og Mortina, ið var ættað úr Hovi, settu búgv á Hamri í Hvalba, har hann tá hevði bygt stór og prýðilig hús. Húsini hjá Júst á Hamri Tekning hjá Jónu Guttesen Júst var sjómaður - um várið og um summarið skips­ maður, um heystið og um veturin útróðrarmaður, soleiðis sum vanligt var hjá húsmonnum tá ið tíðini. Tá ið hann doyði í februar í 1915, 27 ára gamal, átti hann tvey ára gamla sonin Johannes Andreas, og um summarið føddi konan Mortinahonum dótrina Jústu. Nøkur ár seinni giftist Mortina við Petur Mohr Mortensen, bónda í Kálgarði í Øravík, og flytir hagar sum bóndakona við báðum børnunum. Hetta arbeiðið fall Mortinu væl. Hon var eitt arbeiðsgrev, skilagóð, dugandi og hartil gestablíð. Við Petur Mohr fekk Mortina trý børn: Mariu, Mariannu og Erik. Erik var føddur um summarið í 1930. Men henda sama veturin - 15. desember í 1930 sat Mortina aftur einkja á øðrum sinni og meira enn tað, tí sonurin Johannes í fyrru giftu var við í hesum sorgarleiki, nú 18 ára gamal. Hann var føddur 16. oktober í 1912. Johannes Andreas Hammer, f. 16. okt. í 1912, d. 15. des. í 1930 Mynd: Marjun Bæk Øravík er lítil bygd. Tá ið so heil bátsmanning gongur burtur, kennist sorgin sár og missurin stórur. Tað var tað, sum hendi 15. desember í 1930, tá ið áttamannafarið - innstalleringur - »Grani« úr Øravík gekk burtur á útróðri við fimm monnum. Við bátinum vóru: Úr Kálgarðinum báði Petur Mohr Mortensen, kongsbóndi, 47 ára gamal og Johannes Andreas Hammer, 18 ára gamal. Úr Úti í Garði - bóndahúsunum beint omanfyri hjá Jóan Petur Mortensen, kongsbónda, og konuni Lenu - tveir synir, Mortan 22 ára gamal og Jóhannes Evald 18 ára gamal. Móðir teirra, Lena, var stystir Mortinu í Kálgarðinum. Fimti maðurin, ið var við »Grana« henda dagin, var Hans Petur Poulsen - Hans Petur Oman Garða - ið ikki hevði fylt 38 ár. Eftir hann sat einkjan, Lena, við 7 børnum - tað elsta tólv ára gamalt, og tað áttanda barnið bar hon undir belti. Triðingurin av tí tilkomna mannfólkinum í bygdini var henda dagin horvin alt í einum. Eftir slíkar sorgardagar hevur ein so lítil føroysk bygd leingi um at koma fyri seg aftur og ikki bara tey hús og avvarðandi, sum mist hava. Øll bygdin hevur mist og syrgir. Tað gjørdi ikki sorgina minni hjá Mortinu, at hon nøkur ár seinni eisini misti dóttrina Mariu av sjúku átjan ára gamla. Tá hevði samfelagið onga skipaða hjálp til einkjur og faðirleys. Tað var Guds hjálp at líta á. Frændur, vinir og grannar royndu sítt besta, og mangan fingu slíkar einkjur eina áfrásigiliga styrki og eitt sjáldsama virðismikið lívsmót til at vara um børn og heim. Soleiðis var eisini báði hjá Mortinu í Kálgarðinum og einkjuni eftir Hans Petur Oman Garða, Lenu. Ungi ørvingurin Jacob Mortensen í Mýruni gav sorgini um burturgingna útróðrarbátin »Grana« orð í sangi, hann setti í Dimmalætting 22. desember í 1930 við yvirskriftini: Nogle Mindevers: Lag: Her koma, Jesus, tíni smá Nu er der Jul i alles Borg, mens andre bær´ den tunge Sorg, som mistet haver deres kær´ nu Juleglæden er os nær. Paa Søen dør saa mangen Ven, i Verden ses vi ej igen, men haaber dog vi skal engang, i Himlen mødes dér med Sang. Der høres nu saa sørgelig: Fem Mand er død fra Ørdevig, de ud paa Søen drog med Flid, dem Herren kaldte hjem til sig. Naar Herren kalder, maa vi gaa, om end det er paa Bølgen blaa. Det hjælper ej at sige nej, naar Herren raaber: Kom til mig! Til Julen alle glæder sig, men Sorg er der i Ørdevig. Vi mistet har og mistet stort, og Julen synes os saa sort. Vor Gud, du trøster de Enker vist og de Forældre, som Sønner har mist! Det, som du gør, er altid bedst, saa vær du deres Julegæst! Og hun, som er Enke anden Gang, i Søen mistet sin første Mand, og Sønnen, som var voksen Mand, ogsaa sin Død i Bølgen fandt. Vi var som Brødre, hvor vi sad, men nu har Døden skilt os ad. Farvel, I, vore Venner kær’, vi mødes ej i Verden mer’! Frásøgufólk: Ása Enni, Tvøroyri Oliver Enni (bræv) Suni Joensen, Tórshavn Danjal Petur Næs (Allin) Hvalba Sí eisini grein í »Birting« 2000: ”Útróðrarbátur úr Øravík gongur burtur - 70 ára dapurt minni” Dimmalætting 22. des. í 1930 Føroyatíðindi 23. des. í 1930 Júst Hammer á Hamri, f. 15. mai í 1888. d. 13. februar í 1915 Mynd: Mia Jakobsdóttir Kona Júst, Mortina, f. 21. mai í 1889, d. 23. mars í 1967 Mynd: Mia Jacobsdóttir Øravíkar bygd í 1950 Mynd: D.J. Mortensen