fríggjadagur 2. desember 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 232 - 2. desember 2005
Konsertferð
Orð: Eyðun Müller Thomsen
eydun_t@hotmail.com
Myndir: Eyðun Müller Thomsen,
Eddie Jacobsen
Seinni partur
Gaukur á Stong.
ROCK’N’ROLL!!
Klokkan var 24:00, og tey
stóru hølini í Gaukur á Stong
vóru proppað við fólki. Hetta
var seinna og síðsta konsert
in hendan dagin. Gotiski
rokkbólkurin Dimma byrjaði
konsertina og fingu teir fólkið
upp á kók. Næstur á pallinum var
48 Pages. Eitt sindur av iva var
um, hvussu fjøldin fór at taka
ímóti føroysku bólkunum, tí at
íslendsku rokkararnir vóru heilt
annarsleiðis og fangaðu fjøldina
uppá ein ófórkláraðan máta.
48 Pages løgdu út við einum
knasandi lagi, men av tí at teir
ikki fingu ein ljóðprøva gjørdi
tað, at summi elektronisk ljóðføri
ikki komu ígjøgnum annleggið.
Og so var ljóðið heldur ikki tað
besta. Fjøldin minkaði sera skjótt,
og tað kiksaði meira og meira
hjá bólkinum. Men sum altíð,
so endaði tað við, at teir fingu
nakrar herligar fjepparar, sum
sótu í einum hjørni og vóru skít.
Aftaná framførsluna hjá 48
Pages var SIC næst og síðst á
skránni. Tað vóru øgiliga merki
ligar vibratiónir í húsinum, og
tað gjørdi tónleikaranar øgiliga
forvirraðar. Men so skjótt, sum
SIC byrjaðu at leika í, komu fólk
spakuliga innaftur á gólvið. Tað
gingu eini 3 løg, og so var gólvið
hálvt fult aftur. SIC góvu teirra
extremu og sum hvørja ferð
ógloymandi framførslu, har teir
enn einaferð tóku øll alvorliga
á bóli. Fólk headbangaðu
(dansaðu) og róptu av gleði.
Konsertin endaði so við at verða
ein fín konsert. Merkilig, men
fín.
Tónleikamiðstøðin. Eingin
fjøld. Bjóðaðir til Italia
Næsti dagurin var 5.november
og dagurin byrjaði sjálvandi
við einum deiligum túri oman
í uttandura svimjihøllina at
frískast upp til tann langa dagin,
sum bíðaði.
Aftaná hetta varð kósin
sett ímóti Hellirinn. Tónleika
miðstøðin í Reykjavík. Tað var
eitt risastórt hús, har meira enn
80 tónleikabólkar hildu til, tó
eini fýra í hvørjum høli. Bert
ein maður var aftanfyri hetta.
Maðurin, sum skipaði fyri kon
sertini, Danny Pollock. Ein
ordans rokkari í sínari egnu verð,
sum einsamallur hevði keypt
húsið fyri nakrar góðar milliónir.
Hann stóð fyri øllum í húsinum.
Konsertum, ljóðprøvum og
tónleikahølinum. Hann minti
nógv um okkara egna Karl Anton
Klein, sum er leiðari á ART,
uppiyvir Margarinfabrikkini í
Tórshavn.
Ljóðprøvar vóru hildnir, og alt
riggaði væl. Staðið var spennandi
og føroysku tónleikabólkarnir
væntaðu eitt ordans brak seinni á
kvøldi. Síðani setti man kós aftur
ímóti Hotel Ørkini, har Karl
Anton hevði gjørt døgurða. Einir
tveir tímar gingu, og man møtti
upp á Hellirinn frískur og glaður,
aðrir minni frískir, men glaðir.
Konsertin byrjaði klokkan
21:00, og fólk byrjaðu so smátt
at koma. Tríggir íslendskir rokk
bólkar spældu fyrst, og síðani
komu 48 Pages á pallin. Ikki
visti nakar hví og hvat. Men
knappliga var fjøldin vekk.
Og einasta fólkið í hølinum
var manningin í SIC, Karl
Anton og ljóðmaðurin. Hetta
var sera løgið, men øll fingu
flent gott ígjøgnum, og 48
Pages smekkaðu til við einum
orkufullum lagi. Tað var ein feit
framførsla, ið kom frá bólkinum
hetta kvøldið. Spældi væl og alt
gekk, sum tað skuldi. Næstan.
Síðani komu SIC á pallin við
einum annarsleiðis smíli enn
vanligt. Man kundi ikki rættiliga
finna út av, hvørjum man skuldi
spæla fyri. Men alt var cool, og
SIC tendraðu bumbuna. Hesaferð
nakað minni ógvusligt enn aðrar
ferðir. Kanska tí at eingin serlig
fjøld var á gólvinum. Mikkjal
stóð einsamallur og framførdi á
pallinum, og tað sá heilt syrgiligt
út. Hinir tónleikararnir stóðu
sum nakrir tinsoldatar.
Konsertin endaði, og man fór
backstage at slappa av, áðrenn
man skuldi pakka øll ljóðførini
niður aftur í vognin. Ímeðan
man sat har aftaná eina alvorliga
løgna konsert, kom ein ung kona
yvir til 48 Pages. Hon hevði
sæð framførsluna og elskaði
hana. Hon vildi gjarna umboða
bólkin í Italia. Hennara heimland.
Hon fortaldi eina rúgvu og bað
okkum kontakta seg aftur, tá ið
vit vóru heima í Føroyum aftur.
6. november og seinasta
konsertin er á skránni. Allir
tónleikaranir vóru meir ella
minni útkoyrdir, men vónaðu,
at hetta kundi enda við einum
góðum endabraki. Áðrenn farið
varð til konsertstaðið, vóru
vit einir 5, sum hoppaðu inn í
bilin og drønaðu avstað til Bláa
Lónið, so vit kundi slappa heilt
av. Tá tað var yvirstaðið gjørdi
man klárt at fara til næsta og
síðsta spælistaðið. Dillon at
staðið. Ein kend lítil barr mitt á
gongugøtuni. Vit skuldu spæla
saman við kenda orkestrinum
Sign. Húsið var lítið, so tað bleiv
rættiliga skjótt fult. 48 Pages
byrjaðu og góvu so eisini teirra
bestu framførslu á túrinum og
fingu fólk í gott lag. Fjøldin
klappaði óført og 48 Pages vóru
væl at merkja í toppformi.
SIC spældi aftaná og góvu enn
einaferð eina ótrúliga framførslu
við orku og følilsi. Tað var so
nógv power í tónleikinum, at fólk
rullaðu inn gjøgnum dyrnar. Tá
SIC høvdu spælt sín tónleik kom
íslendski bólkurin Sign fram á
pallin og framførdu teirra glam
rokktónleik. Eitt skal man vita.
Tað er farligt at upptraðka á
einum palli aftaná ein bólk sum
SIC, tí meira power enn tað, sum
er í teimum, er ringt at finna.
Men íslendski bólkurin fekk eina
fína konsert burturúr.
Tiltakið var liðugt og kon
sertferðin var at enda. Allir
tónleikararnir vóru sera nøgdir
við túrin og høvdu eina rúgvu
at arbeiða ímóti, tá ið man
heimaftur var komin. Ein
læruríkur túrur við nógvum av
bjóðingum. Vit vilja ráða einum
og hvørjum tónleikara at gera
slíkar konsertferðir. Takk til Karl
Anton Klein, leiðara.
www.entersic.com
www.48pages.net
Stuðlar
Vit vilja sjálvandi takka øllum
stuðlum fyri teirra hjálp. Uttan
hesar hevði túrurin ikki blivið til
nakað.
Tøkk til:
Atlantic Airways – Norden
– Smyril Line – Mentamálaráðið
– Barnabata – Fitur – Tórshavnar
Býrað – Mentunargrunn
Landsins – Spren Rex – Sosialin
- BP.
Føroyskt heavy metal fekk Ísland at smelta
Fyrst í novembur mánaði vóru føroysku tónleikabólkarnir SIC og 48 Pages í Íslandi, har teir góvu 5 konsertir. Við
bólkunum og sum ferðaleiðari var Karl Anton Klein, sum mangan fyrr hevur skipað fyri tílíkum túrum.