fríggjadagur 2. desember 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 2. desember 2005
39
BLÚS ÚTGÁVA
Rokur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Go Go Blues hevur verið ein sera
virkin bólkur, síðan teir vunnu
stóru Atlantic Music Event kapp
ingina. Teir hava spælt nógv, og
eisini hava teir gjørt um seg á
15 teimum bestu við “dúdúdú
dúdúdú”-lagnum. Tað tykist sum
um bólkurin bara gerst betur og
betur umtóktur millum fólk, og
nú kunnu teir mongu fjepparirnir
gleða seg til eina kærkomna
útgávu frá Go Go Blues. Hendan
verður tann seinna hjá bólkinum.
Go Go Blús á Velbastað...!
Jú, tað er so. Onkur lesari hugsar
kanska, at nú hava blúsmennirnir
verið í so vátligir, men tað er
í øllum førum ikki tí, at teir
leitaðu sær til Velbastaðar.
Go Go Blues hava júst verið
í upptøkuhøli í bygdarhúsunum
Sólarmagn á Velbastað. Teir
tríggir (Uni, Arnold og Rógvi)
høvdu sett 14 dagar av til at taka
tónleikin upp, men tá ið ein vika
var liðin, vóru teir longu lidnir
við upptøkurnar.
Uni fortelur at hann heldir
at upptøkurnar hava gingið
serstakliga væl, og teir eru allir
sera væl nøgdir við tónleikin,
sum nú er festur á band.
“Vit eru sera glaðir fyri upp
tøkurnar”, sigur hann, “tað
hevur verið deiliga hugnaligt og
óformelt, og vit hava bara tikið
tað heilt róligt.
Tá ið eg spurdi Una, um hví
ein bólkur tekur eina fløgu upp
í bygdarhúsinum á Velbastað,
heldur enn at leita sær inn í eini
framkomin upptøkuhøli, greiðir
hann frá, at tað eru fleiri orsøkir
til tess. Tá ið tú fer inn í eini
góð upptøkuhøli, ásannar tú at
tað er ein dýrir umgangur. Tí
mást tú skunda tær nógv við at
fáa tónleikin innspældan sum
skjótast, og tískil missur tú
ofta stemningin í tónleikinum.
Tónleikurin verður ov stívur og
mekaniskur, og tað er ikki tað
ljóðið, ið Go Go Blues leggja seg
eftir. Teirra tónleikur er merktur
av jammi og intensiteti, og tí
leitaðu teir eftir einum hølum ið
vóru hugnalig og helst ikki ov
dýr at leiga.
Men hvussu er ljóðgóðskan?
“Í dag kann ein næstan taka
upp allastaðni”, greiðir Uni frá.
Útgerðin er ikki so stór sum fyrr,
og tí er tað lætt at stilla hana
upp næstan allastaðni. Men Uni
viðgongur tó at ljóðgóðskan
kanska hevði verið betri, um
tónleikurin varð upptikin í einum
góðum upptøkuhøli, men heldur
fast í, at Go Go Blues ikki høvdu
fingið tann stemningin inn í
tónleikin, sum teir fingu við at
taka upp í Sólarmagn.
“Tað er eisini deiligt, at Velba
staður liggur uttan fyri Havnina,
tí so renna menn ikki ørindir í
heilum”, sigur Uni við einum
skemtiligum tóna.
70´ara rokkur
Hvat kunnu vit vænta av
nýggju fløguni? Hvat er tað
fyri tónleikur? Uni staðfestir
beinanvegin, at talan er enn
um blús tónleik. Men tó skal
ongin ivi verða um, at nýggi
tónleikurin brýtur frá tí, sum vit
vanliga seta í samband við Go
Go Blús. Ljóðið og tónleikurin
hava fingið eina 70´ara rokkutta
kenslu yvir sær. Hetta ljóðið
hevur spakuliga ment seg undir
venjing og spæling, og teir eru
allir á einum máli um, at tað
ljóðið er ordiliga feitt.
“Allir í bólkinum dyrka ljóðið
í 70´ara rokkinum, so tað er
bara natúrligt, at vit draga
eitt sindur av tí inn í okkara
tónleik”, fortelur karismatiski
frontmaðurin.
Hóast tónleikurin er innspæld
ur, verður fløgan neyvan at finna
í sølubúðunum beinanvegin.
“Fløgan kemur ikki út til jóla”,
sigur Uni. Nú fara blúsarnir at
leita eftir einum persóni, sum
skal ljóðblanda fløguna, og Uni
hevur nakrar avgjørdar meiningar
um, hvussu hetta skal fara fram.
“Vit vilja allarhelst finna eina
stóra kanón til at ljóblandað
fløguna. Hetta skal verða ein
kendur persónur, sum eisini
hevur verið aktivur í 70´unum.
Hetta tí at vit leggja okkum eftir
hesum sermerkta ljóðinum, og tí
er tað ein stórur fyrimunur, um
viðkomandi hevur royndir við tí
ljóðinum” fortelur Uni.
Tað er ikki enn vist, hvat
felag gevur fløguna út. Teirra
umboðskvinna leitar í løtuni
eftir einum hóskandi felag. “Og
hetta kann eisini taka eitt sindur
av tíð”, vísir Uni á. Ofta er tað
eisini so, at tann persónurin,
sum skal ljóðblandað fløguna,
er knýttur at einum felag, og tí
mugu vit bara bíða við at avgera
nakað fyribils, sigur Uni at enda.
Vónandi skulu føroyingar sum
útlendingar ikki bíða alt ov leingi
eftir heitu tónunum frá okkara
fremstu blúsarum.
Go Go Blues á Velbastað...!
Bólkurin sum vann AME 2005 er nú ávegis við nýggjari fløgu.
Sangarin og gittar leikarin Uni Reinert Debes sigur við Sosialin, at
fløgan brýtur frá tí, sum vit vanliga kenna frá Go Go Blues