fríggjadagur 2. desember 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 2. desember 2005
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Urd Johannesen, fulltrúi
í Mentamálaráðnum
Hvørja bók lesur tú í løtuni?
- Eg lesi Angels and Demons
eftir Dan Brown, sama høvund,
ið skrivaði nógv umtalaðu bókina
The Da Vinci Code, sum eg eisini
havi lisið. Mær dámar væl bøkur,
sum geva innlit í nýggjar verðir
og vitan, men sum samstundis
fortelja eina góða søgu. Báðar
bøkurnar seta spurningar við
rættiliga rótfestar hugsjónir í
okkara mentan og søgu, og hetta
haldi eg er spennandi, óansæð
um eg eri samd ella ikki við tí, ið
verður ført fram.
Er tað onkur bók, tú minnist
serliga væl?
- Skal eg velja eina, má tað
verða Det dyrebare liv, brøvini
hjá Jørgen-Frantz Jacobsen til
William Heinesen. Kanska bókin
“fann” meg í røttu tíð, men eg
havi sjáldan verið so bergtikin
av eini bók, hon tyktist vera
ein opinbering. Vanliga lesi eg
eina bók, leggi hana frá mær
og fari víðari til ta næstu. Men
hesa bókina havi eg vent og lisið
nógvar ferðir. Hon er lívsjáttandi
og nemur við nógvar ymiskar
kenslur. Tónleikur hoyrist næstan
á hvørjari síðu. Hon gav mær
so nógvan íblástur, at eg kastaði
meg út í eina stóra verkætlan
og fekk Sunleif Rasmussen
at skriva tónleik til brævið
“Nytårsouverture”. Ein onnur
bók, ið hugtók meg nógv, er The
Pillars of the Earth eftir Ken
Follett. Hon hevur nakað av tí
sama í sær, sum bøkurnar eftir
Dan Brown, har ein ørgrynna av
áhugaverdum fakta upplýsingum
eru tvinnaðar inn í eina ótrúliga
góða søgu. Meðan eg búði í
London, las eg tríverkið hjá
Philip Pullman, og hetta eru
spennandi og tankavekjandi
bøkur. Tann síðsta, ið eg havi
hug at nevna, er The Chosen
eftir Chaim Potok, sum handlar
um vinskap ímillum tveir
átrúnaðarligar mótpartar – nakað,
ið má sigast vera rættuiliga
viðkomandi í dag.
Hvør var tín fyrsta lesiuppliving?
- Pápi mín plagdi at lesa fyri
okkum børnum, áðrenn vit
sovnaðu, og hetta er nakað, ið
eg minnist sera gott aftur á.
Eisini minnist eg sera væl, tá
okkara fitta klassalærarinna
las bókina Jugga fyri okkum í
1. ella 2. flokki. Mær tókti so
synd í honum, tí hann var sera
fátækur, og klæðini vóru vaskað
í Ganges-ánni. Fyrstu bókina,
eg minnist, at eg sjálv las, vóru
bøkurnar um italsku børnini
Giuseppe og Mariu. Heilt upp til
10. flokk høvdu vit klassalærara,
ið las bøkur fyri okkum. Hetta
eru nakrar av bestu løtunum,
eg havi at minnast aftur á frá
skúlatíðini.
Hvørja bók vildi tú ynskt, tú
hevði lisið?
- Eg vildi ynskt, at eg hevði tol
til at lesa verkini eftir William
Shakespeare, men onkursvegna
tykist málið óatkomiligt, tá ein
ikki hevur fingið tað borðreitt á
skúlabonki. Annars eru nógvir
aðrir klassikarar, ið eg kundi
hugsað mær at lisið, men við
smábarni í húsinum, eigi eg ikki
tíðina í løtuni. Hugsi viðhvørt
um høvundan Frank McCourt,
sum í bókini T’is fór grátandi út
úr bókasavninum í New York, tá
tað gekk upp fyri honum, at tað
vóru túsundtals bøkur, ið hann
aldri fekk lisið, tí lívið er ov stutt.
Hvørja bók ynskir tú tær í
jólagávu?
- Móðurmálsorðabókina. Heilt
einfalt, tí eg vil duga betur
føroyskt. Tað er eingin loyna,
at nógv tær flestu bøkurnar,
ið eg havi lisið, hava verið
á fremmandamáli. Tá ið eg
var ung, helt eg, at úrvalið av
føroyskum bókum var rættiliga
avmarkað. Hetta er nógv broytt,
og eg gleðist yvir allar barna- og
ungdómsbøkurnar, sum eru á
føroyskum í dag. Men hjá mær
hevur úrslitið verið, at eg ikki eri
so stinn í føroyska málinum, sum
eg kundi ynskt mær.
Bøkurnar og eg
Z
Isabel Allende, El Zorro,
Comienza la leyenda,
Umsett: Iben Hasselbalch,
En legende fødes,
Gyldendal, 2005
Isabel Allende
Í bókini sigur Isabel Allende
dramatisku søguna um spansk-
indianska drongin, sum vaks upp
í Kalifornia, og hvørs eydnudjór
er revurin: el zorro. Sum 15
ára gamal verður hann sendur
til Barcelona at stríðast móti
harðræðinum hjá Napoleon.
Nøkur á seinni kemur ungi
maðurin heim aftur til eitt
Kalifornia, tyngt av harðskapi,
kúgan og órættvísi. Restina
av søguni kenna flestu (smá)
dreingir. Zorro lat seg í svørtu
hálvmaskuna, gjørdist hetja, og
heimskent vørumerki.
Minni alment er tað, at nýggja
bókin hjá Allende er ein bíløgd
uppgáva frá eigararnum av
vørumerkinum Zorro. Tað kann
man so meina um, hvat man vil,
men bókin hóskar í grundini væl
inn í ritverkið hjá Allende. Hon
er orðarík, fantasirík og søgan
gongur við rúkandi ferð í onkrum
slagi av new age magiskari
realismu, sum eftirhondini er
vorðið vørumerkið hjá Allende.
Lesarin verður undirhildin
í besta dreingjabókastíli frá
byrjan til enda. Verri er tað við
høvundanum, sum móti endanum
viðgongur, “at frá einum
skaldsligum sjónarmiði er lítil
spenningur í slíkum søgum, sum
hoyra barndóminum til. Tí børn
eru, við fáum undantøkum, eitt
sindur keðilig.”
Slíkar viðmerkingar geva
frásøgnini ein humoristiskan
dám, men fáa vørumerkið hjá
Allende at síggja heldur ivasamt
út.
Hvat nú, um ...
Philip Roth, The plot Against America,
Houghton Mifflin Co., 2004
Philip Roth
Endamálið við øllum skaldskapi
er at ímynda sær “Hvat nú,
um ...”, segði amerikanski
rithøvundurin Philip Roth í eini
samrøðu herfyri.
Í síni nýggjastu skaldsøgu
The Plot Against America
ímyndar Roth sær, at heimsgitni
flogskiparin og jødahatarin
Charles A. Lindbergh vann
amerikanska forsetavalið í
1940. Úrslitið av valinum
fær ræðsluna at krúpa inn um
dyrnar hjá familjuni hjá Roth
og øllum øðrum jødum í USA.
Stutt áðrenn valið hevði tann
veruligi Lindbergh nevniliga
alment ákært jødarnar fyri
sjálvsøkið at kroysta USA út í
eitt meiningsleyst kríggj. Ein av
fyrstu uppgávunum hjá nýggja
forsetanum verður at fáa í lag
eina “semju” við Hitler, hvørs
jødahatur Lindbergh tóktist at
góðtaka uttan trupulleikar.
Í eini óhugnaliga sannlíkari
frásøgn lýsir Roth, hvussu tað
kendist hjá sær og síni familju at
liva í jødahatska skugganum av
valskeiðinum hjá Lindbergh, har
jødafamiljur høvdu alla ørsøk til
at vænta tað ringasta.
Byrjararar kunnu gleða seg
til, at høgt metta skaldið Philip
Roth neyvan hevur verið meir
atkomiligur enn í The Plot
Against America, samstundis
sum kennarar skíra bókina eitt
meistaraverk – og halda tað
vera tíð uppá, at Roth fær Nobel
virðislønina.
Bókin
kemur út á
donskum í
næsta mánað.
Bókin Det dyrebare liv, brøvini hjá Jørgen-Frantz Jacobsen til William Heinesen, hugtók Urd Johannesen so nógv, at
hon fekk Sunleif Rasmussen at skriva tónleik til eitt av brøvunum
Eg ynski mær bøkur til jóla
40