fríggjadagur 2. desember 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 2. desember 2005
41
– Vinnuspírar eiga at
fáa betri stuðul. Tað
hevði verið ein íløga
hjá samfelagnum,
sum væl hevði loyst
seg, heldur Marita
Rasmussen, samskipari
í Vinnuhúsinum
Íverksetarastuðul
Áki Bertholdsen
aki@sosisalurin.fo
Vinnuspírar í Føroyum, sum hava
góð hugskot, eiga at fáa betri
stuðul frá tí almenna.
Tað heldur Marita Rasmussen,
samskipari í Vinnuhúsinum.
Hon sigur, at íverksetarastuðul
er ein góð íløga fyri samfelagið,
tí tað er ein íløga, sum gevur
samfelagnum nógv aftur.
Men hon heldur ikki, at tær
skipanir, vit hava, eru nóg góðar.
– Tað er tungt at arbeiða
við nýggjum vinnuætlanum.
Íverksetarar eru ofta vanlig
fólk, sum mangan eiga lítið
av pengum. Tí er brúk fyri
skipanum, sum kunnu lofta
hugskotum og sum kunnu hjálpa
og vegleiða vinnuspírum til
teir eru komnir á mál og til tað
vísir seg um talan er um eina
burðardygga ætlan ella ikki.
Hon sigur, at í londunum
rundanum okkum hava tey
eina meiri miðvísa íverksetara
menning, enn vit hava í Føroyum,
tí har eru skipanir, sum ráðgevur
hvørjum einstøkum íverksetara,
sum hevur eitt hugskot. Hinvegin
skulu slíkar skipanir eisini kunna
fortelja íverksetarum tað, tá ið
hugskotini ikki eru so góð so
at ikki óneyðugar kreftir verða
brúkar upp á tað.
Marita Rasmussen sigur, at
tað er heldur ikki so, at als ongar
skipanir eru í Føroyum, sum
íverksetarar og vinnulív annars,
kunnu troyta fyri at koma framá.
– Vit hava ymsar skipanir, bæði
almennar og privatar, men tað er
ikki nógv, sum miðvíst hevur til
endamáls at stuðla íverksetarum
burturav og eg kundi hugsa mær,
at tær almennu skipanirnar vóru
betri.
Av almennum skipanum, sum
stuðla vinnulívinum, kann
nevnast Framtaksgrunnurin, sum
vinnulívsfólk kunnu søkja um
eginpening úr.
Haraftur er Vinnuframagrunn
urin, sum vinnulívsfólk kunnu
søkja um pening úr til ymsar
ætlanir.
– Men tað er ikki beinleiðis
miðað ímóti íverksetarum, men
meiri ímóti vinnuni sum heild.
Játtanin tikin av
Annars harmar tað Maritu
Rasmussen, at TK-stovan fekk ta
lagnu, hon fekk.
– Vit høvdu TK-stovuna, sum
ráðgav fyritøkum og fólkum
við góðum hugskotum. So
varð TK-stovan løgd saman
við Menningarstovuna og
skuldi so halda fram har. Men
tað gekk heilt skjótt, so varð
játtanin til stovnin skerd so nógv,
at ráðgevingin til einstakar
fyritøkur mátti halda uppat og
tað heldur hon var spell.
Umframt tær almennu skip
anirnar, eru eisini aðrir grunnar.
Eitt nú er Notio, sum kann seta
pening í vinnuligar ætlanir,
men tað er meiri á vinnuligum
grundarlagi. Somuleiðis hava
Sparikassagrunnurin, Notio
og Framtaksgrunnurin stovnað
Set, sum er ein grunnur við
sáðkapitali í. Nevndin í Set hevur
seks milliónir at ráða yvir og í
hesum føri er talan um váðafúsan
kapital.
Somuleiðis hava Suðuroyar
Sparikassi og onnur sett íløgu
felagið, Kveiking, á stovn, men
eisini tað felagið er stovnað á
vinnuligum grundarlagi til at seta
pening í burðardyggar ætlanir.
Uppaftur aðrir grunnar eru
Royndin hjá LÍV, Tjaldur hjá
Skipafelagnum og nýggjasta
skotið er partafelagið 14. Her
er alt talan um meiri ella minni
vanlig íløgufeløg.
– Sostatt er skilligt, at flestu
skiparnir, vit hava, eru stovnaðar
fyri at seta pening í burðardyggar
ætlanir. Hinvegin er meiri
avmarkað við skipanum, sum
burturav eru gjørdar til at veita
íverksetarum váðafúsan kapital
og tað er hetta, vit hava brúk
fyri í størri mát, sigur Marita
Rasmussen.
– Skulu vit tosa um íverk
setarastuðul, skal talan vera um
váðafúsan kapital, leggur hon
afturat.
Skulu setast á ein vogn
Marita Rasmussen sigur, at tað
hon vildi ynskt, var, at vit høvdu
eina skipan, sum veruliga og
burturav varð miðað eftir at hjá
hjálpt íverksetarum.
– Tað, vit hava brúk fyri, er
einari skipan, sum veruliga tekur
íverksetarar til sín. Skipanin skal
vera so, at táið ein íverksetari
vendir sær til skipanina, skal
hann setast upp á vognin og so
verður koyrt eftir skinnarunum,
til komið er á mál, tvs til greiða
er fingin á, um talan er um eitt
gott hugskot, ella um talan er um
eitt hugskot, sum ikki røkkur til
eina vinnuliga ætlan.
– Sostatt skal talan verða
um eina skipan, sum fortelur
íverksetaranum, hvar hann kann
søkja um pening, hvar hann kann
leita sær ráð og sum yvirhøvur
ráðgevir og vegleiðir.
Hon heldur, at tað er brúk fyri
slíkum skipanum, tí vanliga eiga
íverksetarar ikki nógvan pening
og hava ikki fíggjarliga orku at
gjøgnumføra eina ætlan.
– Ein slík skipan skal eisini
tryggja, at tann peningur, sum
verður brúktur til íverksetan,
verður brúktur so skilagott sum
gjørligt.
Ein góð íløga
Sjálv ivast Marita Rasmusen ikki
í, at tað er rætt at brúka pening til
at hjálpa íverksetarum.
– Vit eiga at hugsa um íverkset
arar allastaðni. Íverksetan eigur
at vera ein partur av okkara
útbúgvingarskipan, heilt
úr fólkaskúlanum, umvegis
miðnámskúlan og uppeftir. Vit
eiga at eggja til íverksetan
allastaðni, tí tað er haðani, at
okkara framtíðar vinnulív,
sprettir.
– Hon heldur hinvegin, at tað er
óneyðuga tungt at koma ígongd
við nýggjum vinnuætlanum, tá ið
slíkar skipanir mangla.
– Alt vinnulív er jú úrslitið
av eini íverksetarum. Fleiri
íverksetarar eru, jú fleiri
vinnuligar fyritøkur fært tú.
Hon undrast á, at tað privata
vinnulívið hevur fleiri grunnar,
sum standa til reiðar við peningi
til íløgur av ymsum slagi men
samstundis hevur tað almenna
ongar serligar vælvirkandi
skipanir, sum miðvíst hava til
endamáls at hjálpa og stuðla
íverksetarum.
Hinvegin ivast Marita
Rasmussen um tað er rætt
at velja sær nakrar ávísar
vinnugreinar burturúr rúgvuni
og so velja at leggja leggja dent
á tær.
– Tað kann sjálvsagt verða
torført at ráðgeva um alskyns
slag av vinnum, heilt frá einum
bakarahandli til eitt fiskavirki,
sjálvt um ráðgeving um at finna
fígging o.s.fr. er tann sama í at
kalla øllum vinnugreinum.
– Men tann, sum letur eina
kiosk upp og vinnur pening og
kann hava fólk í starvi, er eisini
íverksetari, sum gevur eitt íkast
til samfelagið.
– Men tað, eg síggi fyri mær, er,
at vit hava ein íverksetarastuðul,
sum kann hjálpa íverksetarum
hartil til, at ein fyritøka kann
setast á stovn. Men hinvegin
síggi eg fyri mær, at tann, sum
so skal fíggja eina fyritøku eisini
fer at seta krøv um, at fólk eru
í fyritøkuni, sum hava skil fyri
at framleiða og selja akkurát
tað vøruna, sum talan er um í
hvørjum einstøkum føri. Tað
er nevniliga als ikki vist, at ein,
sum hevur eitt gott hugskot,
eisini dugir at framleiða ella at
selja.
– Hon heldur sostatt ikki, at
sjálv íverksetara-ráðgevingin
eigur at verða tengt at ávísum
vinnum.
Hon vísir eisini á, at í Noregi
hava tey eina skipan sum loyvir
smáum virkjum, sum brúka
pening til gransking og menning,
kunnu draga tað frá í skatti. Tað
er ein skipan sum er gjørd fyri at
eggja fyritøkum til nýskapan.
Marita Rasmussen heldur at
tað kundi eisini verið ein skipan,
sum politiski myndugleikin í
Føroyum kundi umhugsa.
Somuleiðis staðfestir hon, at
tað eru eisini íverksetarar, sum
hava høgar útbúgvingar og hon
heldur avgjørt, at tað er vert at
satsa uppá hesi fólkini.
– Men skal tað eydnast, skal
játtanin til gransking økjast
heilt munandi, tí hon er bara ein
viðfáningur, sum er.
Síggjast sum ein heild
Marita Rasmussen heldur,
at tað kundi verið eitt gott
hugskot at gjørt, sum løgmaður
nevnir um at umskipa
Framtaksgrunnin til at gerast
meiri ein íverksetaragrunnur við
váðafúsum kapitali.
– Men tað er ikki vist, at
tað er loysnin, í hvussu so er
ikki einsmalt. Skulu vit tosa
um íverkseting, ber ikki til at
hyggja eftir einstøkum lutum
í eini ætlan. Tað er neyðugt
at hyggja eftir heildini og
spyrja, hvat vit vilja hava
burturúr eini slíkari skipan og
so ber til at hyggjabæði eftir
fíggingarmøguleikum og eftir
ráðgevingini annars, sigur Marita
Rasmussen.
Íverksetarar skulu setast á
ein vogn og hjálpast frameftir
– Vit hava brúk fyri skipanum, sum veruliga taka íverksetarar til sín. Tað skal vera so, at táið ein íverksetari vendir sær til skipanina, skal hann setast upp á
vognin og so verður koyrt eftir skinnarunum, sigur Marita Rasmussen, samskipari í Vinnuhúsinum