fríggjadagur 2. desember 2005síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 232 - 2. desember 2005
Bogi Eliasen, cand.scient.pol
Karmar
Góðir karmar til íverksetan verð
ur mettir at verða sera umráðandi
fyri at kveikja nýhugsan og at
skapa ein mennandi dynamik í
einum samfelagi.
Í Løgmansrøðuni varð sagt um
2015 og íverksetan, at okkara
íverksetarar skulu hava bestu
fortreytir, at íverksetan er sera
umrádandi fyri kappingarførið.
Síðan verður sagt, at íverk
setanarskipanir skulu gerast,
so sum fíggingarmøguleikar,
skattlig viðurskifti og at broyta
framtaksgrunnin soleiðis, at lagt
verður eftir at gera íløgur í nýtt
virksemi.
Tað er lítil ivi í, at viðurskiftini
hjá íverksetarum kunnu
betrast nógv og at íverksetan
er ein framdráttur í einum
samfelagsbúskapi. Samanborið
við grannalond okkara, hava
vit heldur ikki í nóg stóran
mun skipanir at stuðla upp
undir. Føroyar er tó ørvísið enn
grannalond okkara, tí vit eru eitt
nógv minni samfelag, og eru
kanska merkt av nógvum smærri
fyritøkum og ov lítlum samstarvi
í størri eindum. Hjá okkum hevur
hugmyndin verið, at tað er betri
at eiga 100% av ongum enn 10%
av nógvum.
Skipanir krevjast
Men tað merkir ikki at, vit
uttan mun til stødd ikki skulu
hava nógv betri viðurskifti
fyri íverksetarar. Ein partur
av at gerast vitanarsamfelag
er at vitanin verður brúkt, og
tað hevur við sær at hava
skipanir, sum eggja fólki til at
royna síni hugskot. Tað fara
altíð at verða miseydnaðar
verkætlanir, treyðugt so, men tað
er ein partur av váðanum. Sum
skilst, er ætlanin at samskipa
stuðulskipanir, soleiðis at
vinnuligar verkætlanir fáa
lættari atgongd til kapital. Vit
hava stovnar, sum arbeiða á
økinum, m.a. Menningarstovan.
Men tað sum ger, at tað er enn
meira neyðugt at stuðla upp
undir íverksetan, er at har er
dynammikurin partvís í mun til
innovation og einklar loysnir í
einum vitanarsamfelagi. Men
eisini at um vit skulu leggja
okkum eftir at fáa fyrimun
burturúr, at tað vónandi eydnast
at gerast partur av sjeyndu
rammuavtaluni hjá ES fyri
gransking & nýmenning.
Vit hava seinastu árini sæð, at
vit hava góðar førleikar á KT
økinum, at vit hava innspark
til altjóða verkætlan við
fiskireiðskapi. Vit síggja eisini
ferð eftir ferð, at føroyingar hava
klára seg væl í business games-
kappingum.
Umhvørvi
Ein styrkin í føroyska samfelag
num er, at tá fólkatalið er so
lítið hava fólk ofta meira enn tí
einu uppgávuna, og at lands-og
veðurlag ger okkum av náttúr
praktisk. Tað skal gagnnýtast. Og
tað er púra rætt, at fortreytirnar
kunnu gerast nógv betri fyri
íverksetarar. Tað kann gerast
uppá fleiri mátar. Talan kann
verða um skattafyrimunir, bílig
lán, trygd ímóti váða. Talan er
um nágreiniligar karmar sum
politiska skipanin kann veita.
Men kanska er eins umráðandi at
skapa eitt íverksetaraumhvørvi
og mentan, t.d. knýtt at
einum granskingarleisti. Tá er
umráðandi at íverksetarar kunnu
fáa vegleiðing og ráðgeving,
uttan at tað skal kosta ov nógv
og at netverkskipanir verða settar
upp, soleiðis at dynamikkur
eisini kemur í samstarv og felags
menning.
Serlig økir
Men talan kann eisini verða
um at satsa á serlig økir, har vit
vilja styrkja møguleikan fyri
íverksetan. Tvs. eitt politiskt val
um á hvønn bógv leggjast skal,
ella um íverksetararnir sjálvir
skulu stýra hesum á einum
frælsum marknaði. Hugsast kann,
at tað kann eisini kann verða
avmarkandi, um mørk verða sett
fyri júst nýhugsan. Trúgv
Ein av fyrimununum
av at hava eitt dynamiskt
íverksetarasamfelag, er ikki
bert sjálv íverksetanin av
nýggjum virkjum, men eisini
at tað smittar verandi virkir og
setir eina íverksetaramentan í
gongd hjá teimum eisini. Tað er
ein umráðandi partur í einum
innovativum samfelag. Skal
talan verða um Føroyar sum
vitanrsamfelag, krevur tað eina
trúgv á at vit kunnu skapa loysnir,
vørur og tænastur sum kunnu
seljast, og her er Skype enn aftur
eitt dømi um hvat ber til í hesum
heiminum.
Við føroysku eginleikunum
og bygnaðinum í huga, er tað
ein spurningur um vit eiga
satsa uppá t.d. kvinnur sum
íverksetarar og íverksetara
samstarv og virkir. Tað eftir
spurda í einum minni og
alheimsgjørdum heimi er tað
serliga, tað nýhugsaða og ofta
tað einkla. Tí er eisini neyðugt
at hava fjølbroytni og samstarv
á hesum øki. Nú arbeiðið er
farið í gongd at savna hægru
føroysku útbúgvingarnar,
var eitt hugskot eisini at
hava eina íverksetaradeild
á Fróðskaparsetrinum, sum
er í samstarvi við millum
annað Menningarstovuna og
Granskingarráðið. Eitt slíkt
stig kundi eisini styrkt bondini
millum vinnuna og útbúgvingar-
og granskingarkervið í Føroyum.
Í dag
Í dag ber til at fáa vegleiðing
frá Menningarstovuni og t.d.
eisni at fáa fígging frá t.d. Set,
Vinnuframagrunninum og
Fiskivinnuroyndum, men eitt
beinleiðis íverksetaraumhvørvi
manglar. Tí er tørvur á polit
iskum kørmum, men sanniliga
eisni at vinnan tekur sín part á
seg, kanska serliga við samstarvi
og netverking.
Skal betrast
Fægstu eru ósamd um, at vit
hava tørv á betri viðurskiftum
fyri íverksetan og íverksetarum.
Íverksetan og 2015