Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-02, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2005síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 2. desember 2005 43 Sum nevnt eru ávísur møguleikar í dag, men tørvur er á at fáa eina politiska raðfesting av hvørja íverksetan vit skulu hava í Føroyum. Er tað viljin at hava serlig skattlig viðurskifti fyri íverksetarar sum part av vinnupolitikki? Er tað vilji til bíliga ella ókeypis ráðgeving, er dirvi til at velja ávís økir burturúr? Skulu vit leggja okkum eftir at fáa kvinnuligar íverksetarar? Eydnast tað Føroyum at gerast partur av 7. rammuætlanini hjá ES og harvið eisini partur av European Research Area, hava vit latið dyrnar upp út í heim, so nú er at fara til arbeiðis…vitanin liggur og bíðar. Íverksetaraleistur, vinnupolitikkur, útbúgving og gransking & nýmenning eru tætt knýtt hvør at øðrum, og skulu heldur ikki bert síggjast hvør sær. Váðafúsur privatur kapitalur er eisini neyðugur Íverksetan er ein skal verða ein partur av fleiri økjum.