fríggjadagur 2. desember 2005síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Dagur 2
Kavarokið stendur um oyrini
á jólamanninum, nú hann
gongur oman av Stórafjalli.
Hann mutlar fyri sær sjálv
um, meðan hann brýtur seg
gjøgnum kavan.
“Hetta er síðstu ferð eg
beri gávur oman í Hvannadal
– hetta eri eg blivin alt ov
gamal til”.
Hann steðgar á, setur
hondina fyri pannuna og
roynir at skimast eftir, um
hann sær ljósini í bygdini.
Jú mín sann. Sjálvt um nógv
kavarok er fyri framman, so
sær hann nøkur veik ljós
hómast har niðri í bygdini.
“Hetta fer at taka eina
løtu”, hugsar hann. “Hevði
eg verið yngri, so hevði eg
verið í bygdini longu nú. Bara
tey ikki bíða eftir mær”.
Mitt í bygdini er ferð á
monnum. Í samband við at
jólamaðurin skal koma, so
eru menn í fer við at seta
ein pall upp, og tað er eing
in annar enn Jógvan yvir
politimeistari sum skipar
fyri:
“Erling Erling ERLING!!!
Halt fast í hasari plátuni –
statt ikki sum eitt býtt”, rópar
Jógvan yvirpolitimeisari.
“Jú men, jú men eg haldi
plátuni – sært tú ikki tað?”.
“Hatta er skeiv pláta, tú
heldur í – eg skuldi ongantíð
biðið teg hjálpt til, tú ert ein
ónytta”, rópar Jógvan aftur.
“Góði ikki verða óður –
jólamaðurin kemur skjótt,
og tá tað er jól, so mugu øll
verða góð”. Jógvan tímir ikki
at svara Erlingi aftur, men
ristur bara við høvdinum.
Trølla Pætur og Trølla
Omman eru á veg til húsa.
Tey hava verið niðri hjá Kára
Handilsmanni og keypt, og
nú hevur Trølla Omman
lovað Trølla Pætur, at hon
skal fara at gera pannukøkur,
tí tað er tað besta, sum hon
um dámar. Meðan tey ganga
niðan brekkuna tosa tey um
jólini.
“Omma – fert tú at keypa
mær nakra jólagávu í ár?”
“Og góði fitti Trølla Pætur,
sjálvandi fari eg tað”.
“Jamen, tú mást ikki stjala
gávuna, tú mást gjalda
hana”.
“Allar besti Trølla Pætur.
Eg skal lovað tær, at tú skalt
fáa eina góða og stóra gávu
frá mær, og eg skal sjálvandi
gjalda hana”.
“Tað ljóðar gott omma. Tí
tað er einki stuttligt hjá mær
at halda jól, um tú situr í
geglinum”. Meðan tey práta
aftur og fram, vita tey ikki av,
fyrr enn tey eru komin heim.
Tey fara innar, og meðan
Trølla Pætur setur seg niður
at klippa jólapynt, so fer
omman í gongd við at gera
pannukakur.
Inni hjá Stampi og Anthon
io er verri skil. Teir eru kaldir
og sera ringum hýri.
“Stampi, hvat skulu vit
gera – eg eri bæði svangur og
kaldur. Kom oman í bygdina
og stjali okkum okkurt at eta.
Eg eri gorhungraður”.
“Anthonio, ert tú býttur?
Vit kunnu ikki fara oman í
bygdina fyrr enn tað blívur
myrkt, annars verða vit tiknir
av Jógvani og Erlingi”.
“Jú men, eg eri so svang
ur”.
“Anthonio skilur tú einki?
Vit mugu bíða til tað blívur
myrkt. Ikki fyrr enn tá kunnu
vit fara oman í bygdina. Og
tá vit fara, so fara vit bæði at
stjala bæði mat og leikur”.
Og soleiðis sita teir báð
ir og tosa um, hvar og
nær teir skulu fara á ranns
mannaveiðu.
Uttan fyri fella flykrur nið
ur av himli, og meðan eitt
barnakór syngur vakrar jóla
sangir uttan fyri hjá Kára
Handilsmanni, ganga fólk og
aftur og fram í gøtunum og
hugna sær.
Jólini í Hvannadali
Puntur 2 til
jólakalendaran