Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-02, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2005síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 232 - 2. desember 2005 Tað vóru nógv, ið stóðu sum kánus,tá ein Jólamaður kom gang­ andi oman gjøgnum Tórsgøtu hós­dagin. Tað var skjótt, at tað blivu langar bilrøðir, og fólk toygdu seg úr vindeygunum fyri at síggja Jólamannin. Tá ið hesin fór fram við Miðlahúsinum, sendi blaðstjórin, Jan Müller, mynda­ mannin, Álv, út at taka myndir av ársins fyrsta Jólamanni. Hann gekk runt niðri í Vágsbotni og leitaði eftir einum báti, men tað gekk ikki væl at finna. Síðani gekk leiðin út móti Müllers Pakkhúsi, har Jólamaðurin fór umborð á sluppina Norðlýsið. Sosialurin ringdi til skiparan á Norðlýsinum, Birgir Enni, og spurdi, hvussu tað ber til, at Jóla­­maðurin var umborð á Norð­ lýsinum? Hann var komin eftir nøkrum øðum til ommu sína. Omman var blivin so svong, tí hon hevur arbeitt dag og nátt við at gera jólapakkar til børn­ ini. Og tá ið omman verður ov svong, so orkar hon ikki at ar­beiða. Og tá er gott at fáa nakrar øður og eitt sindur av tara afturvið, sigur Birgir Enni. Síðani spurdu vit Birgir, um hann kendi Jólamannin? Jú, hatta var Kjøtkrókur, hann plagar at koma forbí einaferð um árið eftir øðum til ommuna. Er Jólamaðurin enn umborð á Norðlýsinum? Nei, hann lænti speedbátin hjá Eyðuni Húsgarð og lovaði at koma aftur við hon­ um Jólaaftan. Kjøtkrókur sæddur í Havn ...alt ber til Eva Solo Cafè Solo kaffibryggjari. Bara 398,00