Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-02, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2005síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 2. desember 2005 55 Óxäʓ , , // À‰>ÀˆÊLÖÃÌ>s>À?˜ +OMINNTILOKKARAELLARINGOGHOYRUMTÓNARM’GULEIKAR PETURPETURs >˜˜>Ê/…œÀiˆvÃܘ]ʎ՘`>À?s}iۈ Løgingsmaðurin, Kári P. Højgaard, kennir alt til at ganga runt við pakk­ um. Tí vakti tað eisini hansara áhuga, tá hann hoyrdi mála­ geipanina í býnum, nú Kjøtkrókur fór stunandi umborð á Norðlýsið. Kári er av lyndi ein forvitin maður. Ein spurningur, sum hann ofta hevur hugsað um í fyrrverandi starvinum sum postmaður, er, hvussu jólamenninir leggja alt til rættis, tá teir skulu runt við somikið nógvum pakkum. Kjøtkrókur hevði sjálvandi skund, nú øðurnar til omm­ una skuldu finnast, men Kári var eins kvikur. Hann læt tingfund vera tingfund. slongdi snotu­ligu bláu skjátt­una um herð­arnar, og so helt hann avstað. Og áðrenn Kjøtkrókur var komin til Torgið í Vágs­botni, hevði sjálvstýrarin fingið hann aftur. Og so var at spyrja um mangt og hvat. Millum ann­ að segði Kári, at hann væl kundi hjálpa Kjøtkróki, nú pakkar skulu berast kring alt landið. Tað, sum Kári tó ikki segði jólamanninum, var, at hann fyrst og fremst vildi vita, hvat var í pakkunum. Sum tað sæst, so eydnaðist tað eisini at kaga í posan, men tá komið var eftir, at hesin ikki innihelt nakra konsessión um undir­sjóvar­ tunnil millum Eysturoynna og Tórshavn, kølnaði áhug­ in tó nakað. Og meðan Kjøtkrókur fekk øður frá Birgiri Enni, fór Kári niðan aftur í tingið. Kári hitti Jólamannin