Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-02, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2005síða 56

‹ fyrra síða allar 56 síður

Tekstur á síðuni

56 Nr. 232 - 2. desember 2005 Hvat er tað besta við jólum? Tað er friðurin, sum fellur yvir okk­ um, og at vit taka okkum tíð at koma hvørjum øðrum við. Hvat er tað keðiligasta við jólum? Eg haldi avgjørt einki keðiligt vera við jólum, tí eg havi síðani eg var barn altíð elskað jólini. Hvussu helt tú jól sum barn? Sum børn flest trygt í mínum barn­ dómsheimi. Jólini tá vóru tað øðrvísi enn í dag, at tá fekk man mat, sum man vanliga ikki fekk aðrar tíðir, og tú fekst gávur, og tað var fantastiskt, tí peningaríkiligheitin var ikki tá sum nú. Jólini tá sum nú vóru ein familjuhátið. Hátíðin er tann sama í dag, men per­són­arnir eru aðrir, men framvegis familjan. Hvussu heldur tú jól í ár? Sum vanligt heima hjá mær sjálvum ella hjá øðrum av børnunum. Og vón­andi fái eg eisini í ár tikið mær stund­ir jólaaftan at vitja Herbergið hjá Frelsunnarherinum og jólahaldið í KFUK. Hvat heldur tú um jólaresið í desember? Tað er synd í fólki, sum verða tikin við av resinum. Eg eri púra óávirkaður, men haldi sjálvsagt fram við mínum privata arbeiðsresi. Hevur tú nakrantíð hildið jól uttanlands? Ja einaferð í Keypmannahavn. Tað var eisini hugnaligt, tí familjan var har eisini, og tað er hon, sum er avger­ andi fyri hugnan. Staðið hev­ur minni týdning. Keypir tú sjálv/ur tínar jólagávur? Eg keypi eina jólagávu beint áðr­enn afturlatingartíð, og hon er til kon­ una. Gjarna fái eg dóttrina at vera stuðulspedagog. Hvat ynskir tú tær í jólagávu? Fyrst og fremst eini góð jól fyri mína familju og alt Føroya fólk. Fái eg so eina góða bók at hugna mær við á jólum, so er mín tørvur nøktaður. 8 spurningar um jól Jóannes Eidesgaard, løgmaður Telefon: 317620 • Telefax: 317699 • Heimasíða: www.tt.fo CD-R 10 stk. í einum pakka, eru góðar til tónleik, data og bíløt. TDK-fløgur Kontantprísur: kr. 25,- Frímerkjadeildin . FO-159 Tórshavn . www.stamps.fo . filateli@postur.fo G á v uh ugs kot F æ st á po sth úsin um Frímerkjaárbókin 2005 - ein góð jólagáva. Í bókini eru øll frímerki, ið givin eru út í ár, umframt myndir og útgreinandi tekstir til hvørja útgávu. Prísur: 285,00 kr.