Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 233 - 6. desember 2005 Vælumtóktu fram­ sýningarnar hjá Føroya Lands­skjala­ savni og Tórshavnar Býarsavni um ‘Býar­ menning í Havn’ fara til Reykjavíkar, har tær skulu sýn­ast fram. Tað er Borg­ arskjalasafn Reykja­ víkur sum skipar fyri Framsýning tíðindaskriv Tvey tey seinastu árini hava Føroya Landsskjalasavn og Tórshavnar Býarsavn havt framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík um Býarmenningina í Havn. Hesar framsýningar hava verið væl umtøktar mill­ um fólk í Føroyum. Nú hava íslendingar eisini víst hesum framsýningum áhuga. Tað er Borgarskjalasafn Reykjavíkur sum hevur biðið um at fáa framsýningarnar til Íslands, har tær verða sett­ ar upp í hølum Borgar­skjala­ savnsins. Framsýningin letur upp leygardagin 3. december. Borgarstjórin í Reykjavík letur framsýningina upp, sam­­an við umboði frá Før­­oya Lands­skjala­savni. Borg­ar­skjalasavnið hevur bjóðað eini 700 fólkum til upp­­lat­­ingina. Fram­sýn­ingin verður opin fram til 12. febru­ar 2006. Evnið í framsýningunum er býarmenningin í tíðar­ skeið­­in­um frá 1856, tá ið Thorshavns Byg­­nings­ kommis­sion, byggi­nevndin, fór at virka, og fram til 2005. Longu miðskeiðis í 1860- árunum kom tann fyrsta byggi­ætlanin fyri gamla býar­­partin í Tórshavn. Um­ leið 1880 sæst, at ein skip­ að bygging fer fram uttan fyri gamla býarpartin. Ting­húsvegurin fekk skap og somuleiðis býlingurin í Bø - t.e. Bø-, Tróndar- og Magnus Heinasonar gøta. Fyrst í 20. øld tók Havnin at vaksa. Útstykkingar vórðu gjørdar, og býlingurin í Abbatrøð og høvuðsgøturnar niðan til Rabarbukvarterið gjørdust veruleiki. Seinast í 1940-árunum fluttu fólk í stórum tali til Tórshavnar, og býlingarnir í Hornabø og Grønland sóu dagsins ljós. Tað var eisini um hetta mundið Føroya Løg­ ting fór at viðgera lóg­ina um býarskipanir og byggi­ samtyktir. Fyri Havnina var tað í tøkum tíma og arbeiðið byrjaði alt fyri eitt, men varð fyrst liðugt í 1972, tá ið almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu fekk gildi. Framsýningin er eisini um, hvussu býurin á ymsan hátt vaks í 1950-árunum og hvussu byggivinnan veru­ liga tók dik á seg í 1960- árunum. Somuleiðis er við 1970-árunum, tá ið bæði kommunalar og privatar út­stykkingar vórðu ætlaðar, meðan størri - og mangan øðrvísi bygging - tvíhús og randarhús o.a. sóust í 1980-árunum og fram til bú­skaparkreppuna fyrst í 1990-árunum. Júst í hesum døgum fer tann størsta kommunala út­stykk­ ingin fram - Hoyvíkshagi Suður, og fyrstu húsini verða reist haruppi nú. Sigast skal, at sama útstykking er tann fyrsta, ið kommunan er farin í holt við síðani kreppuárið 1992. Av tí at Tórshavnar komm­ una seinastu árini er vaks­in við oyggj­um og granna­­bygd­ um, hevur tað verið neyðugt við eini heildarætlan. Tí hava søvnini sjálvsagt givið byggi- og býarskipanardeild Tórshavnar kommunu inni­ vist á framsýningini. Her verð­ur at síggja, hvussu politik­arar og embætisfólk í felag royna at lúka tørvin í framtíðini hjá teirri vaksandi fjøld av fólki, ið fer at seta búgv í kommununi. Ætlanin við framsýningini er at fáa fram, hvussu Havn­ in av álvara tók at vaksa miðskeiðis í 20. øld og fram í dag. Á framsýningini eru mynd­ ir, kort, tekningar, skjøl og tøl, sum vísa, hvussu býurin hevur flutt seg og hvussu fólk í Tórshavn hava hugsað, tá ið tey hava søkt um byggiloyvi til sethús og umbyggingar. Á framsýningini eru eisini umsóknir frá handlum og fyri­tøkum og almennum stovn­um. Býarmenning í Havn fer fram í Reykjavík Soleiðis sá býarætlanin út fyri Havnina seinast í 1800-talinum Tann 1. desember kom dupultfløga við tí besta, ið Jens Lisberg hevur givið út Tónleikur dagfinn@sosialurin.fo Á dupultfløguni eru løg, sum Jens Lisberg hevur sung­ið seinastu 30 árini, ella so, og er talan um savn frá út­gávunum, sum komu í 80’unum og 90’unum. Hetta er somuleiðis fyrstuferð, at løg hjá Jens Lisberg fáast á fløgu, tí fyrr hevur fólkakæri sangarin bert givið út á bandi. Tutl stendur fyri útgáv­ uni. Tað besta frá Jens Lisberg BØKUR tíðindaskriv Nýggja NAVNABÓKIN kom út 28. oktober - og henda mánaðin síð­an eru seld um 1000 ein­tøk. Bókin lá ovast á sølu­listanum hjá Bókasøluni tvær tær fyrstu vikurnar, mátti so lúta fyri GLANS­BÍLÆTA­SAML­AR­ UN­UM hjá Jóanesi Nielsen, men farnu vikuna, viku 47 - frá 21. til 27. november - gjørdist NAVNABÓKIN aftur nr. 1. Forlagið hevur ikki ætl­anir um at prenta bókina uppaftur, so tey, ið vilja ogna sær hana, mugu bera skjótt at. Nøkur hundrað eintøk eru eftir á goymslu, sigur Forlagið Fannir í tíðindaskrivi. Húsaófriður og hasj Vikuskiftið hev­ur sum heild ver­ið friðar­ligt á løg­reglu­ støðini í Havn. Fríggjadagin kom ein portugisiskur trolari at bryggju og har funnu tollarar hasj Løgreglutíðindi dagfinn@sosialurin.fo Tá tollarar við hundum fóru umborð á portugisiska trolaran, funnu teir umleið 4 gram av hasji. Maðurin, ið átti, fekk eina bót og varð vístur av landinum. Hann fór avstað aftur við trolaranum, men fekk strong boð um ikki at vísa seg aftur fyribils. Júst hvussu longi veit løg­reglan ikki enn, tí tað eru hægri myndugleikar, ið taka ta avgerðina. Leygardagin, var ein bil­førari tikin fyri t koyra ávirkaður av rúsdrekka. Nakað av húsaófriði hev­ur eisini verið um viku­skift­ið, men sum heild metir løg­regl­an, at talan hevur verið um eitt friðarligt vikuskifti. 1000 Navna­bøkur seldar