Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 6. desember 2005  Almannastovan hevur gjørt nýtt kunn­ ingarrit, sum í hesum døgum verður sent til øll húsarhald í Føroyum. Samstundis verður heimasíðan hjá Almannastovuni enn sterkari miðil í almennu kunningini Almannastovan tíðindaskriv Í tíðindaskrivi staðfestir Al­mannastovan, at kunn­ing­ arritið er liður í ar­beið­inum hjá stovninum at kunna al­menningin um rættindi og veitingar sambært al­manna­ lóggávuni. Í kunningarritinum verður í stuttum greitt frá teimum veitingum, sum til ber at søkja frá Almannastovuni. Greitt verður frá sjúkra­dag­ peningaskipanini, veitingum sambært forsorgarlógini, al­mannapensjón­um um­ framt øðr­um sosialum skip­ an­um. Eis­ini verður greitt frá manna­gongd­um í sam­ bandi við umsókn, um kæru­ møguleikar v.m. Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni, sigur, at kunningarritið, sum nú er gjørt, er týðandi liður í miðvísari ætlan at styrkja almennu kunningina og vegleiðingina hjá Al­manna­ stovuni sum heild. -Almannastovan og tær tænastur, sum stovnurin um­­situr, skulu gerast sjón­ ligari. Tí verður í framtíðini eisini størri dentur lagdur á at brúka heimasíðuna sum miðil til almenna kunning sum heild, sigur Petra Johns­ dóttir Joensen. Kunningarritið verður sent øll um húsarhaldum í Føroyum, og verður eisini til taks á ymsum almennum støðum eitt nú á bókasøvnum, hjá kommunulæknum og ALS umframt á heimasíðuni hjá Almannastovuni. Ein eyka fráferð um vikuna er sett á skránna, umframt at meira pláss er sett av til farm. Serstakliga sersendingar Flogferðsla Jákup Mørk Hesum hevur Atlantic Air­ ways boðað frá í tíðindaskrivi. Longu mikudagin verður túra­talið hækkað, soleiðis at fráferðirnar nú eru 18 í tali hvørja viku - í lágárstíð væl at merkja. Samstundis verður meiri pláss sett av til farma- og postflutning mikudagar, hós- og fríggjadagar, tá eftir­ spurningur er størstur. Eitt nú fyritøkur, tengdar at skiparakstri, hava stóran tørv á at fáa rúmd fyri ser­ sendingum, ið hasta og tí fer Atlantsflog eisini at menna tænastuna við prioritetsfrakt, so rúm verður fyri slíkari á øll um fráferðum, eins og starvsfólk hjá felagnum í Kastrup skulu fylgja við, at slíkar sendingar verða fluttar skjótast gjørligt. - Við hesum tiltøkum hava vit tikið nøkur stig á leiðini til tess at menna loftvegis farmaflutningin til og frá Føroyum, sigur Magni Arge, stjóri. Javnvág má finnast Hann sigur víðari, at tey í fe­lagnum vóna, at økta túra­ talið fer at skapa enn betri kor fyri flutningi av bæði farmi og ferðafólkum. - Tað ræður altíð um at finna eina javnvág í hesum. Koyra vit heilt optimalt, so skuldi hendan eyka fráferðin kanska ikki komið nú. Men so kundu vit havt eina støðu, har tvit til tíðir ikki megna at taka toppin av trýstinum. Tí hava vit valt, at økja nakað um kapasitetin, og so mugu vit vóna, at hetta í longdini er ein røtt avgerð, sigur hann. Magni Arge leggur tó dent á, at enn kann talan verða um menning á farma­ flutningsøkinum. - Tað er ikki rokkið á mál, fyrr enn vit eisini hava fing­ið gongd á flúgving við farmaflogførum. Teirri ætl­ anini arbeiða vit støðugt við. Men tað krevur fyrst og fremst, at vit megna at fyll a vørur í flogfarið bæði til og úr Føroyum, og enn eru vit ikki komnir heilt á mál við hesum, sigur hann. Talið av fráferðum úr Føroyum hjá Atlatnic Airways kemur nú upp á 18 um vikuna Atlantsflog økir um farmaflúgvingina Almannastovan styrkir almennu kunningina