mánadagur 5. desember 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 233 - 6. desember 2005
Ráðið fyri Ferðslu
trygd heldur tað
vera skilaleyst, at
sakkunnleikin ikki
er hoyrdur, innan
Føroya Løgting
viðgerð uppskot til
samtyktar um broy
tingar í hámarks
ferðini fyri prutl.
- Skilaleyst – ser
stakliga tá hugsað
verður um, at bara í
hesum árinum hava
ferðsulvanlukkur á
prutli kravt trý ung
mannalív, sigur Rúna
Sivertsen frá Ráðnum
fyri Ferðslutrygd
Ferðslutrygd
dagfinn@sosialurin.fo
- Tað var bert av tilvild, at
Ráðið fyri Ferðslutrygd
frætti um hetta uppskotið,
sum kemur til 2. viðgerð á
Føroya Løgtingi týsdagin.
Málið snýr seg um at flyta
hámarksferðina hjá prutlum
frá 30 km/t til 45 km/t. Men
hvørki Løgreglan, Akstovan
ella Ráðið fyri Ferðslutrygd
eru hoyrd í hesum máli ella
eru biðin um at koma við
viðmerkingum til uppskotið,
vísir Rúna Sivertsen á.
- Ferðslutrygd hevur mælt
til at seta hámarksferðina hjá
prutlum upp, treytað av, at
undirvísing verður sett í verk
samstundis. Tó eru onnur við
urskifti í uppskotinum, sum
sakkunnleikin ivaleyst fer
at ráða tinginum frá at sam
tykkja.Í Føroyum doyggja
nógv fleiri í ferðsluni enn í
okkara grannalondum – hetta
hava vit gjørt vart við og
endurtikið í tað óendaliga.
Men tað er sum at sletta vatn
á gás! Framvegis taka tey
ráðandi ikki ferðslutrygdina í
álvara, men lata eitt slíkt mál
av hondum, uttan at tryggja
sær neyðugu vitanina, sigur
Rúna Sivertsen, sum heitur
á Føroya Løgting um at
beina málið aftur í nevnd,
so sakkunnleikin verður
hoyrdur, innan málið verður
samtykt.
Ferðslutrygd átalar
framferðina í Løgtinginum
Leygardagin 26. nov.
var fernisering á Gallerí
Blå, Blågårdsgade, í
Roskilde í samband
við Elin Olsen, læt eina
framsýning upp við
oljumálningum, har
myndevini eru kvinnur
og menn.
Talan er um fyrstu fram
sýningina hjá Elini, sum fær
sera góð ummælir.
Elin Olsen er 33 ára gomul.
Hon er føroysk, dóttir Ruth
Sørensen og Árna Olsen.
Sum barn og tannáringur
búði hon í Klaksvík, men
seinnu árini hevur hon búð
í Danmark, har hon m.a.
hevur fingið undirvísing í
tekning og málningalist.
Framsýningin er opin til
16 desember.
Elin Olsen
framsýning
í Galleri Blå
Sosialurin
Sosialurin
Visti tú ikki tað?
Visti tú ikki tað?
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo