Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 6. desember 2005  Stella Zachariassen av Argjum er júst afturkomin úr heim­ landi sínum Sri Lanka, har tsunami’in gjørdu sera nógv um seg fyri skjótt einum ári síðani. – Neyðin er stór og enn hava fólk brúk fyri nógvari hjálp, sigur hon Neyðhjálp Snorri Brend Sri Lanka: - Eg var sera rørd av at síggja gleðina í andliti teirra, tá tey fingu hesa gávuna. - Eg var eisini sera glað um, at eg kundi hjálpa hes­ um fólkunum við peningi úr Føroyum, sigur Stella Zacha­ riassen. Hon var ein teirra sum beint eftir herviligu flóð­ald­ una á jólum í fjør, fór undir at savna inn pening fyri at byggja uppaftur alt tað, sum varð brotið niður eftir lítlari løtu. Stella var í november mán­ aði í Sri Lanka fyri at lata enn meiri pening úr Føroyum til tey neyðstøddu. Í hesum førinum var tað serliga fiskireiðskapur, með­ an hon áður hevur latið ein hóp av pakkum við neyð­ synjarvørum. - Við teirri hjálpini, sum tey nú hava fingið, kunnu tey líkasum byrja av nýggjum við at vinna sær til lívsins uppihald, sigur Stella. 5000 fólk hvurvu Saman við limunum frá Barnabata fór Stella altso til Sri Lanka fyri júst einum mánaði síðani. Mánadagin 7. november lendu tey á Sri Lanka, men tað ráddi um at brúka tíðina til fulnar. Árla morgunin eftir – áðrenn klokkan var vorðin 4 – fór Stella saman við pápa sínum og øðrum lokalum fólkum úr høvuðsstaðnum Colombo og settu kós móti Vavuniya, sum liggur norð­ arlaga á oynni. Ætlanin hjá Stellu var at fáa hendur á útróðrarbátum til einar 20 familjur, sum høvdu mist sínar bátar og harvið eisini grundarlagið fyri eini inntøku. Tað vísti seg tó, at ein annar hjálparfelagsskapur hevði havt sama hugskot og hevði í roynd og veru longu keypt hesar útróðrarbátarnar. Ístaðin ynskti hon at hjálpa hesum 20 familjunum úr Mullaithivu, um er ein lítil fiskibygd á Jaffna, hag­ ani Stella sjálv er ættað. Á hesum staðnum hvurvu 5000 fólk í flóðalduni. Fiskireiðskap - Vit valdu at fáa familjurnar at flyta til Vavuniya. Hetta kom av, at eg var kunnað um, at ikki var ráðiligt at fara til Mullaithivu, tí eg var einsamøll, og hevði hvørki mann ella børn við mær. - Tey søgdu sum var, at tað var ikki nóg trygt at fara hagar, sigur Stella. Á hesum staðnum fingu tey so møguleika at geva hes­ um 20 familjunum tað sum teimum tørvaðu – so sum net, boyur, tráð og aðra útgerð sum krevst til fiskiskap. Hesin reiðskapurin kostaði umleið 70.000 kr, og kom frá teim pengunum, sum hon sjálv savnaði inn eftir flóðalduna. - Eg var sera rørd av at síggja gleðina í andliti teirra, tá tey fingu hetta og eg var sera glað fyri at eg kundi hjálpa hesum familjunum við føroyskum stuðli. - Á henda hátt kunnu tey byrja lívið aftur og kunnu byrja at vinna sær til lívsins uppihald, sigur hon. Misti mann og børn Aftaná at hon hevði latið stuðulin komu ymisk fólk til hennara við myndum av teimum, sum tey høvdu mist og søgdu eisini frá søgum um tað, sum hendi. - Eg helt ikki, at eg kundi klára at troysta tey, tí eg græt eins nógv og tey, tá tey søgdu frá. Men eg menti meg og troystaði tey við at geva teimum eitt klemm, við at gráta saman við teimum og biðja tey um at halda fram við at liva lívið, sigur Stella. Serliga ein hending festi seg í minnið hjá Stellu. Hetta var ein ”heart-breaking” søga frá eini kvinnu, sum upp­livdi flóðalduna koma. Henda kvinnan visti ikki, hvar maðurin var, men hon tók bæði børnini sum vóru 1,5 og 2,5 ára gomul undir armin og rann út úr húsunum, so skjótt hon kundu. Men aldan var beint í hølunum á henni – og hevði størri ferð enn hon. - Hon segði, at tað var sum um ein hond tók í børnini aftanífrá, og hon misti bæði børnini, í tí hon datt fram eftir rommum. Hon misti eis­ini mannin. - Hon græt so nógv, og eg var so rørd, at tað føldist sum um var tað eg sum hevði mist hesi bæði børnini. Hon segði eisini, at hon fór at gera brúk av bátinum og útgerðini, tí hon sjálv ætlaði sær at vinna til tað dagliga breyðið til sín og mammu hennara. Inni og syrgdi Stella møtti eisini einum manni, sum hevði verið har alla tíðina. Hon sá, at hann sá so syrgin út og fór tí yvir at tosa við hann. Hann hevði mist konu og tvey børn, men hevði eitt barn eftir. Saknurin var so stór­ur, at hannn var ikki før­ur fyri at ansa teirri lítlu dóttrini. Allan dagin sat hann bara inni og syrgdi. - Eg legði honum lag á, at hann mátti ansa eftir teirri dóttrini sum var á lívi, og at hann mátti byrja at liva, hóast eg hugsaði um, hvussu tað kundu verða møguligt. - Í hesum tragisku søg­un­ um so sá eg eisini ein ungan mann, sum gekk runt og ugg­ aði tey syrgjandi. Seinni fann eg út av, at hann hevði sjálvur mist bæði konu og børn, greiðir Stella víðari frá. Tímar í kvirru Aftaná hetta fóru tey aftur til høvuðsstaðin Colombo. Tað tók seks tímar at koyra, og fyri Stellu vóru hetta seks sera kvirrir tímar – í roynd og veru hennara kvirrastu. - Eg kláraði ikki rættiliga at skilja sorgina, sum hesi fólkini høvdu. Tey høvdu stór­ liga brúk fyri hjálp, - hjálp, sum tey ikki hava fingið ov nógva av, ella tey høvdu als onga hjálp fingið. - Tey høvdu øll mist nógv og máttu tí stuðla hvørjum øðrum í sorgini. Alt eg ynskti var at vera har og hjálpa teimum at halda á í lívi­num, sigur Stella. Heimafturkomin til Før­ oyar og Argir koma allar hes­ ar myndirnar úr Sri Lanka enn fram fyri hana. - Eg havi ein lítlan tokka í mær, tí at eg kundi hjálpa eitt sindur, soleiðis at nøkur kundu fáa tað betri, og at eg kundi gera ein lítlan mun hjá nøkrum familjum. - Alt hetta hevði kortini ikki verið gjørligt, um ikki nógv fólk hjálptu til fíggjarliga og við uppmuntringum. - Eg vil tí enn einaferð takka fyri alla hjálpina. Má Gud vælsigna tykkum og lata okkum øll minnast til tørvin hjá hesum menniskjum, ser­ liga nú tá tíðina nærkast eitt ára degnum fyri van­lukk­ uni. - Latum okkum ikki gloyma tey á jólum, at tey fram­vegis hava brúk fyri okk­ara stuðli, bøn og tank­ um meiri enn nakrantíð, sig­ur Stella Zachariassen at enda. Føroysk hjálp skapar nýtt lív á Sri Lanka Stella situr her saman við einum av offrunum eftir tsunami’ina – einum heimleysum barni. Hetta barnið kann nú fáa eina nýggja byrjan við peningi sum føroyingar hava latið Fólkið á Sri Lanka fegnast um hjálpina sum føroyingar hava latið, og tað verður eisini væl og virðiliga markerað hvagani hon kemur. Hóast hetta er brúk fyri enn meiri hjálp, tí flóðaldan gjørdi so nógv um seg