Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 233 - 6. desember 2005 Bókakafé á Hafnia Lounge í desember Jólamánaður er og nógv eru longu byrjað at stákast til jóla, men hví ikki taka eina løtu frí og koma á bóka­kafé saman við: Dagny Joensen, sum fer at greiða frá um Terradropar og nýggju skaldsøguna Hvirl­an. Skaldsøgan sigur frá kvinnulagnum frá undan seinna heimsbardaga og til í dag. Vidu Akselsdóttir Høj­ gaard, ið fer at greiða frá nýggju skaldsøguni Mørk, sum er um ungu gentuna Lív, ið longu er merkt av lívsins døkku síðu Føroya Skúlabókagrunni, sum greiðir frá teirra út­gávu­virksemi. Vit síggjast mikukvøldið 7. desember kl. 20.00 á Hafnia lounge, sig Kunn­ ingarstovan í Havn og Hotel Hafnia, sum heilsa at øll eru hjartaliga vælkomin. Eingi jól uttan Leikhúsjól Sjónleikarhúsið í Havn er aftur í ár karmur um Leik­húsjólini, sum er vorðin fastur táttur í jólaskránni hjá Havnar Sjónleikarfelag Leikhúsjól 2005 Eins og mong undanfarin ár fer Havnar Sjónleikarfelag aftur í ár at seta á pall Leikhúsjól. Í fjør bar ikki til at seta upp Leikhúsjól, av tí at undirtøkan fyri Fólk og dólgum í Karda­ mummubýnum var so stór. Tað er tí ein gleði hjá Havnar Sjónleikarfelag at lata dyrnar upp fyri Leik­ húsjólum 2005. Leikhúsjól eru fast­ur tátt­ ur á jólaskránni hjá Havn­ar Sjón­leik­ar­fe­lag, og er til­ takið ein fastur part­ur av jóla­fyri­reik­an­ini - bæði hjá børnum og vaks­num. Hvør minnist ikki søg­ur­ nar um Lítla Gutta og jóla­ stjørnuna, Nissumammu og Nissupápa og jólagávurnar, sum vórðu burtur og jólini tí øll í vanda? Ja, hjá mongum eru jólini ikki byrjað, fyri enn tey hava verið og hugt at Leikhúsjólum. Leikhúsjól í ár taka støð­ ið í nýliga umvælda Sjón­ leikarhúsinum, har loftið í salinum er tikið niður. Tríggjar mýs, sum hava búð í Sjónleikarhúsinum í mong, mong ár gerast við hesum brádliga heimleysar, og hava tær tí í kvittanum at flyta, men so... Her skal ikki alt verða avdúkað enn, men spenn­ andi er at vita, hvussu leik­ ur fer... Tað er Elin á Rógvi, sum leikstjórnar Leikhúsjól 2005. Sýningarnar verða hesar dagar fram til 18. desember og atgongumerki fáast í Kunningarstovuni í Havn. Gunnar er nýggjur trummu­ leikari í Revival Kultbólkurin Revival, ið seinastu tíggju árini hevur bú­leikast í Danmark, misti fyrr í ár trummuleikaran tá Petur Dalsgaard, ið hevur spælt við bólkinum síðan mitt í 1990’unum, flutti úr Danmark. Men maður kemur í mans stað, og val­ið fall nakað óvæntað á Gunnar H. Thomsen, ið best er kendur, sum bass­ leikarin í Týr og áðrenn tað Wolfgang. Men Gunnar dugir eftir øllum at døma eisini at spæla trummir. Revival vóru rættiliga virknir á tónleikapallinum í Føroyum í fyrru helvt av 90’unum, men hava seinnu árini spælt eitt sindur í Dan­ mark, og annars til ser­lig tiltøk í Suðuroynni. nud Sendingin Stormslag á DR2 hevur fingið sinnini í kók, bæði hjá katólsku kirkjuni og hyggjara­felags­skap­ inum KLF, Kirke og Samfund, send­ingin er sambært løg­frøð­ ingum eitt brot á rasismuparagraffina Sjónvarp Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Veru­leika­sjón­varps­send­ ing­in Stormslag um tung­ málms­­bólkin av Amager Storm­slag, ið DR2 sendur í løt­uni, er eitt brot á, tí í Føroyumso nógv umrøddu, rasismuparagraffina. Hetta halda bæði løgfrøðingar, katólska kirkjan í Danmark og hyggjarafelagskapurin KLF, Kirke og Samfund, skrivar Kristeligt Dagblad. Hóast hetta ætlar Dan­ marks Radio ikki at taka send­ing­ina av skránni, og sendi aft­ur send­ing­ina fríggja­kvøld­ið. Støð­in kann tí verða meldað fyri brot á rasismuparagaffina. Sendingin fylgir ger­andis­ degnum hjá einum flokki av margháttligum ungum tungmálmstónleikarum. Teir hava saman bólkin Stormslag, sum spælir myrkan og larm­ andi tungmálm. Í venj­­ing­ arhølinum hjá bólk­in­um, ið eru skrýdd við al­skyns satanistiskum tekn­um, stendur við stórum reyð­ um stav­um “DRÆB DE KRISTNE”. Tað eru hesi orð, ið hava fingið hyggjara­ felags­skapin KLF, Kirke og Samfund at mótmæla beinleiðis hjá stjóranum í Danmarks Radio Kenneth Plummer, skrivar Kristeligt Dagblad. Blaðið hevur tosað við fleiri løgfrøðingar, og hesir meta talan vera um eitt greitt brot á rasismuparagraffina, ið m.a sigur, at tú ikki mást happa ella gera mismun á fólki orsakað av teirra trúgv. Lars Peter Melchiorsen lands­formaður í KLF, Kirke & Medier sigur við Kriste­lig Dag­blad, at send­ ingin er eitt brot á para­graff 5 í viðtøkunum fyri Dan­ marks Radio, har stendur, at sendingar mugu ikki á nakran hátt skunda undir hatur orsakað av rasu, kyni, átrúna, nationaliteti ella kynsligari sannføring. Orðini ”Dræb de kristne” eru ein beinleiðis áheitan. Eisini katólska kirkjan hevur mótmælt sendingini hjá leiðsluni í DR. Í sendingini skála limirnir í Stormslag fyri at pávin er deyður. Biskoppurin í katólsku kirkj­uni í Danmark skrivar m.a., at hann ikki vil seta spurnartekin við talufrælsið, men at sárandi innsløg ímóti átrúnaði sjálvdan hava nakr­ an neyðugan boðskap, men bert gera at nógv fólk verða ill ella kedd. Danmarks Radio tók ikki sendingina av skránni, og fríggjakvøldið, var “DRÆB DE KRISTNE” aft­ur á skíggjanum. Eisini upp­livdu vit limirnar í Storm­slag á Christiania, har teir keyptu og royktu hasj. Mikael Bertelsen, ið hevur verið framleiðslustjóri á send­ingini, vísir á, at hetta er ein heilt vanlig doku­men­ tarsending, og DR hevur ikki vilja fari inn og biðið tón­ leikararnar broytt sín atburð. Graffitiið á vegginum var har frammanundan, og filmliðið fór ikki at mála út yvir tað, tí hetta hevði broytt umhvørvið. Hann sigur somuleiðis, at tungmálmsbólkar altíð hava spælt við satanismu, og at í Danmark hevur man ongantíð upplivað, at hetta hevur ført til verulig álop. Kristelig Dagblad hevur ikki fingið fatur í stjóranum í Danmarks Radio Kenneth Plummer. 5 bólkar og eitt kon­ sept spæla á árligu Nýggjárskonsertini, sum í ár verður hildin 2. jólakvøld, og skráin er bæði fjøllbroytt og spennandi Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Árliga Nýggjárskonsertin verð­ur 2. jólakvøld í ár. Tað er sum vænt Kyndil, ið skip­ar fyri konsertini, og lut­takandi bólkarnir í ár eru Páll Finnur Páll, Lama sea, SIC, The Dreams og The Story Ends feat. The Message- Hetta er ein sera fjøllbroytt skrá, við nøkrum av Føroya mest popputtu bólk­um, og ivaleyst eisini Før­oya harðasta bólki. Her er talan um nakrar av teimum bestu yngru bólk­ un­um í landinum, og eitt lýs­ingarátak. Við at taka, lýs­ingarátakið The Message við, tekur Nýggjárskonsertin tráin upp eftir Summar Festi­valinum, ið lat Føroya Tele úlpurnar vera millum nøvnini á stóra pallinum. Nýggjárskonsertin plagdi sam­an við Ólav­søku­kon­ sert­­ini at vera eitt tað størsta ár­liga tón­leika til­ tak­­­ið. Kon­­sert­­in er enn væl dámd, men kann ikki long­ ur rópast líka stór, nú festi­ valar hava mill­um 4-6.000 vitj­andi. Pro­filurin hevur altíð verið kendir og royndir bólkar. Í ár er einki undan­ tak, hóast miðalaldurin á tónleikarunum, sum spæla á hesi konsert, uttan iva er lægri enn nakrantíð áður, so er hetta heldur eitt tekin um, at ungu bólkarnir hava megnað at vunnið væl fram á føroyska tónleikapallinum heldur enn, at hetta ikki eru kendir bólkar. Enn ein stór donsk fyritøka er farin á íslendskar hendur, nú Jyske Bravo er selt til íslendska ríkmannin Andri Ingólfsson Ferðavinna Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fjórð størsta danska charter­ felagið Jyske Bravo er selt til íslendska ferðavinnufelagið Heimsferðir. Hetta skrivar danska Ekstra Bladet. Heimsferðir eigur longu svensku Solresor og norska Solia. Hesið feløg verða nú savnaði undir einum móður­ felagskapi og felags heiti, Nýggja felagið fer væntandi at avgreiða umleið 320.000 ferðafólk og umseta umleið eina milliard dk. kr. um árið, skrivar blaðið. Hvørgin partur ynskir at siga nakað um prísin, men serkøn, sum Ekstra Bladet hevur tosað við, meta, at prís­urin liggur um 200 milli­ ónir. Peder Hornshøj og Henrik Søndergaard stovnaðu Bravo Tours í 1998, og felagið er alsamt vaksið hesi árini, til at avgreiða umleið 90.000 ferðandi um árið. Hetta er teirra lívsverk, og hóast teir hava selt Bravo Tours verða teir sitandi sum stjór­ ar og hava somuleiðis fingið ein minnið part av parta­ peningum í nýggja ferða­ vinnurisanum. Teir siga við Ekstra Bla­­et, at ferðavinnu kon­sept­ið hjá fe­lag­num eis­ini í fram­tíð­ini verð­ur tað sama. Andri Ing­ ólfsson, ið eigur meirilutan av parta­pen­ing­in­um í nýggja ferða­vinnu­risanum, leggur afturat, at Bravo Tours hava sett dagsskránna innan góðsku á danska ferða­vinnu­ marknaðinum, og hetta kon­sept er fullkomi til ein norðurlendskt charterfelag. Spennandi nýggjárskonsert Íslendarar skapa norðurlendskan ferðavinnurisa Danmarks Radio í kristnum ódnarveðri Lama Sea verður eitt festligt innslag á Nýggjárskonsertini Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið