Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 6. desember 2005 7 Hvørt hús sína adressu Sørvágur: Hesi seinnu árini hava alt fleiri og fleiri bygdir fingið sær bæði gøtunøvn og nummur á húsini, eftir áheitan frá myndugleikunum. Í Sørvágs kommunu eru tey eisini komin áleiðis við hesum arbeiðinum, og á seinasta fundi varð hetta málið enn einaferð tikið fram. Her varð sagt, at ikki bert Sørvágur, men eisini hinar bygdirnar í kommununi skulu áseta adressurnar hjá fólki. Bygdaráðsfundurin sam­ tykti, at tann eini bygda­ ráðslimurin, Sune Jacob­ sen skal arbeiða víðari við hesum adressum í Sør­vági. Samstundis skal tekn­iska nevnd arbeiða við gøtu­ nøvnunum í Bø, Gásadali og í Mykinesi. sb. Toymisferðir kring allan heimin Missión: Komandi summar bjóðar Heimamissiónin aftur fólki til toymisferðir til fimm ymisk lond. Á henda hátt hava ung og vaksin møguleika at fara á eina heilt øðrvísi summ­ arfrítíð enn annars. Møguleiki verður nevni­ liga at fara við øðrum til so ymisk støð sum Vest­ur­ afrika, Ukraina, Ísrael og Kina. Møguliga verður ein ferð eisini gjørd til afri­ kanska landið Nigeria. Á hesum støðum er gjør­ ligt at uppliva og virka við í fongsulsarbeiði, arbeiðnum millum gøtubørn, hvussu ein fær bíbliur inn í Kina og hvussu ein gjøgnum ítrótt eisini kann vera í kristi­ligum arbeiði. Saman við ferðaleiðarum verður farið til hesi støðini. Luttakararnir gjalda sjálvir fyri ferð, kost og uppihald, og verður kostnaðurin mill­ um 10 og 15.000 kr. sb. Bakkaverjan skal styrkjast Skúvoy: Í eina tíð hevur verið arbeitt við at umvæla vegin frá bygdini og oman á lendingina. Samstundis við hetta hev­ ur ein gjørt fyrireikingar til styrkjan av sjálvari bakka­ verjuni. Landsverk upplýsir, at veg­urin frá lendingi og nið­an til neystini var liðugt gjørdur, og at arbeiðið við bakkaverjuni var farið í gongd. Enn er ikki greitt, nær hetta arbeiðið verður lið­ ugt. Játtanin til arbeiðið í Skúvoy er 550.000 kr. í ár. sb. Áhugin fyri at byggja summarhús í Sørvágs kommunu tykist vera stórur. Hetta eru góð tíðindi fyri kommuna, men ger tað amstundis neyðugt hjá komm­ ununi at síggja hetta málið í eini størri heild: Skal loyvi gevast til summarhús ella til heilárshús Bygdamenning Snorri Brend Sørvágur: Tað vísir seg, at fólk fegin ynskja at byggja summarhús í øllum bygdum í kommununi – tað er: Bæði í Sørvági, Bø, Mykinesi og síðst, men ikki minst í Gásadali. Henda seinasta bygdin er vorðin serliga áhugaverd, nú tunnilin er um at verða liðugur, soleiðis at koyrast kann til hesa fjarskotnu bygd­ ina nær tað skal vera. Fyri Sørvágs kommunu – og serliga borgarstjóran Jákup Suna Lauritsen – eru hetta sjálvandi góð tíðindi. Men hetta gevur komm­ ununi samstundis aðrar trupul­leikar, - ein støðutakan av meiri prinsipiellum slagi. - Spurningurin hjá komm­ ununi er nevniliga, um hon skal geva loyvi til at byggja summarhús í Gásadali, har fólk bara fer at búgva í eina ávísa tíð av árinum? - Og er nøkur meining í, at økja um talið av húsum í bygdini, samstundis sum ein kann ímynda sær, at tað við hesum verða fleiri hús sum standa myrk og tóm ein stóran part av árinum? Júst hetta er Sørvágs komm­ una vitandi um, og arbeiðir tí við hesum spurninginum, sum er rættiliga viðkomandi fyri alt økið. Fleiri grundøki Á fundi í bygdaráðnum fyri einum góðum mánaði síðani vóru tvey mál til viðgerðar í hesum sambandi. Á fyrra førinum var tosað um tørvin á grundøkjum í síni heild. Her varð nevnt, at ætlanin er at útvega eini 50 grundøki aftrat í komm­ ununi. Av hesum skulu tey 30 verða í Sørvági, 10 í Bø og fimm økir aftrat í hvørjari av hinum báðum bygdunum, Gásadali og Mykinesi. Á sama fundi var eisini málið um økir til summarhús fyri. Henda viðgerðin bygdi á eitt skriv frá Jákup Suna Lauritsen har hann setur fram uppskot um, at farið verð­ur undir at fyrireika summ­arhúsøkir í øllum fýra bygdunum í kommununi. Bygdaráðið samtykti her at lata teknisku nevndina í kommununi arbeiða víðari við málinum. Seinni fer so nevndin at leggja fram eitt tilmæli til bygdaráðið í hesum málinum. Summar- ella heilárs hús Jákup Suni Lauritsen sig­ ur við Sosialin, at nógv­ir spurningar eru tengd­ir av mál­ inum um summ­arhúsini. Tann fyrsti, og kanska av­gerandi spurningurin er, hvar ein skal plasera hesi húsini, sum so stórur áhugi tykist vera fyri. - Spurningurin er nevni­ liga, um vit skulu geva loyvi til at byggja summarhúsini millum tey verandi sethúsini inni í sjálvari bygdini, ella um vit skulu leggja tey í ein­um øki fyri seg, sigur hann. Greitt er, at verður loyvi givið til bygging av slíkum summarhúsum, so fer tað eisini at skapa ávísar møgu­leikar fyri inntøkum í bygdunum í sambandi við ferða­vinnuna, m.a. við túr­­um í náttúruni við ferða­ leiðarum. Spurningurin er eisini, um ikki kommunan sjálv kann fáa nakrar krónur í kommunukassan við t.d. einum ávísum leigugjaldi fyri hesi summarhúsini og hvørjar treytir, ið kommunan annars skal seta til hea bygg­ ingina. Hesir spurningarnir og mangir aðrir verða tiknir fram, nú kommunan skal við­gera alt hetta málið í kom­ andi tíð. Sørvágs kommuna Íbúgvarar: 1080 (1. januar 2005) Bygdir: Sørvágur, Bøur, Gásadalur og Mykines FAKTA Skal Gásadalur mennast bert við summarhúsum? Borgarstjórin, Jákup Suni Lauritsen: - Skulu summarhúsini byggjast inni í bygdini ella fyri ? Gásadalur er vorðin ein væl umtókt bygd hjá fólki sum ynskja at byggja summarhús. Kommunan viðgerð nú eina heildarætlan fyri hetta økið Lesið -so eru tit við!