Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 233 - 5. desember 2005 Marknaðarrák Farna vika floymdi yvir av týdningarmiklum hendingum. Í USA varð millum annað kunn­gjørt, at búskapurin vaks skjótari enn áður mett í 3. ársfjórðingi, samstundis sum prísvøksturin slakkaði av. Í Evropa vístu hagtølini somu gongd, tó í nógv minni mun enn í USA. Størsta hendingin í vikuni var tíðindafundurin hjá ECB, eftir at rentan var hækkað úr 2,00% til 2,25%. Sjálv rentu­ hækkingin var væntað, men stórur spenningur var um, hvat ECB-stjórin, Trichet, fór at siga um framtíðarútlitini. Hann legði dent á, at rentan varð hækkað fyri at fyribyrgja stórum prísvøkstri. Sostatt eru ikki tikin serlig atlit til, at búskaparvøksturin bert er 1,6%. Prísvøksturin er í løtuni 2,5%, og ECB hevur sum mál at hann skal vera 2,0%. Trichet legði aftrat, at ECB ikki ætlar at hækka rentuna mekaniskt, eins og Fed í USA hevur gjørt. Lánsbrævarentur støðugar Lánsbrævarenturnar vóru støð­ugar í farnu viku. 10-ára danska rentan lá alla vikuna um 3,40%. Marknaðurin hevði væntað, at ECB fór at hækka rentuna, og tí fekk sjálv hækkingin onga ávirkan á lánsbrævarenturnar. TDC fer av marknaðinum Størstu tíðindini á danska partabrævamarknaðunum í farnu viku vóru, at nógv umtalaða keypsboðið uppá gamla danska monopol fjar­ skift­is­felagið TDC, varð kunngjørt. Leingi hevur verið bíðað eftir boðnum, og seinastu tríggjar mánaðirnar hevur dúgligani verið gitt nær eitt endaligt boð fór at koma. Hesar tríggjar mánaðirnar er kursurin á TDC hækkaður 39% úr 271 í 377. Tey, ið ætla at keypa TDC er ein bólkur, sum er mannaður av fimm feløgum, og tey hava boðið kurs 382 fyri øll partabrøvini. Samlaða boðið uppá TDC ljóðaði uppá slakar 100 mia. krónur. Fyri danska parta­ bræva­marknaðin metir Kaup­ thing tað vera óheppið, at hesi keypa TDC, tí lítil ivi er um, at TDC innan leingi verður tik­ið av danska marknaðinum. Danski marknaðurin verður tí minni fjølbroyttur framyvir. Hesa vikuna Hesa vikuna koma fá t‡ðandi lyklatøl, og tí fer vikan helst at ganga við at sodna øll tíðindini í farnu viku. Evropiska rentan upp frá botninum Vika 49 2005 Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 636,02 0,0% Lánsbrøv í DKK 104,54 0,1% JPY 5,28 -0,8% Evru Lánsbrøv 173,22 -0,1% GBP 1.102,34 1,1% Norrøn Partabrøv 105,89 1,5% NOK 94,03 -0,8% Altjóða Vøkstur 72,74 1,6% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 2,90% 3,10% 3,30% 3,50% 28/08 28/09 29/10 29/11 940 980 1020 28/08 28/09 29/10 29/11 Dio og Uriah Heep eru nøvn, sum hava sett sín dám á føroyskan tónleik, ið øllum førum um man skal døma eftir mongdini av føroyskum tónleik­ arum á konsertini hjá hesum báðum bólkum leygarkvøldið Konsert Orð og mynd: Niels Uni Dam niesluni@sosialurin.fo Tá Dio, Uriah Heep og Asia framførdu á Heavy X-mas konsertini í leygarkvøldið var tættleikin av føroyingum væl hægri enn á einum vanligum tónleika tiltakið. Har ýddi stutt sagt í føroyingum, og bróðurparturin var føroyskir tónleikarar. Har vóru nógvir útisetar, men eisini fleiri, vóru kom­ in úr Føroyum til kon­sert­ ina. Serliga Dio var fram­ úrskarandi, og konsertin gjørd­ist ein nostalgisk ferð gjøgnum Dio klassikarar og løg úr døgunum í Black Sabbath og Rainbow. Per­ sónligu hæddarpunktini fyri meg vóru Black Sabbath løgini Voodoo og Heaven And Hell, Raibow løgini Long Live Rock’n’Roll og Man On The Silver Moun­ tain umframt Dio løgini Rain­bow In The Dark og sjálvandi Holy Diver. Konsertferðin hjá Dio, ið Heavy X-mas er ein partur av, eitur Holy Diver Tour 2005. Hetta hóast 22 ár eru liðin síðan Holy Diver varð útgivin. Asia spældu sín sym­fon­ iska rokktónleik, og her var tað serliga einasta veruliga hittið hjá bólkinum “Heat Of The Moment”, ið skaraði burtur úr. Eisini hjá Uriah Heep vóru tað hittløgini “Lady in Black” og “Easy Livin’” í fingu stóru smílini fram hjá áskoðarunum. Men tað var eingin ivi um, at Dio var, bæði tann best upplagdi og best umtókti bólkurin hetta kvøldið. Ronnie James Dio hevur megnað at hildið sítt føðiár loyniligt, men hann er føddur í 1940’unum. Hann stovnaði sín fyrsta bólk í 1957. So hann er ivaleyst um tey seksti, men hetta hoyrdist ikki á honum. Hann ljóðar sum fyrsta dagin. Nógvir føroyingar á Heavy X-mas