Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 5. desember 2005 9 Herfyri keyptu Os­mund Justin­ us­sen og synir í Leirvík tríggjar handilsfyritøkur í einum ”rendi”. Teir keyptu bakarríið hjá Gunleivi, Statoil- støðina á Argjum og handilin hjá Pidda á Toftum Skip og handil Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Teir hava keypt nógv og hava verið nógv frammi í fjøl­miðlunum. Eru blíðir og fryntligir at tosa við, og tú fært tað at vita, sum spurt verður um. Men krónutøl nyttar ikki nógv at spyrja um. Tað er, sum hjá øðrum, ið keypa og selja. Prísir verða vanliga ikki upplýstir, og soleiðis er tað nú bara. Tað er privat. Men tú fært at vita, at eginpeningurin í seinasta keypinum er føroyskur, og tað eru lánveitararnir eisini. Í einum Herfyri keyptu Osmund Justinussen og synir í Leirvík tríggjar handilsfyritøkur í einum ”rendi”. Teir keyptu bakaríið hjá Gunleivi, Stat­ oil- støðina á Argjum og matvøruhandilin hjá Pidda á Toftum. Tað verður eitt samtak, sum fer at reka henda partin av handilsvirkseminum, og handilsleiðari er David Nordendal, sum eisini eigur ein minni part í hesum virksemi. Graml hevur verið um norsk­an pening, men tað avsanna bæði faðir og synir. Umframt handils­ fyri­ tøkurnar, sum leirvíkingarnir keyptu herfyri, hava teir frammanundan eitt nú keypt Volvo á Hálsi, har teir eisini umboða Renault og Chevrolet. Hesa fyritøku hava teir átt í nøkur ár. Fyri einum ári síðan keyptu teir Hotel Hafnia, og nú eiga teir so eisini tær tríggjar fyri­tøkurnar, bakaríið hjá Gunleivi, Statoil- støðina á Argjum og handilin hjá Pidda á Toftum. Aftrat hesum hevur ein av synunum hjá Osmundi, Gunnar Justinussen, eisini Dekksentrið, sum hevur fyritøku á Hálsi og aðrar seks fyritøkur í Íslandi. Leirvíkingarnir eiga eisini aðrar bygningar, sum teir hava keypt. Keyp og søla Byrjanin til alt hetta virk­semið hjá Osmundi Justinussen og synum eru skipini, Stjørnan, Polarhav, Sæborg, Sjóborg og Hav­borg. Herfyri seldi reiðaravirkið í Leirvík trolbátin, Fríðborg til Kjartan Joensen, og báturin kall ast nú Birtingur. Nú eigur Kjartan Joensen soleiðis báðar trolbátarar, sum komu sama dag úr Íslandi, Norðleiv og Birting. - Onkur vil selja, og onkur vil keypa. Soleiðis er nú einaferð við ”forrætning”, siga teir í Leirvík. Tá ið Sosi­ al­urin spyr eigararnar, um ætl­anin er at gera uppaftur fleiri íløgur í vinnulívið á landi, siga teir: - Tað er ilt at siga beint nú. Vórðu vit spurdir fyri 14 søgum síðan, høvdu vit sagt tað sama, men síðan hava vit keypt hesar tríggjar handilsfyritøkurar aftrat. - Tað kom púra óvæntað, at eg fekk í boði at stjóra hand­ ils­virkseminum hjá Osmundi Just­ in­uss en og synum hansara, sigur Dav­id Nordendal, sum hevur verið sølu­leiðari í Lands­ handlinum í fleiri ár Handil Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú Osmundur Justinussen og synir hansara at kall a í einum ”rendi” hava keypt tríggjar handilsfyritøkur aftrat, hava eigararnir gjørt av at seta David Nordendal at stjórna handilsvirkseminum á bakarínum hjá Gunleivi, Statoil á Argjum og hjá Pidda á Toftum. Knútapunkt - Eg havi skilt uppgávuna so­leiðis, at eg skal vera ”knúta­ punktið” mill um eig­ararnar og leiðararnar í nevndu fyritøkum, og hetta síggi eg sum eina velduga stóra uppgávu. David Nordendal, sum er 32 ára gamal og hevur búð á Argjum, síðan hann var 7 ára gamal, hevur seinastu 11 árini arbeitt hjá Landshandlinum í Havn, har hann hevur verið søluleiðari. Hann er útbúgvin hand­ ils­ maður, og hann er eisini útbúgvin bilmekanikari, men væntar ikki, at útbúgvingin sum bilmekanikari fer at geva sær nakað íkast til nýggja starvið. - Tað verður ikki uttan so, at onkur bilur verður í ólagi, heldur hann skemtandi fyri. David sigur, at alt hendi so knappliga. - Eg hevði slett ikki væntað at fingið hetta tilboðið, sigur hann. Út við 100 fólk Hann torir ikki at geva nak­ að boð upp á, hvussu hann væntar, at hann fer at megna hesa uppgávu, men leggur dent á, at hann fer at gera sítt besta. - Tíðin fer at vísa, hvussu hetta fer at eydast mær, sigur David. Í nýggja starvinum fer hann at hava út við 100 fólk undir sær. - Eg haldi, at eini 50-60 fólk arbeiða hjá Gunleivi, og hini arbeiða so hjá Pidda á Toftum og á Statoil- støðini á Argjum. Hann vísir á, at arbeiðini í flestu førum eru skipað sum vaktararbeiði, og tí er talan um nógv fólk, sum manna hesar fyritøkur tilsamans. David er so smátt longu byrjaður í nýggja starvinum. - Ja, eg og Landshandilin hava gjørt semju um, hvussu er verði loystur úr starvinum, og longu nú eri eg byrjaður at tosa við arbeiðsfólkini í teimum trimum handils­ fyritøkunum. So kreativir.. Spurdur, um hann væntar, at hann fær fleiri handlar hjá Osmundi Justinussen og syn­um at umsita, sum tíðin líður, sigur David. - Tað dugi eg slett ikki at meta um, men leirvíkingarnir eru rættiliga kreativir, sum hann tekur til. David Nordendal sigur, at hann kennir familjuna hjá Osmundi Justinussen og heldur fyri, at hetta helst er ein orsøkin til, at teir hava valt at seta hann til at taka sær av hesi handilsligu uppgávu. - Jú, eg eri fegin um, at hesin møguleiki stóð mær í boði, og eg eri ógvuliga spentur upp á stóru upp­gáv­ una, sigur David Norden­ dal. Leirvíkingar spenna seg út: Eiga fimm skip á sjónum og fleiri handilsfyritøkur á landi Reiðaravirksemið hjá Osmundi Justinussen og synum í Leirvík hevur rættiliga fingið fótin fastan á landi og hevur seinastu tíðina keypt fleiri fyritøkur Mynd: Vilmund Jacobsen David Nordendal, handilsleiðari: - Hetta er ein velduga stór uppgáva - Eg hevði slett ikki væntað at fingið hetta tilboðið, sigur David Nordendal, sum nú skal stjóra teimum trimum handilsfyritøkunum, sum Osmund Justinussen og synir hava keypt Mynd: Jonhard Hammer