mánadagur 5. desember 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 233 - 6. desember 2005
Eldraráðið er nú valt og farið til verka. Hetta er í roynd
og veru ein stór og týðandi hending. Sum flestøll munnu
vita, so gerast vit í øllum Norðurlondum alt fleiri eldri
samstundis, sum tað gerast alt færri at uppihalda hesum
mongu eldru. Samanborið við grannalond okkara er
støðan hóast alt nakað betri her í Føroyum, tí føroy
ingar fáa í meðal fleiri børn enn grannar okkara.
Sostatt verður fólkapyramidan ikki so skeiv her sum
t.d. í Danmark. Men sum sagt, er hetta eitt álvarsmál
eisini í Føroyum. Tað er tí púra beint at seta fokus á
viðurskiftini hjá teimum eldru í Føroyum. Leingi hevur
í høvuðsstaðnum verið talað um eitt eldraráð. Nú fingu
vit so ein virkisfýsnan býráðsformann og eitt býráð,
sum tykist megna at gera orð til gerðir og skjótt varð
eldraráðið sett í verk.
Lat tað tí verða sagt alt fyri eitt, at avgerðin um at skipa
eitt eldraráð í høvuðstaðnum er eitt frálíkt hugskot. Sum
longu nevnt, gerast alt fleiri eldri borgarar. Viðurskifti
teirra eru sera ymisk eins og tey eldru sjálv eru sera
ymisk soleiðis sum øll menniskju eru tað. Tað ber tí ikki
til at skera øll eldri yvir ein kamb og er tað júst hetta,
ið ger, at tað ikki er so heilt einfalt at skapa áhugaverd,
góð og mennandi tilboð til teir medborgarar okkara,
sum vegna aldur eru farin av arbeiðsmarknaðinum.
Hvør er bestur til at finna tey røttu tilboðini? Hvørjir
eru serfrøðingarnir á økinum? Tað eru júst tey eldru.
Tað eru tey eldru, sum best vita, hvat teimum tørvar
á ymsum tænastuøkjum. Tað er tí í tøkum tíma, at
eldraráð verður skipað og avgerðin tænir býrðánum
til heiðurs.
Tað er samfelagsins skylda at tryggja okkum øllum
góð og innihaldsrík ellisár. So leingivit orka og megna,
eiga vit at varðveita høvi og møguleikar at taka lut í
samfelagslívinum. Tey eldru skulu ikki metast sum
ein samfelagstrupulleiki, men sum ein møguleiki og
ein styrki fyri samfelagið og harvið fyri okkum øll.
Tey eldru hava lívsroyndir, tey hava stóra vitan og tey
hava tíð at deila teirra vitan við okkum, sum enn eru
á arbeiðsmarknaðinum. Hetta eru alt virði, ið hava
stóran týdning fyri eitt samfelag. Tað ræður um at
leggja eldrapolitikkin soleiðis til rættis, at allir partar
fáa gagn av honum. Tey eldru so tey njóta góð tilboð
og ta virðing, ið tey hava uppiborið og samfelagið
skal kunna njóta gott av allari teirri vitan og teimum
lívsroyndum, sum tey eldru goyma í minninum. Í flest
øllum mentanum verða tey eldru hátt mett. Soleiðis
hevur tað eisini verið hjá okkum og soleiðis eigur tað
framvegis at vera her í Føroyum. Nývalda eldraráðið
hevur saman við Tórshavnar býráð eina stóra ábyrgd
her. Vit ivast ikki í, at nývalda eldraráðið fer at megna at
liva upp til hesa stóru ábyrgd. Men eisini vit øll onnur,
sum enn ikki eru komin upp í tann samfelagsbólkin, ið
vit nevna tey eldru, hava eina stóra ábyrgd at tryggja ein
góðan virðiligan og mannsømiligan eldrapolitikk. Til
ein slíkan politikk hoyrir eisini spurningurin um eina
haldgóða pensiónskipan fyri øll, eitt mál, ið ikki tolir
at bíða longur. Ein slíkur politikkur kemur í longdini
at gagna øllum – ungum sum eldri, ja, samfelagnum
øllum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein góð søk
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Palli Dalsgaard
Hesar báðar flutningsleiðir
eru størsta bygdamenning,
ið nakrantíð eru framdar í
seinni tíð. Og báðar hava
givið úrslit, og ikki eiti á
úrsliti til tað betra har tær
hava verið.
Hvør, ið kom við hvørjari,
minnist eg ikki, tað kann
vera líka mikið. Men Thom
as Arabo var stjóri á Strand
ferðsluni um tað mundið, og
hansara partur lá ikki eftir, tá
um Farmaleiðir var at tala.
Og broytingin var ikki eiti á
stór til tað betra. Atli Jensen
gjørdi eitt stórt arbeiði fyri
at fáa Bygdaleiðir upp at
standa. Báðar leiðirnar komu
í tøkum tíma, at tær ikki
bóru seg, var hvørjum manni
púra greitt, fyri tí máttu tær
blíva veruleiki, sum tær eis
ini blivu. Havi fyrr í bløðun
um roynt at forsvara Bygda
leiðir, tá ágangurin hevur
verið ov nógvur um hesa
farleið. Sjálvur var eg við
til at dríva eina slíka rutu
í mínum bestu árum, so eg
havi eina føling av hvussu
ómøguligt tað er at fáa tað at
hanga saman fíggjarliga.
Tað er tyngri ídag, nú
útreiðslunar eru fleirfaldað
ar, og inntøkurnar í minking.
Men eisini veit eg hvussu
nógv hesar rutur eru verd
ar fyri tey, ið enn royna at
búleikast á teim smáu pláss
unum. Tí er tað harmiligt at
síggja og hoyra í pressuni, at
Farmaleiðir skulu takast av
við lóg, tí tær ikki bera seg.
Hettar hevði verið tað sein
asta, ið nakar av okkum sum
búleikast her, høvdu vænta.
Tí tosið um útjaðaran hevur
verið tað mótsatta, men eing
in hevur vita hvussu plássini
skulu lúggast.
Míni ráð skulu vera til teir,
ella tey, sum koma við slík
um tilmæli, at kappa høvdið
av øllum tí, sum heldur lív
í okkara samfelag. Farið
sjálvi út á bygdirnar og set
ið tykkum væl inn í hetta
arbeiði, áðrenn tit koma við
tilmæli um at avtaka hesar
leiðir. Tí sum sagt, at fáa tær
at bera seg fíggjarliga letur
seg als ikki gera.
Bygdaleiðir og Farmaleiðir
Vinnunvendin
kallaði
ikki sakkunnleikan inn í
viðgerðini av einum upp
skoti til samtyktar um
broytingar í hámarksferð
ini fyri prutl.
Skilaleyst – serstakliga
tá hugsað verður um, at
bara í hesum árinum hava
ferðsulvanlukkur á prutli
kravt trý ung mannalív
Rúna Sivertsen
Formaður
Ráðið fyri Ferðslutrygd
Tað var bert at tilvild, at
Ráðið fyri Ferðslutrygd
frætti um hetta uppskotið,
sum kemur til 2. viðgerð á
Føroya Løgtingi týsdagin.
Málið snýr seg um at flyta
hámarksferðina hjá prutlum
frá 30 km/t til 45 km/t.
Umframt leggur uppskotið
upp til, at prutlini ikki verða
tøknuliga avmarkað til at
koyra 45 km/t, men bara
at lógarkrav verður sett um
hámarksferð, sum hjá akfør
um. Ferðslutrygd hevur mælt
til at seta hámarksferðina hjá
prutlum upp, treytað av, at
undirvísing verður sett í verk
samstundis. At prutlini ikki
skulu verða avmarkað at
koyra 45 km/t tekur Ráðið
fyri Ferðslutrygd ikki undir
við.
Hvørki Politiið, Akstovan
Ráðið fyri Ferðslutrygd
ella Koyrilærarafelagið eru
hoyrd í hesum máli, ella eru
biðin um at koma við við
merkingum til uppskotið.
Í Føroyum doyggja lut
falsliga fleiri í ferðsluni
enn í okkara grannalondum
– hetta hava vit gjørt vart við
og endurtikið í tað óenda
liga.
Men tað er sum at sletta
vatn á gás!
Framvegis taka tey ráðandi
ikki ferðslutrygdina í álvara,
men lata eitt slíkt mál av
hondum, uttan at tryggja sær
neyðugu vitanina.
Vegna Ráðið fyri Ferðslu
trygd heiti eg staðiliga á Før
oya Løgting at beina málið
aftur í nevnd, so sakkunn
leikin kann takast við upp á
ráð, áðrenn uppskotið verður
samtykt.
Lógarsmíð ella krotusmíð