mánadagur 5. desember 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 6. desember 2005
11
Malan Johannesen
Fyri tey í nummar 43
Gisleyg Bonde
fyri tey í nummar 47
Jólini eru í hondum, og tað
ljóðaði sum fagrasti jóla
songur í okkara oyrum, at
formaðurin í Ráðnum fyri
ferðslutrygd, Rúna Sivertsen
mælir frá, at landsvegir ganga
gjøgnum bygt øki. Tí tað
halda vit eisini, sum búgva
við Villingadalsvegin, har
talan er um at leggja landsveg
beint oman fyri húsini hjá
okkum. Vit kenna við teim
um í Sandavági, í Miðvági
og ikki minst við teimum
á Skipanesi og aðrasteðs í
landinum, har tung ferðsla
fer grøvandi gjøgnum túnini
uttan fyrilit fyri fólki og fæ.
Tíbetur heldur stjórin fyri
Landsverk, Oyvindur Brim
nes, sum varðar av vegunum
millum bygdir, at tað er
óheppið, at vegirnir í sínari
tíð eru lagdir, sum teir eru.
Tað er tíbetur ásannað so
manga steðs til dømis sluppu
Kvíkingar undan ferðsluni,
tá landsvegurin varð lagdur
langt oman fyri bygdina,
soleiðis eigur tað at vera,
og soleiðis má tað verða
framyvir. Halda ivaleyst tey
flestu..
Men so er ikki. Ein nýggjur
landsvegur skal leggjast í
Havn. Tey rópa hann ringveg,
og hann verður í skrivandi
stund bygdur omanfyri
randarhúsini millum Gilja
og skal ganga her omanfyri
húsini hjá okkum og bindast
í niðri við Maskinskúlan.
Her búgva nógv fólk og her
balist eisini mangt annað
livandi.
Gomul ætlan
Tað er onki nýtt, at her skal
vegur verða. Ætlaninar
vórðu lagdar fyri fleiri enn
20 árum síðan, og ætlanin
er ikki endurskoðað síðan,
hóast fólk her búgva hava
mælt til, at so verður. Sein
ast tá uppskot varð lagt
fyri Løgtingið um at endur
skoðað ætlanina til tess at
meta um, hvørt ikki frægari
varð, at vegurin varð lagdur
burturfrá húsunum, so
umhvørvið undir hamrinum
kundi varðveitast. Í viðmerk
ingunum til lógina varð mælt
til, at leggja vegin omanfyri
hamaran ella at leggja hann í
tunnil. Landsverk hevur gjørt
eina meting, sum er send
avvarðandi myndugleika,
sum tó ikki hevur tikið
støðu til metingina. Kortini
verður vegurin bygdur, sum
um onki varð og er komin
hartil, at sett er á vestan fyri
Villingadalsvegin. Hetta
varð kortini steðgað av
Tórshavnar kommunu. Men
maskinurnar standa í fyrsta
giri tveir metrar frá, til reiðar
at seta á.
Havnin í vøkstri
Vit hava hoyrt at Tórshavn
ar býráð hevur ætlanir
um at keypa lendi til at
byggja á millum annað í
Hoyvíkshaganum, men veg
urin gongur longu gjøgnum
allan Hoyvíkshagan, og
áðrenn vit hava vent okkum
gongur vegurin væl og virði
liga gjøgnum bygt øki har,
og her hjá okkum er longu
bygt. Tískil er ongin ivi um,
at neyðugt verður við ein
um ytra ringvegi afturat um
heilt fá ár. Fyri ikki um at
tala, tá landfast verður við
Sandoynna og longur suður.
Nýggi vegurin verður tá ikki
til ta stóru nyttuna, og hvat
er tað so vert?
Hvar skal landsvegurin
leggjast eftir ætlanini?
Hann skal ganga framvið
hamrinum oman til Maskin
skúlan, har hann skal bindast
í Norðara ringveg og hvat er
tað fyri øki? Vit sum búgva
her, og øll tey mongu, sum
spáka her hvønn tann einasta
dag vita, hvussu her sær út.
Vestan fyri húsini eru gaml
ar træðir, har seyður og flog
fenaður heldur til. Serliga
kend er trøðin hjá Andriasi
Reinert, sum er heimstaður
hjá teimum sjáldsomu bram
gæsnum, umframt hópin av
føroyskum gásum og øðrum
gásasløgum. Eisini hevur
hann dunnur og høsn gang
andi. Á øllum hinum træðun
um gongur seyður og annað
fæ. Vestan fyri træðirnar
gongur hamarin, sum virkar
sum ein verjugarður fyri
hendan partin av Havnini,
hann er brattur, og á nógvum
træðum eru veldugir klettar,
sum eru rullaðir oman í fyrnd
ini. Her er bæði vill náttúra
og friðsælur grønur bøur.
Økið er rætt og slætt ein
perla fyri havnarborgarar,
og eisini fyri tey mongu
sum vitja høvuðsstaðin,
sum knappliga kenna seg
sum vóru tey á bygd. Her
koma skúlaflokkar og barna
garðsflokkar og ikki um at
tala tey sum renna, spáka
ella stavgongufólkini. Og
so øll tey sum ambæta sín
um kríatúrum, her er eitt
umhvørvi, sum ótrúliga
nógv fólk hava gleði av.
Ongin okkara fatar, at nak
ar kann finna uppá at leggja
ein landsveg her. Hetta er
eitt av teimum fáu grønu og
eitt sindur villu plássunum,
sum eru eftir í Havn, skal
tað leggjast undir landsveg?
Vit fáa okkum ikki at trúgva
tí! Og tað sum er einamest
ótrúligt er, at vit duga illa
at ímynda okkum, at hes
in vegastubbin verður til
nakra serliga nyttu fyri
tey, sum skulu til Havnar,
tí Villingadalsvegurin og
Sundsvegurin eru beint við.
Tað eru illa nokk 100 metrar
ímillum og øll ferðslan skal
oman á Norðara ringveg og
Marknagilsvegin og hvar
fer hon so? Tey sum koyra
bil hvønn dag vita, hvussu
rokilsi er eftir tí vegnum
og annars í býnum, sum
Oddvør Johansen vísir á í
lesarabrævi. Er hetta nøkur
loysn? Hon er ring at fáa
eyga á.
Perlan undir hamrinum
Hinvegin er lætt at fáa eygað
á, at høvuðsstaðurin hevur
brúk fyri andarholum, tað
eru nøkur fá, eitt nú trøðin
uppi við Hoydalsá, sum er
eitt vælsignilsi og ikki minst
tær góðu gøturnar, sum Tórs
havnar býráð hevur latið
gjørt við glottarnar, sum
so nógv hava gleði av. Tí
ivast vit onga løtu í, at rætta
loysnin er at gera træðirnar
her uppi til andarhol, at friða
tær ella partar av teimum,
gerið gongugøtur, kanska
eisini pláss til reiðgøtur, her
uppi, so vit og ikki minst øll
onnur sum búgva í býnum,
og tey sum vitja høvuðs
staðin kunnu gleðast um,
at Havnin hevur pláss fyri
fólki, sum brúka beinini og
sum gleðast um tað, sum liv
andi er. Her er gott at vera
sum er, men eitt satt paradís
hevði tað verið, um tað bar
til at spáka undir hamrinum
og sæð niður yvir træðirnar
og lívið sum har yður av.
Vit halda, at tað er gott at
gera vegir, so lagaligt er at
sleppa aftur og fram, men
vit eru so inniliga samd
við tey, sum gremja seg
um, at landsvegirnir ganga
gjøgnum bygd øki og eisini
við Landsverk, sum heldur
tað er óheppið, tí rokna vit
við, at henda ætlanin er ein
misskiljing og ráða øllum
sum varða av, at umhugsa
hesa vegagerð av nýggjum.
Við ynski um trivnað, gott
umhvørvi og gleðilig jól
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Løgmaður hóttir við at
spreingja norðurlanda
samarbeiði. So sigur tíð
indaskriv frá løgmansskriv
stovuni útsent 29.11.05.
Hvat er meiningin?
Svenski sendimaðurin í
Danmark, Lars Grundberg,
hevur verið á vitjan í Føroy
um, og sjálvandi eisini hitt
løgmann, Jóannes Eides
gaard.
Tað ljóðar av tíðindaskriv
inum, sum vóru fremstu
ørindi løgmans at tosa um,
kunna um ella agitera fyri
at Føroyar fingu serligan
status í Norðurlandaráðnum.
Sum suverenur statur, líka
sum Svøríki ella Finnland,
hóast Føroyar - sum kunn
ugt - eru partur av ríkis
felagsskapinum, við øllum
teimum fyrimunum, sum tað
gevur.
Men eftirsum Helsingfors
avtalan frá 1962, sum er
samarbeiðsgrundarlagið hjá
Norðurlandaráðnum/Nord
isk Råd, byggir á samarbeiði
millum lond ella statir, tvs.
veruligar suverenar statir,
Svøríki, Norge, Danmark,
Finnland og Ísland, so ber
ikki til at ganga føroyska
ynskinum á møti.
Hvør var politiska
dagsskráin hjá full
veldislandsstýrinum?
Hon var fyrst og fremst at
skapa illstøðu millum Dan
mark og Føroyar. Tá sam
ráðingar um loysing endaðu
við, at Høgni og Anfinn fóru
sjaggandi frá Christiansborg
ongul í reyv, var næsti leikur
at skapa split, sáa illtanka og
blása konfrontatiónir upp.
Høgni førdi ann. Forlanga
tað ómøguliga, og segdi, at
danska stjórnin vil ikki lova
okkum framat nakrastaðni.
”Vit, staklarnir, blíva bara
kúgaðir, tað er so ræðuliga
synd í okkum.” Teir bóðu
bæði Nato og ST og íslendsk
ar super-specialistar um at
leggja uppí.
Eitt tiltak var, at Anfinn
Kallsberg sum løgmaður
í 2003 forlangaði, at Før
oyar skuldu metast sum
suverent land í norðurlanda
viðurskiftum, hóast allur
politikkurin hjá fullveldis
landsstýrinum hevði spælt
fallit. Teir tordu ikki at leggja
loysingarspurningin út til
fólkaatkvøðu, lúshundarnir.
So kom hetta bíliga útspælið.
Boðini vóru sjálvandi, bæði
frá danskari síðu, og frá
Norðurlandaráðnum, at hetta
bar ikki til. Men baktankin
er sjálvandi, at kunnu teir
fáa hini norðurlondini, ella
bara Ísland, at siga okkurt
pent um Føroyaland, so kann
tað brúkast sum argument í
øðrum sambondum.
Dangan darlar víðari
Nú svenskarin var í Føroyum,
var argumentið ført fram av
javnaðarløgmanninum, eins
og var hann umboð fyri sama
fallitt-fullveldislandsstýri.
Men nú er ein nýggj kon
struktión uppfunnin fyri
at Føroyar kunnu látast at
vera suverenur statur. Nú
skal alt grundarlagið undir
norrøna samarbeiðinum,
sum er Helsingforsavtalan,
broytast.
”Løgmaður gjørdi sendi
harranum greitt, at Før
oyar eiga at kunna gerast
limur treytað av, at Helsing
forssáttmálin verður sam
svarandi broyttur til eisini
at fevna um sjálvstøðug
mentanarøkir.”
Úrslitið fer at vera ein
degradering av samarbeið
inum millum londini, til at
verða eitt kultursamarbeiði
millum økir ella regiónir.
Alt í lagi, so koma finn
landssvenskarar, samar í
Norra, Svøríki og Finnlandi,
týskarar í Suðurjyllandi, og
kanska eisini skånebúgvar
og bornholmarar uppí. Spurn
ingurin er hvat í allari víðu
verð tað skal brúkast til?
Norðurlandasamarbeiðið
hevur ikki tann allarstørsta
tydning longur, um tað
nakrantíð hevur haft tað.
Verjupolitikkur liggur fyri
ein stóran part í Nato, og
búskapur liggur mest í ES.
Føroyar hava fína
umboðan!
Norðurlandaráðið er sett
saman av umboðum, sum
parlamentini/tingini velja,
og londini hava hesi tøl:
Svøríki
20
Norge
20
Finland
20
Danmark
20
Ísland
7
Í hesum fimm delegatiónum
hava Grønland og Føroyar
so 2 umboð hvørt í donsku
delegatiónini, og Álands
oyggjarnar 2 umboð í finsku
delegatiónini. (kelda: www.
norden.org) Reelt hevur
”gamle” Danmark bert 16
umboð.
Í mun til fólkatalið hava
Føroyar eina stóra yvir
umboðan, umleið 1 umboð
uppá 25.000 íbúgvar og Grøn
land nakað tað sama. Gamla
Danmark hevur 1 umboð
fyri 325.000 íbúgvar. So
um nakað er galið, so kundi
tað verið kvaliteturin av før
oysku umboðnum? Ella,
hvat skal ráðið yvirhøvur
brúkast til?
Nordisk Ministerråd?
Í norrøna samarbeiðinum
er eisini ráðharraráðið, ella
ministararáðið, har stjórnir
nar í londunum hittast og
skifta orð. Eru Føroyar so
útilokaðar úr hesum høga
forum? Á-nei, her eru í
forsamlingini av fíggjarráð
harrum til dømis, í alt 9 nøvn.
Ein úr hvørjum landi og ein
úr hvørjum sjálvstýrandi øki.
Also Bárður Nielsen er síðu
um síðu við Thor Pedersen
og Pär Nuder úr Svøríki.
Og í Transportráðnum situr
Bjarni Djurholm og undir
liðini á honum - ella kanska
yvirav - Flemming Hansen
transportministara, sum
umboðar Danmark.
Ætlar at kloyva
Norðurlond?
Tíðindaskrivið sigur frá,
at løgmaður ”legði dent á,
at vísa tey eysturnorrønu
londini ikki størri áhuga
fyri føroyska ynskinum,
kunnu norðurlond ”brotna
av um miðjuna” - í eystur-
og vesturnorðurlond”
Hvussu svenski sendimað
urin hevur tikið hesa opin
lýsu hóttan, stendur einki
um. Bert at hann ætlaði at
bíða eftir niðurstøðuni hjá
samstarvsráðharrunum. Men
hann hevur helst skoðað út
yvir Glyvursnes og Borðuna
og hugsað sítt.
Almenningurin veit ikki,
um løgmaður hevur eina
dagsskrá væl goymda í inn
ara lumma, at sáa split, at fáa
norðurlond at brotna av um
miðjuna, um man ikki sleppur
at veipa við nationalistisku
frustratiónunum. Men førir
hetta krav til at kvetting
eisini her, so er enn einaferð
alt mist. Ynskið um størri
luttøku, kann føra til onga
luttøku. Hatta var ein tápulig
hóttan.
Undir øllum umstøðum er
tað sera sjáldsamt, kanska
ójoyrt, at ein samráðinga
partur - her Løgmaður - ikki
bara hóttir í teim munnligu
samráðingunum. Men eis
ini at hann letur tað fara í
referatið, sum so verður
sent almenninginum. Tað
ljóðar, sum hann tosar vegna
Grønland og Ísland eisini.
Hvør er dagsskráin?? Hvat
ætla teir??
Hvat skal tað vera gott
fyri?
Hví ikki spyrja, hvat fæst
burturúr hesum samarbeiði,
sum er? Er yvirhøvur meira
at heinta hagani? Er tað
ikki løgting og landsstýri,
sum uttan innblanding
velja sínu umboð í Ráðið
og Ministararáðið? Hvønn
rætt ella fyrimun hava hinir,
sum Føroyar ikki hava? Førir
javnaðarflokkurin, stuðlaður
av sambandsflokkinum, bara
fullveldisgorri víðari?
Harraborgir í huganum?
Harmaljóð um landsvegir í bygdum øki