mánadagur 5. desember 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 233 - 6. desember 2005
Hósdagin 1. desember vóru
liðin 25 ár síðani Jonna Han
sen byrjaði í starvi innan
apoteksverkið.
Jonna er útbúgvin farma
seutur, og tók 1. mai í 1988
við starvinum sum apotekari
við Tjaldurs Apotek í Havn.
Har er hon enn.
Í sambandi við dagin var
skipað fyri hugnaløtu í mat
stovuni á Tjaldurs Apoteki,
har starvsfelagar og onnur
heilsaðu upp á jubilarin.
Jonna Hansen er 52 ár, er
fødd í Sørvági, men hevur
búð í Havn tað mesta av lívi
sínum.
sb.
25 ár á Apotekinum
Jonna Hansen varð heiðrað
av starvsfelagum, tá hon
hósdagin hátíðarhelt 25 ára
dagin í firma’inum
Mynd: Jens Kr. Vang
Hósdagin 1. desember
kundi Ruborg Zachariassen
í Sørvági halda sín 40
ára starvsdag hjá Føroya
Banka.
Ruborg er eitt kent and
lit frá bankanum á Flog
vøllinum, har hon arbeiddi
í meira enn 39 ár. Hon
var sett í starv tann 1.
desember 1965, stutt eftir
at Føroyaflúgvingin var
byrjað miðskeiðis í 60-
unum.
Síðan bankin á Flogvøll
inum lat aftur 1. februar
2005, hevur Ruborg arbeitt
í Føroya Banka í Sørvági.
Hetta er fyrstu ferð, at hon
hevur fastar arbeiðstíðir.
Arbeiðið í bankanum á
Flogvøllinum hevði við sær
at Ruborg hevði ógvuliga
skiftandi
arbeiðstíðir.
Hon mátti alla tíðina laga
arbeiðstíðina eftir,
hvussu flogførini komu og
fóru. Arbeiðið var tað einasta
av sínum slagi í landinum.
Tað var fjølbroytt, og har hitti
hon nógv ymisk ferðafólk.
Hon trívist framvegis sera
væl í bankanum.
Ruborg er ættað úr Sørvági,
dóttir Jenny og Henry David
sen, fyrrverandi bussførara.
Mamman doyði í 1962, bert
42 ára gomul, og Ruborg, ið
var elst av systkjunum, var
sum ein mamma fyri síni
yngru systkin. Hon hevur
altíð verið røsk, arbeiðssom
og sera nærløgd í øllum tí,
hon tekst við. Í síni frítíð
spælir Ruborg bridge og
svimur. Eisini hevur ymisk
handalig ítriv.
Ruborg var gift Joen
Hendrik Zachariassen, sum
eisini var ættaður úr
Sørvági. Hann andaðist
fyri góðum fýra árum síðan,
64 ára gamal. Tey fingu trý
børn. Jens Erik, Maria Eyð
og Henry. Synirnir búgva
báðir í Sørvági, meðan
dótturin býr í Miðvági.
Ommubørnini eru 12 í tali.
Ruborg Zachariassen, Sørvágur:
40 ára starvsdag hjá Føroya Banka
Dagurin í morgin
6. desember. Nikolaus, deyður umleið ár 350. Hann var biskupur í Myra, sum er í Lítlaasiu. Hann varð tikin av
døgum sum pínsluváttur, men við grøv hansara í Myra hendu so mong undurverkini, at hann skjótt varð roknaður
sum halgimenni. Niklasar- ella niklasmessa hevur verið hildin í Føroyum. Og ein gomul føroysk vísa er um Niklas,
har niðurlagið er: Hjálpi mær Guð og ríki harrin, Sankta Niklas.
Í Hálandi varð hann róptur Sinte Klaas, og haðani kom dyrkanin til Amerika, har hann varð Santa Claus, sum gevur
børnunum gávur á jólum og er tann sami, sum nú á døgum verður róptur jólamaðurin. Navnið er upprunaliga grikst,
sett saman av orðunum nike ið merkir sigur og laos, ið merkir fólk.
A.C. Evensen varð føddur hendan dagin í 1874.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at góði pápi okkara
Hans Jacob Justesen
andaðist í heiminum í Klaksvík leygardagin
3. desember, 93 ára gamal.
Kistan fer úr heiminum týskvøldið 6. desember kl.
18.00 heim í Betesda.
Jarðarferðin verður úr Betesda
mikudagin 7. desember kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Maria, Karin, Sigrun, Eydna, Hjørdis, Gunvør
og Heidi
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum
at kæra móðir okkara
Marjun Skaale Dánjalsdóttir
Runavík
andaðist fríggjadagin 2. desember, 67 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Berøa og út í kirkjugarðin á Nesi
týsdagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Dania, Hans Arni og Páll
Tey, sum vilja minnast Marjun, kunnu geva eina peningagávu
til Føroya Felag Móti Krabbameini.
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið elskaði maður,
pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Peter Christian Johannesen
vanliga nevndur Peter hjá Fritleif
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri umsorgan á G4.
Tøkk til prest og sangarar.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir.
Tøkk fyri hjálpsemi til ervið.
Hjartans takk til tykkum øll, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Anna, Brynja, Gulbrit og Finnbogi
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.