mánadagur 5. desember 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 6. desember 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Marjun
Skaale Dánjalsdóttir
fer úr kapellinum á
Landssjúkrahúsinum í
dag klokkan 17. Jarðar
ferðin verður úr Berøa
og út í kirkjugarðin á
Nesi týsdagin kl. 13.
Tey, sum vilja minnast
Marjun, kunnu geva eina
peningagávu til Føroya
Felag Móti Krabba
meini.
Ole Johannes Olsen,
vanliga nevndur Jóannes,
ættaður úr Skopun,
búsitandi í Nyker á
Bornholm, andaðist 5.
november í Hantsholm,
39 ára gamal.
Jarðarferðin verður
leygardagin 10. desemb
er kl. 11.00 úr kapell
inum í Rønne.
Elias Ívarson, føddur
Zachariassen úr Myki
nesi, búsitandi á Selfossi
í Íslandi, andaðist 2.
desember, 84 ára gamal
Leivur Holm, Tvøroyri,
andaðist á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, hósdagin 1.
desember, 76 ára gamal.
Jarðarferðin varð úr
Tvøroyrar kirkju mána
dagin kl. 13. Tey, ið vilja
minnast Leivur, kunnu
lata Tvøroyrar kirkju
eina gávu.
Andlát og jarðarferðir
Í dag, mánadagin 5. desember,
verður Odmar Færø yvir
lækni á barnadeildini á
Landssjúkrahúsinum 65 ár.
Odmar er ættaður av Toft
um. Foreldrini vóru Elsa
og Oluf Færø. Hon var úr
Fuglafirði, og hann var
av Toftum. Tey fingu fýra
børn, og tey eru Poul, sum
var føddur í 1938, Odmar
í 1940, Eyðfinn í 1946 og
Lissan í 1948.
Poul, Lissan og Eyðfinn
búgva í Klaksvík, og Odmar
býr í Havnini.
Odmar gekk tvey ár í preli
miner og tvey ár á studenta
skeið á VBV, har Føroya Stu
dentaskúli tá helt til. Hann
fekk húgvuna á høvdið í
1960.
Eftir skúlaárini í høvuðs
staðnum arbeiddi Odmar
hjá partafelagnum D. P.
Højgaard, og hann royndi
eisini sjólívið, áðrenn hann
fór niður at lesa. Í 1961 fór
Odmar til Århus at lesa
medisin. Hann var liðugur
við lesturin í 1968. Eftir at
hava arbeitt í tvey ár á Lands
sjúkrahúsinum gekk leiðin
til Keypmannahavnar, har
Odmar fór at útbúgva seg í
pediatri ella til barnalækna.
Útbúgvingin var fyri tað
mesta á Rískissjúkrahúsinum
og eisini partvís á amts
sjúkrahúsinum í Glostrup.
Síðstu tíðina í Keypmanna
havn var Odmar fyrsti hjálp
arlækni og okkurt skifti
avloysari sum yvirlækni á
Ríkissjúkrahúsinum.
Dreymurin var altíð at flyta
aftur til Føroya. Men tá í tíðini
mettu myndugleikarnir ikki,
at tað var tørvur á serlækna
í pediatri. Tá ið Odmar í
1980 flutti til Føroya, gjørd
ist hann skúlalækni. Nak
rar tímar um vikuna var
hann konsulentur á Lands
sjúkrahúsinum. Í 1984 var
yvirlæknastarv í pediatri nor
merað, og ivaleyst var tað so
sjálvsagt, at Odmar, sum var
fyrsti føroyski læknin í hesi
sergreinini, fekk starvið.
Síðani hevur Odmar ver
ið yvirlækni á Landssjúkra
húsinum. Har er hann sera væl
umtóktur. Starvsfelagarnir
siga um hann, at hann er
dugnaligur, lagaligur og
sjáldsama umsorgsfullur.
Hetta er komið børnunum,
foreldrunum og ikki minst
starvsfólkunum til góða.
Í 1994 og í 1995 arbeiddi
Odmar í Saudi Arabia, og
síðani hevur hann fleiri ferðir
verið í Umanak í Grønlandi
og arbeitt. At hann fór til
Grønlands at arbeiða komst
av, at konan í tvey ár var
lærari í Umanak.
Odmar giftist í 1963 við
Jonnu fødd Johannesen og
ættað úr Klaksvík. Foreldrini
hjá henni vóru Alexandra og
Kaj Johannesen.
Jonna og Odmar búðu í
mong ár í Albertslund. Eftir
at tey vóru flutt til Føroya,
bygdu tey undir Brúnni, og
har búgva tey framvegis.
Jonna og Odmar eiga ein son.
Hann eitur Oddmar, og hann
er tannlækni í Aberdeen.
Oddmar er giftur við Anna
Maria fødd Müller og ættað
úr Havnini. Tey eiga trý børn
- Odmar, Sandri og Joanna.
Odmar Færø hevur bæði
roynt seg sum sangara og
fótbóltsspælara.
Meðan hann gekk í stu
dentaskúla, skipaði William
Sloan, sáli, fyri, at pláta varð
givin út, har Odmar spældi
guitar og eitt nú sang Tá eg
ein lítil drongur var, og á
aðrari plátu sang hann duett
saman við Sólrun Skaale av
Toftum.
Lestrarárini í høvuðsstað
num spældi Odmar við
B36. Hann var fjølgávaður
og kundi nýtast í verju, á
miðvølli og álopi, og tað var
skjótt, at hann kom á besta
B36 liðið, har hann bæði í
1959 og í 1962 var við til
at vinna FM heitið. Eisini
eftir at Odmar var farin til
Danmarkar at útbúgva seg,
var hann ofta á B36 liðnum
í summarfrítíðunum, og tá ið
hann í tíðarskeiðum arbeiddi
í Føroyum. Í 1966 var hann
partur av KÍ liðnum, sum
vann FM. Hetta summarið
arbeiddi hann á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi. Síðani tey fluttu
til Føroya hevur Odmar eitt
skifti verið nevndarlimur og
formaður í B36.
Odmar spældi tríggjar
ferðir á fótbóltslandsliðnum.
Fyrsta ferðin var í 1961, tá ið
Hetland var mótstøðuliðið,
og í 1968 og í 1969 spældi
hann
ávikavíst
móti
Orknoyggjunum og Het
landi.
Føðingardagin helt Odmar
fríggjadagin saman við
starvsfólkunum á Barna
deildini.
J
Odmar Færø 65 ár
Í dag, mánadagin 5.
desember, eru tað 65 ár
síðani, at Signa og Søren
Jacob Lamhauge í Rituvík
giftust í Nes kirkju. Tey eru
framvegis væl fyri og búgva
heima.
Signa, sum er fødd 31.
mars í 1920, er ættað úr
Gøtu. Foreldrini vóru Petra
og Jóannes Mikkelsen í
Syðrugøtu. Tey fingu fýra
børn, og Signa er tann ein
asta, sum er eftir á lívi.
Søren Jacob, sum er fødd
ur 13. november í 1913, er
úr Rituvík. Foreldrini vóru
Rachel og Joen Magnus Lam
hauge. Hann var elsti sonur
Amaliu og Søren Lamhauge,
sum vóru millum fyrstu
niðursetufólkini í Rituvík.
Tey fingu sjey børn, og
umframt Søren Jacob er ein
systir eftir á lívi. Hon eitur
Jonny og býr inni hjá Signu
og Søren Jacob. Í dag fyllir
hon 79 ár.
Signa og Søren Jacob
giftust inn til foreldur hans
ara. Seinni vóru tey húsini
tikin niður, og tey bygdu
dygst við síðuna av.
Signa arbeiddi í nøkur ár
í Lynfrost. Men mesta av
tíðini var hon heima, og tað
hevur verið nóg mikið at
takast við. Umframt børnini
so vóru verforeldrini eisini
í húsinum. Tey doyðu út frá
Signu og Søren Jacob. Eisini
var ein onnur systir Søren
Jacob, Valentina, í húsinum.
Hon fekk menigitis sum 16
ára gomul og livdi inntil hon
var elligomul. Í 1992 doyði
hon út frá Signu og Søren
Jacob.
Søren Jacob var sjómaður
øll tey yngru árini. Hann hev
ur áður í samrøðu í Sosial
inum greitt frá sínum langa
og hendingarríka lívi. Eitt nú
sigldi hann undir krígnum við
William Martin, sum Niclas
Højgaard í Rituvík førdi.
Tá ið Fiskimannafelagið
fyri stuttum skipaði fyri
samkomu fyri teimum, ið
sigldu undir krígnum, var
Søren Jacob kanska elsti lut
takarin, og tá greiddi hann
hugtakandi frá um kavbátar
og minur. Í FF blaðnum
sigur hann serliga frá tí
ferðini, tá ið teir norðanfyri
Langanes vórðu álopnir, og
tá ið hann hevði ábyrgdina
av at senda rakettir við veiri
upp í loft fyri at verja seg
móti flogálopunum.
Tá ið kirkjan í Rituvík varð
bygt í fimmti árunum, var
Søren Jacob í bygginevndini,
og hann var við til at byggja
hana. Eftir at hon var liðug í
1955, var hann til skips aftur,
men síðani 1958 hevur hann
verið heimamaður. Søren
Jacob smíðaði hús saman
við beiggjunum Jógvani
og Esmari, sum báðir vóru
timburmenn.
Signa og Søren Jacob
hava verið friðarlig fólk. Tey
hava verið millum álitini í
kirkjuni í bygdini. Søren
Jacob var í mong ár limur í
kirkjuráðnum og formaður
eisini, og tey hava bæði verið
millum teirra, sum hava havt
orðið í missiónshúsinum.
Signa og Søren Jacob
Lamhauge eiga fimm børn.
Tey eru Rosa, sum er fødd
í 1942, Jeffri í 1943, Joen
Magnus í 1946, Meinhard í
1948 og Petra í 1953. Rosa
og Jeffri búgva í Runavík,
Joen Magnus býr í Havnini,
og Meinhard og Petra búgva í
Rituvík. Barnabørn og eisini
fleiri í næsta ættarliðnum
eru komin afturat.
Sunnudagin var familjan í
kirkju í Rituvík, og so varð
krúndiamantbrúdleypið hild
ið á Runavíkar Sjómansheimi
seinnapartin. Har var opið
hús, og 170 fólk stukku inn
á gólvið at heilsa upp á tey
bæði, sum nú hava livað
saman í 65 ár, og harvið hava
livað saman í longri skeið,
enn tað unnast teimum
flestu.
J
Krúndiamantbrúdleyp í Rituvík
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at kæri pápi,
verpápi, abbi og langabbi okkara
Elias Ìvarson
føddur Zachariasen
úr Mykinesi, uppvaksin í Sørvági,
búsitandi á Selfossi í Ìslandi, doyði 2. desember 2005,
á sjúkrahúsinum í Selfossi, 84 ára gamal.
Familjunnar vegna
Elsebeth Elena Eliasdóttir
Signa og Søren Lamhauge. Gentan í miðuni er langommu- og langabbadóttirin Signa, sum fyllir
5 ár í dag