mánadagur 5. desember 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 233 - 5. desember 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Bók væntar stríð
millum ættarlið
Týski tíðindamaðurin og rithøvundurin Frank Schirr
macher hevur vakt stóran ans við einari nýggjari bók.
Í bókini skrivar hann, at tey evropeisku samfeløgini
eru als ikki fyrireikað til gongdina, sum ber í sær, at tey
eldru gerast fleiri og fleiri í tali, samstundis sum tey ungu
fáa færri og færri børn. Hann væntar, at hetta fer at enda
við einum ættarliðsstríði ímillum tey eldru og tey ungu.
Sum dømi um gongdina vísir hann á, at í Niðurlondum
hava serkøn longu roknað út, at samfelagið kann spara
nógvar pengar við at geva gomlum og sjúkum hjálp til
at doyggja. Tað er bíligari enn at rinda teimum pensjón
og at lata tey búgva á ellisheimi.
Frank Schirrmacher væntar, at stríðið ímillum tey eldru
og tey ungu fer at kykna av álvara um eini fimm ár,
tá tey fyrstu, sum eru fødd eftir seinna heimsbardaga,
røkka pensjónsaldri. Summir evropeiskir politikarar siga,
at tað ber til at loysa trupulleikarnar við at loyva fleiri
fremmandum at búseta seg í Evropa, men tað er ikki
nóg mikið, skrivar Frank Schirrmacher. Eitt nú kunnu
tey fremmandu als ikki nøkta tørvin á arbeiðsmegi í
Týsklandi um 50 ár, skrivar hann.
Blóðgevi hevði HIV
Fyri tveimum árum síðani misti ein maður í kinesiska
landspartinum Jilin arbeiðsførið av einari vanlukku,
og hann gjørdi tí av at tekna seg sum blóðgeva fyri at
lívbjarga sær. Vanlukkutí visti maðurin ikki, at hann var
HIV-smittaður, og myndugleikarnir varnaðust tað heldur
ikki, fyrr enn hann hevði latið øðrum blóð 23 ferðir,
skrivar blaðið China Youth Daily.
Fyri trimum vikum síðani doyði ein sjúklingur, sum hevði
fingið blóð frá tí HIV-smittaða manninum, og kanningar
staðfestu, at fleiri sjúklingar, sum høvdu fingið blóð frá sama
blóðgevanum tey bæði seinastu árini, vóru deyðir.
Fyri tveimum árum síðani mettu heimsheilsustovnurin
WHO og kinesiska stjórnin, at um fimm ár fara umleið 10
milliónir kinesarar at hava HIV-smittuna í sær, men WHO
sigur nú, at talið verður væl lægri, tí kinesisku myndugleikarnir
hava sett fleiri tiltøk í verk fyri at tálma smittuni.
Mótmæla yvirgangi
Í síðstu viku doyðu 13 fólk í bumbuspreingingum í
Bangladesh, og myndugleikarnir ivast ikki í, at tað eru
víðgongdir, muslimskir felagsskapir, sum hava ábyrgdina.
Hesir felagsskapirnir krevja, at Bangladesh skal stýrast
eftir teimum sokallaðu sharia-lógunum, og seinastu dagar
nar hevur løgreglan tikið umleið 80 limir í teimum mest
víðgongdu felagsskapunum, skrivar AP.
Begum Khaleda Zia, forsætisráðharri, hevur lovað,
at stjórn hennara fer at finna tey seku, og at tey verða
revsað, men útlendskir eygleiðarar siga, at stjórnin fær
lítið og einki gjørt orsakað av ósemju við andstøðuna.
Andstøðan vil vera við, at ein av teimum víðgongdu
felagsskapunum er í veruleikanum partur av tí eina stjórn
arflokkinum, og at stjórnin tí ikki ger nóg mikið fyri at
steðga yvirganginum.
Um vikuskiftið vóru mótmælisgongur í Bangladesh, har
fólk mótmæltu teimum áhaldandi bumbuatsóknunum og
kravdu, at stjórnin skal loysa trupulleikarnar ella fara frá.
Chavez fekk alt tingið
Tann umstríddi forsetin í Venesuela, Hugo Chevez, man
vera ein av teimnum fáu stjórnarleiðarunum, sum hevur
alt tjóðartingið aftan fyri seg, men tað er støðan aftan á
valið um vikuskiftið.
Andstøðan boykottaði valið, tí hon vildi vera við, at
valmyndugleikarnir høvdu ikki hildið lógina. Tað gjørdi,
at samgonguflokkarnir hjá Hugo Chavez fóru við øllum
atkvøðunum og øllum teimum 167 sessunum í tinginum.
Andstøðan hevði annars 45 umboð í tinginum undan valinum.
Eygleiðarar hjá amerikanska landsfelagsskapinum OAS og
ES siga, at valið var rættvíst.
Eygleiðarar vænta, at Hugo Chavez fer at biðja tjóðartingið
broyta grundlógina, so hann kann stilla upp til forseta eina
ferð afturat. Hann varð fyrstu ferð valdur í 1998 og afturvaldur
í 2000. Í fjør vann hann eina fólkaatkvøðu, sum andstøðan
hevði kravt fyri at fáa hann frá.
Politiska andstøðan
í Svøríki hóttir við
misálitisuppskoti
eftir ta lemjandi
frágreiðingina
um, hvussu
stjórnin handfór
flóðalduvanlukkuna.
Svøríki
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Svenskir søgumenn eru
á einum máli um, at í
nýggjari tíð hevur eingin
svensk stjórn verið fyri so
lemjandi atfinningum, sum
stjórnin hjá Göran Pers
son fær í frágreiðingini
um flóðalduvanlukkuna.
Har stendur beinleiðis, at
handfaringin var stak vánalig,
og at forsætisráðharrin hevur
ábyrgdina.
Göran Persson hevur fingið
um umbering fyri ta vánaligu
handfaringina, men hann hevur
víst aftur, at frágreiðingin
skal kosta nøkrum ráðharra
embætið. Tað hevur fingið
øði í andstøðuna, sum
heldur, at í minsta lagi eigur
uttanríkisráðharrin, Laila
Freivalds, at fáa sekkin, tí tað
var uttanríkisráðið, sum stóð
fyri teimum almennu, svensku
tiltøkunum í sambandi við
vanlukkuna í Suðurasia.
Teir borgarligu flokkarnir
siga, at teir fara at geva
Göran Persson eina viku
til at taka avgerð. Hendir
einki innan ta tíð, fer
andstøðan at fyrireika eitt
uppskot um misálit. Tað er
kortini lítið sannlíkt, at eitt
tílíkt uppskot fær meiriluta
í Ríkisdegnum, tí sjálvt
um einstakir politikarar
í samgonguni hava tikið
undir við atfinningunum,
fara teir neyvan at fella
stjórnina, skrivar svenska
tíðindastovan TT. Hinvegin
kann málið skaða flokkin
upp undir valið næsta ár.
-Vit hava tikið okkum
saman fyri at forða
fyri, at oyðileggjandi
kreftir sleppa framat,
sigur Shimon Perez,
sum nú skal royna at
vinna valdið saman
við fyrrverandi
mótstøðumanni
sínum
Ísrael
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Í politikki kann alt henda, og
eitt tað besta dømið um tað
kom um vikuskiftið, tá Ísrael
fekk eina politiska greipu,
sum fáu ella eingin hevði
ímyndað sær fyri nøkrum
árum síðani.
Á felags tíðindafundi
kunngjørdu Ariel Sharon,
forsætisráðharri, og fyrr
verandi
formaðurin
í
Arbeiðaraflokkinum,
Shimon Perez, at teir báð
ir hava tikið seg saman
við tí fyri eyga at vinna
tjóðartingsvalið næsta ár.
Teir eru á einum máli um,
at ein tílík samgonga er
neyðug, tí annars er vandi
fyri, at kreftir, sum eru
ímóti friðartilgongdini, fáa
valdið.
-Vit hava tikið hetta stig
ið fyri at forða teimum
oyðileggjandi kreftunum at
sleppa framat, segði Shinom
Perez.
Sharon nýtti á fundinum
høvið til at rósa fyrrverandi
mótstøðumanni sínum fyri
at hava tikið eina skilagóða
avgerð. Orðalagið hevði
verið púra óhugsandi fyri
bara fáum árum síðani. Perez
hevur verið talsmaður fyri
einum nýggjum Miðeystri
við einum jødiskum og
einum palestinskum ríki. Júst
hesum hevur Sharon stríðst
ímóti av øllum alvi. Hann
gjørdi av at byggja fleiri
jødiskar niðursetubygdir í
teimum palestinsku økjunum
júst til tess at forða fyri, at
palestinar nakrantíð skuldu
fáa egið ríki. Tað seinasta
árið hevur hann broytt kós
eftir hørðum altjóða trýsti.
Tey, sum finnast at
avgerðini hjá Perez, leggja
hann undir at gera tað fyri at
útvega sær ein ráðharrasess
í næstu stjórnini, men hes
um vísir Perez aftur. Á tíð
indafundinum segði hann,
at samstarvið teirra millum
er einasti møguleikin fyri at
bjarga friðartilgongdini.
Hinvegin er eingin ivi
um, at Shimon Perez fær
ein leiðandi ráðharrasess
í næstu stjórnini, tí mein
ingakanningarnar
vísa,
at hann og Sharon fara at
tryggja sær meirilutan av
teimum 120 tinglimunum.
Likudflokkurin,
sum
Sharon var formaður í,
fær sambært kanningunum
minni enn 10 umboð, meðan
Arbeiðaraflokkurin, sum
Perez var formaður í, fær
umleið 30 tinglimir.
Hótta Persson við misáliti
Nú draga teir eina línu
Ariel Sharon og Shimon Perez
hava nú tikið seg saman fyri
at tryggja friðartilgongdina
Göran Persson.
Andstøðan krevur,
at hann skal koyra
uttanríkisráðharran frá