Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 5. desember 2005 15 Grundgevingarnar hjá fólkaflokkinum og samgonguni fyri at koyra Jógvan við Keldu frá, eru ómansligar, heldur Høgni Hoydal Lands­stýris­mans­ skifti Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Grundgevingarnar hjá fólkaflokkinum og sam­ gongnuni fyri at koyra Jógvan við Keldu frá sum landsstýrismann, eru ómansligar. – Tað heldur Høgni Hoydal, formaður tjóðveldis­ floksins. Hann vísir á, at fólka­ flokk­urin og samgongan eru vorðin samd um at koyra Jógvan við Keldu frá av teimum orsøkum, sum tey nú einaferð hava. – Men ístaðin fyri at boða greitt frá, hvørjar orsøkirnar eru, kappast tey nú um at vaska sínar hendur og at geva øllum øðrum skyldina. Høgni Hoydal sipar til, at tað hevur verið nevnt, at útlendingamálið er ein orsøk er ein orsøk til, at tað var neyðugt at koyra Jógvan við Keldu frá. – Tað hevur verið sagt, at útlendingamálið hevur verið torført at umsita og at alt fleyt, men at tað nú komið á skinnarar. Kortini hevur tað verið so tungt at umsita, at tað skal hava slitið landsstýrismannin so illa, at tað var neyugt við einum skifti. – Hatta er ósatt, tí hetta er bara fyri at kasta skyldina yvir á onkran annan. Tað er beinleiðis ómansligt at siga, at útlendingamálið er ein orsøk til, at lands­stýr­is­ maðurin skuldi frá. Høgni Hoydal vísir tvørt­ur­ ímóti á, at útlendingamálið var púra greitt, tá ið hendan samgongan tók við, men síðani er málið vavt upp í eina fløkju og tað hevur ikki bara Jógvan við Keldu skyldina av, men øll samgongan. Høgni Hoydal sigur, at tað hevur eisini verið víst til, at Jógvan við Keldu hevur verið óheppin í samrøðum við fjølmiðlarnar, har hann hevur sagt ymiskt, sum var betri ósagt. – Tað er løgið at koyra ein landsstýrismann frá, tí hann hevur verið óheppin í fjølmiðlunum. Hinvegin hava vit ikki staðfest, at Jógvan við Keldu hevur brotið nakra lóg, hóast tað mangan hevur verið mikið rok um hansara fyrisiting. Sostatt má staðfestast, at hann er frákoyrdur av politiskum orsøkum og ikki nøkrum øðrum. – Sostatt mugu vit ásanna, at landsstýrismenn verða koyrdir frá fyri at hava verið óhepnir í fjølmiðlunum, men at teir ikki verða koyrdir frá fyri at hava sett fyrisitingarlógina til viks. Í hesum sambandi sipar Høgni Hoydal til málið um leiðarin fyri frítíðarskúlan á Tvøroyri, har løgtingsins umboðsmaður átalaði Al­manna og heilsumálaráðið fyri skeiva fyrisiting. – Tað fekk ongar av­leið­ ingar fyri Hans Paula Strøm, men tá ið Jógvan við Keldu sigur okkurt í fjølmiðlum, sum var betri ósagt, er tað ein orsøk til at hann verður koyrdur frá, sigur Høgni Hoydal. – Tað sama hendi í und­ an­farnu samgongu, har lands­stýrismenn ikki fóru frá, tíansheldur slitnaði sam­ gongan. – Men nú hava vit fing­ ið eina støðu, har lands­ stýrismaður kann fara frá fyri óheppin útalilsi í fjølmiðlunum og av pol­it­ isk­um orsøkum. Sostatt má staðfestast, at tað er ein sera óheppin máti, sum løgmaður hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum upp á, sum hann annars hevur skyldu til, sigur Høgni Hoydal. Smyril 1 verður nú ferðafólkaskip í Karibia Smyril 1 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er Gamli Smyril, seldur. Ella í hvussu so er so gott sum. Seinastu dagarnar hevur Strandferðslan samráðst við eitt felag í Karibia, sum er áhugað í at keypa Smyril 1. Ætlanin er at brúka skipið sum ferðafólkaskip ímillum onkrar oyggjar í Karibia. Og seinnapartin fríggja­ dagin samdust partarnir um handilin, men endaligu skjølini eru ikki undirskrivað enn. Regin Vágadal, rakstr­ar­ leiðari hjá Strandferðsluni, væntaði, at endaligu skjølini verða undirskrivað í dag. Kristian Davidsen segði á miðdgi í dag, at tey vóru ikki undirskrivað tá, men at hann væntaði at tað bleiv seinnapartin. Fingu bara helvtina Men tað er í øllum førum greitt, at landskassin fer ikki tað fyri gamla Smyril, sum ætlanin var. Landsstýrið hevði upp­ runaliga roknað við at fáa eina millión amerikanskar dollarar fyri gamla Smyril, tað er góðar seks milliónir. Tað gjørdust skjótt greitt, at tað fór at vera torført at selja hann fyri hasa upp­ hæddina og tað vísir seg eis­ ini, at tað fæst ikki meiri enn helvtina fyri hann. Keyparin úr Karibia vil nevniliga bara bjóða 500.000 amerikanskar dollarar fyri skipið, tað er einar 3.150.000 krónur og tað hevur Strandferðslan tikið av. Smyril 1 hevur ligið inni á Hulki í seinastuni og hann verður seldur sum hann liggur. Tað er dýrt at hava skipið liggjandi, eins og tað forferst rættiligaskjótt, so alt í alt er Strandferðslan nøgd við søluprísin. Men Regin Vágadal hevur skilt, at keyparin ætlar at gera ymsar ábøtur á skipið, áðrenn tað fer av landinum, men tað verður so fyri keyp­ arans rokning. Kristian Davidsen sigur, at hann skal hava n‡tt róður, akslar skulu trekkjast og onkr­ar plátur, sum eru tærdar, skulu skiftast. Hann sigur, at tað fer at taka eina tríggjar vikur, so út ímóti ársenda er væntandi, at gamli Smyril fer av landinum fyri seinastu ferð. Tilsamans vóru eini f‡ra, fimm boð upp á Smyril eitt, men Strandferðslan tók av tí hægsta, hini lógu niður í 200.000 dollarar. Onkur sum bjóðaði, ætl­ aði bara at fáa hann upp­ høggingar. Smyril 1 er bygdur í Ål­borg í 1969 og fekk navnið Morten Mols. Í 1975 varð hann keyptur til Føroyar og settur í sigling ímillum Suðuroy og Havnina, men hann hevur eisini verið í millumlandasigling ímillum lond í norðuratlantshav og tað var hann, sum legði lunn­ar undir ta sigling, sum Norrøna hevur ídag. Ómanslig at koyra Jógvan við Keldu frá – Samgongan og fólkaflokkurin kappast um at vaska sínar hendur, nú Jógvan við Keldu er koyrdur frá. Jógvan við Keldu varð koyrdur frá av politiskum orsøkum og ikki av útlendingapolitikkinum, sigur Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins Gamli Smyril so gott sum seldur Gamli Smyril er nú seldur fyri góðar tríggjar milliónir krónur og væntandi fer hann av landinum um ársskiftið