mánadagur 5. desember 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 233 - 5. desember 2005
Sjálvandi skulu
bremsurnar vera í
lagi. Tað vóru tær ikki
í hesum førinum, og
tað er ikki nóg gott,
staðfestir Magnus
Magnussen á HH-
Transport
FERÐSLUÓHAPP
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er H.H. Trans, sum eig-
ur flutningsbilin, sum mán-
adagin rullaði av Avhalds-
brekkuni við Húsabrúgv og
omann á Tinghúsvøllin. Ein
hending, sum væl kundi
kostað fleiri mannalív, um
illa vildi til.
Eftir øllum at døma hev-
ur lastbilurin ikki havt
nakra hondbremsu, tá teir
hava tikið rusk frá Hotel
Hafnia. Í øllum førum sóust
tveir múrsteinar liggja við
vegin, har bilurin hevur
staðið, og uttan iva vóru
hesir ætlaðir at halda bil-
inum, sum stóð í brekkuni.
Debes Petersen, stjóri á
H. H. Trans var umborð á
flogfari, tá vit um døgurða-
leitið ringdu til felagið,
men av skrivstovuni vóru
boðini greið, at hetta ikki
var nóg gott.
- Sjálvandi skulu brems-
urnar á einum lastbili vera í
lagi, tá koyrt verður. Á hes-
um bilinum skuldi hetta
eisini verið gjørt, men vit
kunnu bara staðfesta, at
hetta ikki er gjørt. Og tað er
absolutt ikki nóg gott, vóru
einastu viðmerkingar, sum
Magnus Magnussen vildi
gera um hendingina.
Kundi volt stóran skaða
Tað var við hepni
heldur enn skili, at
tað ikki stóðst mann-
skaði, tá ein bilur fór
á rull í miðbýnum í
Havn í dag
FERÐSLUÓHAPP
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Tað var um hár gjørt, at
eingin lá eftir á.
Soleiðis sigur eitt eygna-
vitni, sum Sosialurin hitti,
beint eftir at ein vørubilur
um middagsleitið í dag fór
á rull oman gjøgnum Av-
haldsbrekkuna í Havn.
Bilurin, ein vørubilur frá
H. H. Trans, stóð og tók
rusk frá Hotel Hafnia.
Bremsurnar hava uttan iva
ikki verið í lagi, tí bilførarin
hevði lagt ein múrstein
undir hvørt av forhjólu-
num.
Men
múrsteinarnir
megnaðu ikki at halda bili-
num, sum fór á rull.
Bilurin rullaðin oman
gjøgnum Avhaldsbrekkuna,
yvir
um
gonguteigin
millum Apotekið og Gamla
Bókhandil,
tvørtur
um
Áarvegin, gongubreytina
og inn á Tinghúsvøllin, har
hann steðgar tveir metrar
framman
fyri
Rasmus
Effersøe.
– Eg var jústin komin
niðan brekkuna og inn á
Gamla Apotekið, greiðir
eygnavitnið frá.
–
Meðan
eg
heingi
jakkan frá mær, hoyri eg
ræðuligan gang, tí bilurin
ekur fram við vegginum á
Gamla Apotekið, sigur
vitnið.
Tá eygnavitnið hyggur
út, sær hann standin - og
tað rennir honum kalt eftir
rygginum, tá hann hugsar
um, at beint framman fyri
hann
gekk
ein
heilur
skúlaflokkur tvørtur um
gonguteigin – og hann torir
ikki at hugsa tankan, hvat
hevði hent, um tey vóru
bara nøkur sekund seinni á
ferð.
Av
løgreglustøðini
í
Havn vilja teir ikki gera
stórvegis viðmerkingar til
málið. – Bilurin verður
kannaður hjá Akstovuni, og
fyrr enn hetta er gjørt, fáa
vit
ikki
gjørt
nakrar
viðmerkingar,
sigur
vakthavandi.
Bremsurnar SKULU sjálvandi rigga
Bremsurnar vóru ikki í lagi. Múrsteinarnir, sum førarin hevði lagt framman fyri hjólini, hildu ikki, og tí fór bilurin á rull. Lukkutíoð var eingin fyri
Mynd: Jonhard Hammer
Bilurin hjá H. H. Trans
verður í løtuni kannaður á
Akstovuni í Havn. Fyrr enn
frágreiðing fyriliggur, hevur
løgreglan onga viðmerking
Mynd: Jonhard Hammer