mánadagur 5. desember 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 6. desember 2005
17
Tað má sigast at vera
tveir slóðbrótarar
innan føroyska
list og mentan,
fólk høvdu høvi at
hitta í Leikalund
fríggjadagin, tá
Zacharias Heinesen
lat upp framsýning
við nýggjum máln
ingum og Ólavur
Rasmussen signeraði
bókina Antin ella
Mentan
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað var týðiligt, at fólk
vóru spent, nú listamaðurin
Zacharias Heinesen lat upp
framsýning í Leikalund í
Klaksvík fríggjadagin. Bæði
tí tað efturhondini eru rætti
liga nógv ár síðani, verk
eftir Zacharis hava verið
sýnd fram í Klaksvík, og tí
hendan framsýningin vísir
nakað av tí allarnýggjasta hjá
viðurkenda listamanninum.
Ikki minni spennandi var
tað at hoyra Ólavur Rasmus
sen, prest, greiða frá arbeið
inum við fyrstu føroysku
bókini um heimspekingin
Søren Kirkegaard.
Slóðbrótarar
Zacharias Heinesen hevur
altíð verið ein slóðbrótari inn
an føroyska myndlist. Hann
hevur til dømis ongantíð
rættiliga verið ein partur av tí
sokallaða “myrka rákinum”,
men hevur hildið seg til tað
ljósa – nakað, ið framvegis
eyðkennir hannsara nýtslu
og val av litbrigdum. Darr
andi lívið í viðkvæma ljós
inum geva málningunum
ein impressionistiskan dám,
vit ikki síggja so ofta í før
oyskari myndlist.
Slóðbrótandi má tað eis
ini sigast at vera, at Ólavur
Rasmussen, prestur, nú
hevur givið út bók um Sør
en Kierkegaard. Hetta er
nevniliga fyrsta føroyska
útgávan um kenda danska
heimspekingin.
Eisini
man hetta vera fyrstu ferð
yvirhøvur, at Kierkegaard
verður settur í eitt føroyskt
høpi, har hansara ávirkan
á Victor Danielsen og før
oyskt trúarlív verður lýst
við stórum innliti. Sjálvur
heldur Ólavur, at Antin ella
er eitt gott stað at byrja at
lesa Kierkegaard, tí bókin
ikki krevur, at lesarin hevur
nakran kunnleika til hansara
heimspeki frammanundan.
Og livandi frásøgnin hjá
Ólavi um arbeiði við bókini
mundi hava gjørt fólk for
vitin, tí heilt nógv nýttu
høvið at keypa eitt eintak,
sum tey eisini fingu signerað
hesa løtuna.
Framsýningin
hjá
Zacharias Heinesen verður
at síggja í Leikalund allan
desember mánað.
Nú verk eftir Zacharias
Heinesen aftur er at síggja í
Klaksvík, vóru tey fleiri, ið
nýttu møguleikan at fáa orðið
á væl umtókta listamannin
Nøvini á teimum
12 høvundunum,
sum eru í upp
skoti til at fáa Bók
mentavirðisløn
Norðurlandaráðsins
2006 eru nú almanna
kunngjørd. Ongin
føroyingur er ímillum
uppskotini
Bókmentavirðisløn
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hóast freistin at stilla verk
inn til Bókmentavirðisløn
Norðurlandaráðsins ikki var
úti fyrr enn 1. desember, valdi
nevndin, ið velur út, ikki at
innstilla nakra av bókunum,
sum eru komnar higartil
í ár. Hartil hevur føroyska
nevndin møguleika at taka
verk við, sum eru útkomin
innan seinastu fýra árini,
men heldur ikki millum hesi
hevur nevndin funnið nakra
bók, sum hon metir verða eitt
hóskandi boð – um vit síggja
burtur frá yrkingasavninum
Eygnamørk hjá Tóroddi
Poulsen, sum varð innstillað
til virðislønina síðsta ár.
Í viðmerking til Útvarp
Føroya leygardagin staðfesti
Turið Sigurðardóttir, limur í
úrvalsnevndini, bert, at tað
var ein avgerð hjá nevndini
ikki at innstilla nakað før
oyskt verk í ár.
12 verk
Bæði Grønland og Sáma
land hava í ár innstillað
hvør sín høvund til Bók
mentavirðisløn Norðurlanda
ráðsins, meðan hini londini,
Danmark, Noreg, Finland,
Ísland og Svøríki øll hava
tvey uppskot hvør.
Uppskotini eru:
Ísland: Auður Jónsdóttir,
Fólkið í kjallaranum / Kristin
M. Baldursdóttir, Karitas án
titils
Danmark: Claus Beck
Nielsen, Selvmordsaktionen
/ Thomas Boberg, Livsstil
Noreg: Edvard Hoen,
Mors og fars historie /
Øivind Hånes, Pirolene i
Benidorm
Svøríki: Lotta Lotass,
Skymning / Göran Sonnevi,
Oceanen
Finland: Asko Sahlberg,
Tammilehto / Fredrik Lang,
Mit liv som Pythagoras
Sámaland: Jovnna A Vest,
Arbbolaccat
Grønland: Julie E Hard
enberg, Den stille mang
foldighed.
Vinnarin av Norðurlanda
Bókmentavirðislønini
verður kunngjørdur í Oslo
24. februar. Virðislønin á
350.000 kr verður handað
Í Keypmannahavn síðst í
oktober næsta ár.
ave
Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins:
Ongin føroyingur við
Slóðbrótarar í Leikalund
Zacharias Heinesen: “Eftir æl, við Gjógv”
Nógv nýttu høvið at fáa bókina Antin ella signeraða, nú
høvundurin Ólavur Rasmussen eisini var til staðar í Leikalund
í Klaksvík