mánadagur 5. desember 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 233 - 6. desember 2005
Jarðarferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Myndir: Jensk K Vang
Mikudagin varð Ingávlur av
Reyni borin til gravar. Hann
var jarðaður úr Ebenezer,
sum alt lívið var andaliga
heimið hjá lítið lætna mann
inum, sum tað seinastu dag
arnar aftur og aftur hevur
verið sagt um, at hann var
størsti listarmálarin, sum før
oyingar hava átt, og at hann
eisini var størsti sangarin av
sínum slagi, sum Føroyar
hava fostrað.
Listaverkini eftir merkis
mannin eru mong, og tað er
at fegnast um, at mong teirra
eru endurgivin í bókum, sum
eru skrivaðar um listina hjá
Ingálvi.
Sangupptøkurnar hevur
tað verið torførari at fáa fatur
á. Av og á er sangrøddin at
hoyra í Útvarpinum, meðan
tað í mong ár ikki hevur bor
ið til at keypa plátur og bond,
har Ingálvur er at hoyra.
Nú Ingálvur var farin, segði
Alexander Samuelsen, sum
hevur havt nógv við Ingálv
av Reyni og familju hansara
at gera, í Útvarpinum, at
tað nú verður farið undir at
fyrireika fløgu, har Ingálvur
syngur. Tað verður vónað, at
fløgan fer at verða givin út
næsta ár.
Stóri salurin í Ebenezer,
sum er 40 ára gamalt, verður
í løtuni endurnýggjaður. Tí
var jarðarferðin úr niðara
salinum. Hann var stúgvandi
fullur, og stólar vóru settir
ymsa staðni í húsinum, og
onkra staðni bar til at síggja
tað á stórskíggja, sum gekk
fyri seg í salinum.
Versonur Ingálv av Reyni,
Ólavur Jøkladal, legði fyri.
Bróðursonurin, Eivind av
Reyni hevði gravtaluna í
salinum, og á grøvini segði
bróðursonurin, Jóan av
Reyni, nøkur orð. Abbason
urin, Bjarni Jøkladal, sang í
salinum sang, sum Ingálvur
umsetti, og dupultkvartettin
sang saman við Kára av
Reyni.
Eftir jarðarferðina vóru øll
boðin til borðhald í Pálsstovu.
Í skarðanum, sum fylgdi
Ingálvi av Reyni til gravar,
vóru umboð fyri politiska
myndugleikan, umboð fyri
mentunarlívið, umframt
familjuna, sjálvsagt, og so
vóru nógv havnarfólk og før
oyingar at síggja, sum vóru
komin at vísa Ingálvi sein
asta heiðurin, tí tey kendu
hann sum vinmann. Tað
gjørdu vit jú øll!
Stór mannfjøld fylgdi Ingálvi
Fullsett varð í Ebenezer,
tá Ingálvur fór til jarðar
Versonur Ingálv
av Reyni, Ólavur
Jøkladal legði fyri