Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 233 - 5. desember 2005 Tommy verður fremsti 12. maðurin Eftir at hava verið í for­ mansloysi í eina tíð, hevur 12. maður, sum er før­ oyska áskoðarafelatið hjá fótbóltslandsliðnum, funnið sær nýggjan for­mann. Nýggjur maður í sess­ inum er Tommy Falk­en­ berg, sum er ein av teim­ um heilt trúgvu áskoð­ar­ unum hjá føroyska fót­ bóltslandslðnum. Hann hevur verið í nevnd­ ini hjá 12. manni síðani 2003, og á heimasíðuni hjá 12. manni, www.foot­ ballsupporters.fo, hava tey alt gott at bera honum fyri avrikini, sum hann hevur gjørt fyri felagið síðani tá. Í nevndini hjá felagnum eru harumframt Jónleif Frederiksen, Janus Rein og Regin Egholm. Enn vantar ein limur, áðrenn nevndin er fullmannað, men hesin verður helst funnin í komandi ári. -mørk Luxemburgo fekk sekkin Bara 11 mánaðir eftir, at hann varð settur í venj­ ara­stólin, hevur Real Mad­rid givið Wanderley Luxemburgo sekkin Tað vóru boðini, sum 53 ára gamli brasilski venj­arin fekk frá leiðsluni í felagnum, sum hevði kreppufund sunnudag. Real Madrid vann annars leygardagin fyrsta sigurin í fimm dystum, men 1-0 sigurin á Getafe var tó ikki nóg mikið til at sannføra nakran í felagnum. Fyribils verður tað hjálp­ ar­venjarin, Juan Ramon Lopez Caro, sum fer at standa á odda fyri Real Madrid liðnum. -mørk Everton vil hava Keana Venjarin hjá Everton hevur avdúkað, at felagið hevur havt samráðingar við Roy Keane Dave Moyes sigur, at hann hevur tosað við Ke­ane um ein møguligan sáttmála, men enn er einki komið uppá pláss. Fleiri onnur feløg hava eisini ligið framvið eftir undirskriftini hjá Roy Keane, men enn er einki ítøkiligt komið burturúr. Stóri spurningurin er, um Roy Keane er sinnaður at góðtaka eina lønarlækking í einum nýggjum felag. Tey flestu feløgini hava nevniliga ikki ráð at rinda somu løn, sum Keane fekk í United. -mørk Nr. 233 • mánadagur • 5. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Nærum trýkvart sekund varð skorið av føroyska metinum, tá Elspa Mørkøre um vikuskiftið vann silvur í norður­ lendska junior- meistaraskapinum í 50 metra rygg. Hartil setti met-svimjarin úr Gøtu trý onnur føroysk met, og Jutta Thomsen setti eitt Svimjing Jákup Mørk Besta NM-úrslitið í før­oysk­ ari svimjisøgu varð veruleiki um vikuskiftið. Elspa Mørkøre, Jutta Thom­ sen, Dánjal Martin Hofgaard og Anna K. Eystur­berg vóru føroysku umboðini á ferðini Fantastiska Elspa Serstakliga var tað Elspa Mørkøre, sum stjól føroysku yvirskriftirnar, so hvørt sum úrslitini komu á talvuna. Besta úrslitið fekk hon, tá hon sum fyrsti føroyski svimjarin nakran tíð vann silvurmerki í NM-kapping. Hetta fekk hon, tá hon svam 50 metra rygg í tíðini 30,53 sekund. Hetta er ein betrin upp á ikki minni enn 71/100 sekund, og tað má sigast at vera heilt imponerandi. Hartil setti unga gøtu­gent­an eisini trý onnur met. Hesi vóru á 200 metra rygg, 50 metra frí og 100 metra frí. Í hesum seinasta er annars at viðmerkja, at Elspa fyri stuttum gjørdist fyrsta før­oyska kvinnan, sum fór und­ir minuttin á teimum 100 metr­unum. Hetta verður ofta sagt at vera eitt sálarligt mark, og koma svimjarar fyrst undir hetta, er ofta skjótt at koma enn longur niður. Tað staðfesti Elspa eisini um vikuskiftið, tá hon kom heilt niður á 59,74. Altso ein betran upp á heili 22/100 sekund. Umframt silvurmerkið á 50 metra rygg, so gjørdist Elspa nummar fýra í 100 metra rygg. Í 100 metra frí­ svimjing varð hon nummar 8, meðan talan gjørdist um 10. pláss í 50 metra frí. Úr­slit, sum ikki gerast minni imponerandi av, at Elspa bara er 14 ára gomul, og so­leiðis eisini kann svimja í sama aldursbólki til komandi kappingar. Fleiri góð úrslit Tað var tó ikki bara Elspa, sum gjørdi um seg í Íslandi. Jutta Thomsen av Tvøroyri svam seg eisini til føroyskt met, tá hon kutaði nærum trýsekund! av metinum á 800 metra frí. Eitt avrik, sum setti hana á fimta plássið í kappingini. Dánjal Martin Hofgaard betraði eisini um sítt persónliga met á 100 metra frí, tá hann svam teinin í 55,83 sekundum, og tó at hetta bara rakk til aftasta plássið, so var avrikið av­gjørt góðkent. Seinasti føroyski svimjarin var Anna K. Eystuberg. Hon var tó ikki heilt so væl uppløgd á ferðini, og svam væl seinni enn tað, sum hon áður hevur prógvað, at hon er før fyri. Leygardagin varð fyrsta bowling-felag í Føroyum sett á stovn Bowling Jákup Mørk Fimm ár eftir at bowling- høllin á Hálsi læt dyrnar upp, er bowling nú eisini skrásett ítróttargrein í Føroyum. Leygardagin hevði Havn­ ar Bowlingfelag stovnandi aðalfund, og við hesum gjørdist væl umtókta ítrótt­ ar­greinin eisini skrásett kapp­ ingargrein her á landi. Fyrsti formaðurin í felagnum er Robin Clementsen, og afturat sær í nevndini hevur hann Eigil Olsen, næstformann, og Rolf Mouritsen, skrivara. Tiltakslimur í nevndini er Petur M. Hansen. Í tíðindaskrivi sigur felagið, at eitt av fyrstu málunum hjá felagnum verður at skipa fyri eini bowling-kapping eftir altjóða reglum, og skal hendan ætlandi haldast tíðliga í komandi ári. Enn eru onnur feløg ikki stovnað, men nú ítrótt­ar­ greinin er skrásett, er ikki fjart at hugsa sær, at okkurt líknandi felag eisini verður sett á stovn í Eysturoynni, har tey nú eisini hava eina bowling-høll. Somuleiðis eru ætlanir komnar fram um eina høll í Suðuroynni, so tað er væl hugsandi, at havnarmenninir skjótt fara at fáa kapping í so máta. Elspa vann NM-silvur Bowlingin er nú skrásett Gongst sum ætlað, verður fyrsta veruliga bowling-kappingin hildin um góðan mánað ella so savnsmynd Talan var um satt bragd, tá Elspa kvetti nærum trýkvart sekund av metinum á 50 metra rygg