Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 5. desember 2005 21 Hóast talan ikki varð um sama grátandi farvæl, sum tað hjá Allani Simonsen. So var eyðsæð, at Henrik Larsen hevur trivist væl sum føroyskur landsliðsvenjari Farvæl til Henrik Jákup Mørk - Eg eri ikki so góður til at siga farvæl. Seinastu dag­arnar havi eg støðugt hugsað um hesa løtuna, og hendurnar eru eisini vátar av sveitta. Men eg skal royna. Jú, Henrik Larsen var heilt rørdur, tá hann á lítlari móttøku í FSF-húsinum slapp at siga farvæl við føroyskan fótbólt á ein hátt, sum tað sømir seg. Seinasti dysturin hjá Henr­ik við róðrið, var jú úti­ dysturin í Ísrael, og tá bar illa til at skipa fyri nakrari veruligari móttøku. Tí hevur FSF leingi havt í umbúna at skipa fyri mót­ tøku, og fríggjadagin varð hendan so hildin í FSF- húsinum. Umframt nevndini í FSF, vóru eisini flestu av teimum, sum hesi árini hava verið kring landsliðið, eins og fjølmiðlarnir vóru bodnir á gólvið. Mundi koppað Eiffel-torninum Umframt Henrik sjálvan, so høvdu eisini Óli Holm, FSF-formaður, og komandi landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen hevði eisini nøkur orð at siga. At taka saman um alt tað, sum varð ført fram, hevði helst kravt meira blaðrúmd enn tað sama. Men skal ein felagsnevnari finnast í hesum, so vóru tað menniskjansligu eginleikarnir, sum Henrik Larsen hevur. Ein venjari, sum umframt fakliga fø­r­ leik­an og sum eisini góð úr­slit, hevur givið føroyska fót­bóltslandsliðnum eina sosi­ala dimensión, sum í sjálvum sær er nógv verd. Stuttligastu røðuni mundi liðleiðarin, Birgir Hansen tó standa fyri. Millum annað legði hann dent á, hvussu væl Henrik dugir at taka til. Gullkornini frá hansara síðu hava eisini verið nógv í so máta, men Birgir helt tó, at tað besta kom, tá ein uppøstur Henrik Larsen rópti á dómara, tá Føroyar spældu í Fraklandi í heyst: »For helvede dommer - skal vi vælte Eiffel-tårnet for at fá eit frispark!« Og hetta er sum so eisini ein eginleiki, sum hevur hóvað føroysku fjølmiðlunum væl, síðani Henrik varð settur at stjórna skútuna fyri hálvum fjórða ári síðani. Tað hevur ongantíð staðið á at fáa fat­ur í viðmerkingum um viðurskifti kring landsliðið, og aloftast hava hesar verið so passaliga beinraknar, at tær uttan stórvegis hóva­ sták kundu setast beint á yvirskriftina. Niður til jólaborðhald Umframt at talan sjálv­andi eisini gjørdist um gávu­ handanir, so fekk Henrik eftir móttøkuna eisini eitt seinasta høvi at hugna sær saman við teimum, sum hann hevur starvast við her í Føroyum. Sum skilst, so varð bowling-høllin bíløgd, áðrenn ein góður biti varð fingin á Hotel Føroyum, men longu leygardagin mátti Henrik aftur seta kósina móti Danmark. - Vit hava jú eitt frálíkt old- boys lið í Lyngby. Har er fastur siður, at fyrsta leyg­arkvøldið í desember mánaði verður nýtt til jólaborðhald, so eg verið noyddur at fara niður aftur, helt hann flennandi. So kundu vit kanska lagt afturat, at fótbóltsreypið helst fekk nógva rúmd í Lyngby. Saman við somikið frægum spælarum sum Michael Laudrup, Brian Laudrup og øðrum, vann liðið aftur í ár danska meistaraheitið, og hartil gjørdist talan eisini um steypasigurin, sum teir ikki fingu í fjør. Fyrrverandi elitu­ svimjarin og Guinness metmaðurin, Jon Hestoy, heldur avrikini hjá Elspu Mørkøre vera fantastisk. Men samstundis leggur hann alstóran dent á t‡dningin av, at hon komandi árini fær møguleikan at menna seg enn meira Elitu-ítróttur Jákup Mørk Tá tosað verður um føroyska svimjing, so slepst illa undan at samanbera nútíðar avrik við tey, sum Jon Hestoy stóð fyri fyri fjórðings øld síðani. Í nógvar mátar verða avrik hansara n‡tt sum eitt »benchmark« fyri dagsins avrik, og soleiðis er eisini við úrslitunum, sum Elspa Mørkøre svam seg til um vikuskiftið. Tiltrongt ættarliðsskifti Í dag er tað kanska prent­ smiðjuvirksemið, sum Jon nýtir mestu orkuna til. Men hann fylgir framvegis væl við í føroyska svimjiheiminum. Og hann ivast ikki, tá vit biðja hann seta orð á avrikini, sum Elspa stóð fyri um vikuskiftið. - Fyrst og fremst, so er talan her um so nógv tað besta NJM, sum føroysk svimjing nakran tíð hevur havt. Eitt er, at Elspa vinnur silvur. Eitt avrik, sum er ótrúliga flott. Og sum er tað besta, síðani Bogi Lenvig vann bronsu í NJM í 1988. Men tú skalt eisini hugsa um hini úrslitini. Elspa er sjálv mitt í feltinum í fleiri kappingum, og Jutta svimur seg til til fimta pláss. Vanliga hava føroysku svimjarar verið væl aftastir í norðurlendskum høpi, so eg haldi veruliga, at hetta er nakað at tosa um, heldur hann. - Og tað bendir eisini á, at vit loksins eru um at síggja eitt ættarliðsskifti í føroyskari svimjing. Eitt ættarliðsskifti, sum vit hava bíðað eftir síðani miðskeiðis í 90’unum. Tað hevur so eisini við sær, at vit nú síggja eitt ættarlið, sum ikki tykist hava stórvegis respekt fyri teimum metum, sum eru sett undan teimum. Hesi hava nýggj mál og nýggj met at hugsa um, og tað er kanska tað besta í øllum hesum, heldur Jon Hestoy. Og so leggur hann afturat, at tað er neyðugt við stórum málum. - Við allari virðing fyri Oyggjaleikunum, so mugu vit koma til eina støðu, har svimjarar ikki bara hava sum mál at kappast á Oyggjaleikum annað hvørt ár. Vit skulu máta úrslitini út frá tí, sum tey veruliga eru. Og eitt silvur á NJM er altso nakað nógv meira, enn eitt gullmerki er á Oyggjaleikunum, staðfestir hann. Til sammetinginar kunnu vit í hesum sambandi siga, at vinnaratíðin á 50 metra rygg á Oyggjaleikunum var 31,26 sekund mótvegis teimum 30,53 sekundunum, sum Elspa svam teinin upp á um vikuskiftið. Tað ferðina svam ein hálvskadd Elspa Mørkøre teinin í 31,52 sekund. Rósur til smærru feløgini Eitt annað, sum Jon Hestoy bítur merki í, er tann sann­ roynd, at tað í dag eru tey smærru feløgini, sum lyfta svimjiítróttina mest. - Eg haldi tað vera sera flott av hesum smáu fel­ øg­unum, at tey megna at uppala teir svimjarar, sum tey gera í løtuni. Í Fuglafirði, á Tvøroyri og í Vági hava tey lagt sera nógv fyri í drúgt tíðarskeið. Tey hava eisini sera góðar venjarar í Petur Heðin á Fløtti og Jón Bjarnason, og tað er stuttligt at síggja, at tað góða arbeiðið, sum hesir gera, nú eisini gevur úrslit. - Og tað er sera áhugavert, at síggja tendensin, sum hevur verið í Eysturoynni seinnu árini. Feløgini gera hvør í sínum lagi eitt gott arbeiði, men so hevur tú eisini eina miðsavnan, soleiðis at bestu svimjararnir tykjast leita sær til Fuglafjarðar. Nakað sum avgjørt er gevandi. Tí hóast svimjingin ofta verður mett sum einstaklingagrein, so er tað av alstórum t‡dningi fyri menningina av einstaka svimjaranum, at hesin eisini hevur sterkar liðfelagar at venja saman við. Tú skalt í øllum føurm leita sera væl, um tú skalt finna ein góðan svimjara, sum er komin á toppin við at venja fyri seg sjálvan. Neyðugt við elitumenning Eitt er, at Elspa í dag - sum 14 ára gomul - má roknast sum eitt tað størsta talentið, sum føroysk svimjing hevur havt í nógv ár. Men talent í sjálvum sær er sjáldan nóg mikið. Skalt tú vinna teg fram, er eisini neyðugt við knallharðari venjing hvønn tann einasta dag. Og í hesum sóknast Jon Hestoy eftir eini skipan, sum kann skapa karmarnar hjá føroyskum ítróttarfólkum at menna seg enn meira. - Tað er einki at ivast í, at Elspa hevur nakrar framúr eginleikar. Hartil tykist hon eisini at vera passaliga líkaglað við tey met, sum onnur hava sett. Hon setir síni egnu mál, og at hon á vegnum hevur sligið flestu føroysku metini, er so bara ein partur av hesum. Men hvussu langt kann hon røkka? - Hon kann koma heilt langt. Men tað krevur sam­stundis, at hon eisini fær tær umstøður, sum kappingarneytarnir í grannalondum okkara hava. Umstøður, sum gera tað gjørligt at venja 4-6 tímar hvønn tann einasta dag. Tað ljóðar sum harður kostur? - Tað er tað eisini. Og tí er alneyðugt, at vit onkursvegna fáa skapt eitt umhvørvi, har tað miðvíst verður satsað upp á talentini í føroyskari ítrótt. Uttanlands sært tú, at ung elitu- ítróttarfólk hava møguleika at taka miðnámsútbúgvingar yvir eini 4-5 ár, soleiðis at tey hava møguleika at n‡ta nógva tíð til venjingar. Samstundis fáa tey eisini fíggjarligan stuðul. Alt við tí fyri eyga at geva teimum umstøður at gera sum mest við ítróttin. - Og tað er ein skipan, sum vit ikki hava í Føroyum. Framá Føroyar varð í sínari tíð sett á stovn, men í nógvar mátar gjørdist spjaðingin har ov stór. Vilt tú við hesum siga, at vit skulu tora at taka elituna burturúr? - Ja. Tað ræður snøgt sagt um at velja tey absolutt bestu burturúr. Og síðani at geva hesum umstøður, soleiðis at tey veruliga kunnu satsa upp á ítróttina. Vilja tey ikki tað, so fella tey av sær sjálvum úr skipanini, og so er einki mist kortini, heldur Jon Hestoy at enda. Henrik var heilt rørdur Frá Sosialinum fekk Henrik hesa tekningina. Kanska óneyðugt at siga, hvør listamaðurin er Vit mugu tora at velja elituna Frá FSF fekk Henrik ein vakran málning av Zacharias Heinesen. Motivið var Sørvágsfjørður, og tað var nakað, sum Henrik alt fyri eitt kendi aftur Mynd: Álvur Haraldsen