mánadagur 5. desember 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 233 - 5. desember 2005
Kyndil er enn tvey
stig undan næstu
liðunum, nú bara
eitt umfar er eftir av
grundspælinum
Atlantic Airwyas-
kappingin
Jákup Mørk
Hesum
syrgdu
teir
grønu sjálvir fyri, tá teir
sunnudagin spældu næstu
grannauppgerðina á árinum
móti Neistanum.
Og lat tað verða sagt alt
fyri eitt, at spenningurin und
an grannauppgerðini mangan
hevur verið størri, enn hann
var tað hesaferð. Meðan
Kyndil - sum vant - ger um
seg frammi í oddinum, so
hevur Neistin aftur í ár eitt
av sínum lakaru kappingar
árum.
Fyrstu lítlu løtuna
av dystinum vóru teir bláu
annars væl við, men eftir
einum korterið kom munurin
veruliga til sjóndar. Uttan at
teir veruliga spílaðu seg út,
dróg Kyndil stútt og støðugt
frá teimum bláu, sum ikki
megnaðu at gera stórvegis
mótstøðu í so máta.
Eftir steðgin var gongdin
tann sama. Kyndil hevði
fult tamarhald á tí mesta,
sum gekk fyri seg. Kanska
eisini tí bláu grannarnir als
ikki toktust trúgva uppá, at
uppgávan kundi greiðast.
Stigatalvan tosar eisini sítt
týðiliga mál í so máta. Har er
Kyndil ovasta liðið eftir eitt
grundspæl, har liðið fyri tað
mesta hevur sýnt klassan.
Sama klassa hevur Neistin á
ongan hátt sýnt. Verður sæð
burtur frá fyrsta dystinum
móti einum illa uppløgdum
StÍF-liði, so hevur liðið
eisini drigið púrasta svart.
Ein støða, sum helst eisini
stendur við í endaspælinum,
um ikki annað skinn veðrur
tikið um bak.
Oddadysturin í
Klaksvík endaði
við greiðum sigri
til útiliðið úr Vest
manna, sum harvið
hevur tikið leiðsluna
í fremstu deildini nú
fýra umfør eru telvd.
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Undan dystinum leygardagin
í Klaksík vóru havnarmenn
og vestmenningar fremstir,
meðan klaksvíkingar vóru
beint í hølunum, hálvt stig
aftanfyri. Klaksvíkingar
manglaðu eins og vestmenn
ingar fasta mannin á 2.
borði og lagt var tí upp til
ein javnan dyst.
Ikki gekk so long tíð
til vestmenningar høvdu
vunnið seg fram á eina 2-0
leiðslu. Samson Højgaard
vann á Willa Olsen. Talvið
var fløkt og eitt skifti sá tað
svart út hjá Samsoni, men
hann reið ódnuna av sær og
vann loksins.
Jákup á Rógvi Andreasen
mannaði 4. borð hjá vest
menningum leygardagin.
Hann kom væl frá fyrsta
dysti sínum í 1. deild í ár,
tá hann vann á Rana Bald
ursson.
Uppgerðin á 3. borði
endaði við sigri til heima
mannin Tummas Martin
Sólsker. Tað var líkt til, at
Sjúrður Thorsteinsson var
komin fyri seg tá hann í helst
javnari støðu leikti óneyvt.
Tummas Martin hálaði stig
ið inn.
John Rødgaard vann í
eyðkendum stíli á Ólavi
Simonsen. John, sum hevði
hvíta fólkið, var ikki bangin
fyri at fara í eitt rættiliga
javnt endatalv. Spakuliga og
effektivt kroysti hann Ólav í
eitt horn.
Mangan skilir tú ikki
hvussu tú hevur tapt slík
jøvn talv. Fleiri av okkum
hava upplivað júst somu
lagnu - tá vit hava telvað
ímóti Rødgaard - sum Ólavur
leygardagin. Helst liggur
svarið í djúpd, fínteknikki og
royndunum hjá Rødgaard.
3-1 til vestmenningar.
Úrslitið svíðir ivaleyst hjá
klaksvíkingum, tí teir hava
neyvan ráð til stórtap. Longu
nú hava teir tapt tveir dystir
og kravið hjá klaksvíkingum
er ikki at tapa fleiri dystir,
um teir skulu verða føroya
meistarar.
Vestmenningar hinvegin
halda fram við støðugum
góðum úrslitum. Teir hava
vunnið tríggjar dystir og
leikt ein javnan, móti havn
armonnum í 3. umfari.
Hvalvíkingar úr
botninum
Heldur óvæntað vóru hval
víkingar aftastir áðrenn
fjórða umfar. Men við 3-1
sigrinum móti miðliðnum úr
Kollafirði, er vend komin í.
Talvini á ovastu tveimum
borðunum endaðu við javn
leiki. Haldur Suni Johansen
er komin í gongd eftir tvey
tap í fyrstu umførunum. Á
seinasta leikdegi leikti hann
ein góðan javnleik móti Ólavi
Simonsen og leygardagin
fekk hann ein kærkomnan
javnleik móti Hans Kristiani
Simonsen.
Finnbjørn
Zachariassen og Torbjørn
Thomsen leiktu somuleiðis
javnt. Finnbjørn er umsíður
komin á stigatalvuna.
Martin Brekká vann á
bróður Torbjørns, Bernhardi
Thomsen og Gunnar Joen
sen vann á Karl Louis Johan
sen.
Ein frálíkur sigur til royndu
menninar úr Hvalvík. Við
úrslitinum leygardagin hava
hvalvíkingar og kollfirðingar
eins nógv stig, 6,5.
Útsettur dystur
Havnarmenn og klaksvíking
ar (KTF2) hava útsett teirra
dyst til komandi vikuskifti.
Havnarmenn eru hálvtfjórða
stig aftanfyri vestmenningar,
men kunnu við stórsigri á
veteranunum á KTF2-liðnum
taka oddaliðið aftur.
Lagt verður til brots aftur
eftir nýggjár. Fimta umfar
verður telvað 8. januar.
FIDE World Cup
Upprunaliga ætlaði talv
samgongan FIDE at finna
nýggjan heimsmeistara í
HM-kappingini, sum verð
ur telvað í hesum døgum í
Khanty Mansyisk í Russlandi.
Men tað er nú broytt til, at teir
fremstu fýra telvararnir sleppa
at royna seg ímóti teimum
fýra fremstu frá herfyri leiktu
HM-kappingini í San Luis,
Argentina: Veselin Topalov,
Peter Svidler, Viswanathan
Anand og Alexander Moro
zevich.
Telvað verður eftir Knock-
Out skipanini í Masyisk. Tr‡
umfør er telvd og nevnast
kann, at hægstseedaði Vassily
Ivanchuk tapti 1,5-0,5 í 2.
umfari móti sekundantinum
hjá
heimsmeistaranum
Topalov, Ivan Cheparinov.
Hesin sami Cheparinov
mátti út í kviktalvsumdyst
móti Magnus Carlsen, tá
dystur teirra endaði 1-1.
Umdysturin varð leikur
mánadagin eftir evstamark.
Mánadagin verður farið
undir áttandadeilsfinalurnar.
Kyndil-Neistin 31-23 (16-11):
Oddaliðið
heldur
skansanum
Karl Oddmar hevur her fatur á fleiri
mótstøðumonnum, men samanlagt
munaði hetta tó lítið, tá Kyndil vann
tryggan sigur á Neistanum
Mynd: Álvur Haraldsen
Kyndil-Neistin 31-23 (16-11)
Málskjúttar
Kyndil: Josef Abrahamsen 7(1), Marius Joensen 7,
Rókur Akralíð 5, Høgni Klein 5(3), Hans Áki Dal-Christ
ansen 3, Janus Einar Sørensen 2, Ken Zachariassen 1(1),
Hjalti M. Jacobsen 1
Neistin: Áki Mørk 9(2), Blagoje Buha 6, Tróndur Krage
steen 4, Dann Thorleifsson 2, Bogi Berg 1, Karl Oddmar
Rasmussen 1
Brotskøst: Kyndil 6, Neistin 3
Útvísingar: Kyndil 2, Neistin 4
Dómarar: Petur S. Dahl & Hallur Danielsen
FAKTA UM DYSTIN
Vestmanna á odda
Talvúrslit og -støður
1. deild - 4. umfar
Klaksvík 1 - Vestmanna
1-3
Ólavur Simonse - John Rødgaard
0-1
Wille Olsen - Samson Højgaard
0-1
Tummas M. Sólsker - Sjúrður Thorsteinsson
1-0
Rani Baldusson - Jákup á R. Andreasen
0-1
Kollafjørður - Hvalvík
1-3
Hans Kristian Simonsen - Haldur Suni Johansen 0,5-0,5
Torbjørn Thomsen - Finnbjørn Zachrs.
0,5-0,5
Bernhard Thomsen - Martin Brekká
0-1
Karl L. Johansen - Gunnar Joense
0-1
Støðan
Vestmanna
10,5
Klaksvík 1
8,0
Havnin
7,5
Hvalvík
6,5
Kollafjørður
6,5
Klaksvík 2
5,0