mánadagur 5. desember 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 5. desember 2005
23
Tjaldur-VB 29-35
(7-19):
Málveitsla
í Runavík
VB avgjørdi alt
fyri steðgin, tá
tær saman við
Tjaldri hildu
sanna málveitslu í
Runavík
Sunset-kappingin
Jákup Mørk
VB syrgdi fyri, at talan
varð um fulla úrtøku
hetta vikuskiftið, tá tað
eisini eydnaðist at fáa øll
stigini við sær úr Runavík
sunnudagin.
Einki er at taka seg aftur
í, at talan á pappírinum
mest
sum
var
um
avgreiðsluspurning, og
serliga fyri steðgin var
hetta eisini sjónligt. VB
sat á mest sum øllum, og
fáu áskoðararnir í høllini
mundu einamest hugsa
um, hvussu stórur sigurin
skuldi verða.
Eftir steðgin gekk tó
ikki heilt so væl. Sigurin
var longu púrasta vísur,
og tí kundu meistararnir
eisini taka sær meira av
løttum. Tjaldur slapp
eisini somikið væl við í
dystin, at tær fingu minkað
nakað um munin.
Men framvegis var
tað VB, sum hevði væl
fleiri mál á talvuni,
tá dómararnir høvdu
bríkslað fyri seinastu
ferð, og so eru tær aftur
av álvara heilt nær
oddaliðunum báðum.
Dysturin í tølum
Tjaldur-VB 29-35
(7-19)
Málskjúttar
Tjaldur: Maya Hecimovic
11(2), Beinta Joensen
10, Elinbjørg Hammer
3, Mona Langgaard 3,
Jasmon Devovic 2
VB: Daiva Toumaite
15(1), Christina Holm
8, Svava Vestergaard
6, Laila Jespersen 3,
Asta Armonaviciute 1,
Margreth Augustinussen
1, Miriam Michelsen 1
Brotskøst: Tjaldur 2,
VB 1
Útvísingar: Tjaldur 3,
VB 1
Dómarar: Kartin Joensen
& Kristian Joensen
Hoyvíkingar megnaðu
at halda dampinum
allan dystin, og fingu
soleiðis tvey sera
týðandi stig í stríðnum
um at gerast nummar
tvey í grundspælinum
Atlantic Airways-
kappingin
Jákup Mørk
Eftir at teir seinasta umfar bast
Kyndli, skuldu vestmenningar
sunnudagin av álvara skræða
seg leysar í stríðnum um næst
ovasta plássið í grundspælinum
hjá monnum.
Tað stóð tó greitt, at talan
skudli verða um trupla upp
gávu. H71 hevur alt árið
verið væl fyri, og tó at teir eitt
skifti tóktist missa stevið, so
fótaðu teir sær við sigrinum
á StÍF fyri tveimum vikum
síðani.
Tróndur og Piti
Og tað eydnaðist eisini
hesa ferð hjá H71 at taka
bæði stigini.
Talan var frá byrjan um
eina rættiliga ferðmikal upp
gerð, har kropsligi parturin
av spælinum fekk stóra
rúmd. Helst eisini tí báðum
liðunum dámar væl at halda
verjuna flata.
Fyri steðgin var tó leingi
líkt til, at VÍF hevðu munin.
Teir sluppu kanska ikki heilt
frá hoyvíkingunum, men
teir tóktust tó hava størri
yvirskotið í spælinum. Móti
endanum av fyrra hálvleiki
fingu gestirnir eisini togað
seg tvey mál framum, men
teir megnaðu tó ikki at halda
fast.
Eftir steðgin var gongdin
fyri tað nógva tann sama.
VÍF var kanska betra liðið,
men við stórspæli frá Tróndi
Vatnhamar og Piti Negru
megnaðu hoyvíkingarnir tó
at hanga í. Somikið væl, at
teir eisini megnaðu at seta
trumf á, tá hálvleikurin var
hálvrunnin. Fýra ferð á rað
sat bólturin í VÍF-meskunum
og tann munin megnaði VÍF
ongantíð at taka aftur. Heldur
ikki, hóast eftir eitt time-
out rættiliga fingu skil upp
á verjuna. Munurin upp til
hovyíkingarnar var í størra
lagi, og móti endanum varð
hetta eisini satðfest.
Kunnu røkka
oddinum
Við sigrinum staðfestu hoyvík
ingarnir, at tað nú eru teir, sum
skulu roknast sum fremstu
kappingarneytarnir hjá Kyndli.
Og tað er ikki óhugsandi, at
teir vinna seg ájavnt teimum
grønu, áðrenn grundspælið er
av. Fyrst og fremst, so krevur
tað tó, at talan verður um sigur,
tá H71 spælir móti KÍF næsta
vikuskifti.
Hjá VÍF var talan um lít
ið afturstig, nú teir annars
veruliga tóktust hava fótað
sær. Men samstundis leggur
tapið eisini stórt trýst á
meistararnar undan seinasta
dystinum í grundspælinum.
Munurin upp til Kyndil er
nú fimm stig, og hóast hann
minkar, tá farast skal undir
endaspælið, so eru ikki ráð
at geva stórt meira enn tað
sama burtur.
Úr 7-8 broyttist
støðan til 7-26, tá
Kyndil smokkaði
fullkomuliga saman í
grannauppgerðini
Sunset-kappingin
Jákup Mørk
Tey flestu høvdu roknað
við einum spennandi dysti,
tá kvinnuliðini hjá Kyndli
og Neistanum hittust sunnu
dagin.
Kyndil hevur staðið seg
rættiliga væl higartil í ár, og
tó at tær vóru skerdar, nú
Lina Andriulyta var sjúk, so
tóktust tær at hava eitt sera
gott tak á grannunum fyrstu
løtuna.
At Neista-liðið so eisini
varð skert longu fyri steðgin,
tá fyrst Annika Ljósstein
noyddist at gevast við brotnum
fingri, og Mildrið Jacobsen
síðani noyddist á sjúkrahúsið
við heilaskjálvta gjørdi ikki
fortreytirnar hjá teimum grønu
verri.
Mistu alt á gólvið
Men júst um saman mundi
fór av álvara at ganga skeiva
vegin hjá Kyndli. Seinastu
fimm minuttirnar fyri steðg
in megnaði Neistin at skræða
seg frá Kyndli, og tá Kyndil
so eftir steðgin skuldi vinna
hetta aftur, gekk heilt galið.
Snøgt sagt, so vildi
mest sum einki rigga hjá
teimum grønu. Neistin fekk
alt fyri eitt tvey-tr‡ skjót
mál, og so fall alt saman.
Í álopspartinum mest sum
kappaðust Kyndils-kvinn
urnar um at fremja mistøk,
sum náðisleyst vórðu revsað
av teimum bláu. Og tá tær
so loksins komu til nakrar
upplagdar møguleikar, stóð
Fríða Petersen sum ein liv
andi múrur fyri teimum.
Úrslitið av øllum hesum
varð, at Kyndil ikki kom
upp á 8 mál, fyrr enn góðir
19 minuttir vóru farnir
av seinna hálvleiki. Bert
níggju minuttir fyri steðgin
hevði støðan ananrs 7-8,
men eftir hesar 28 málleysu
minuttirnar, stóð ikki minni
enn 7-26 til Neistan, hvørs
smíl bara gjørdust størri og
størri.
Styrkisroynd
um 7 dagar
Við sigrinum fekk Neistin
enn einaferð staðfest, at tær
ætla sær at taka upp dystin
við Stjørnuna. Og hvørt tær
megna hetta, fæst at vita, tá
júst Stjørnan kemur á vitjan
næsta vikuskifti.
Kyndil skal hinvegin taka
sær annað skinn um bak, um
tær skulu gera sær nakrar
skreytir, tá tær væntandi eru
partur av FM-endaspælinum
í vár. Sjálvandi var saknur í
Linu hesaferð, men eitt slíkt
samanfall eigur ikki at koma
fyri hjá liði, sum tykist hava
ætlanir um at amast móti
oddinum í ársins útgávu av
Sunset-kappingini.
H71-VÍF 28-24 (13-13):
Ferðin var høg í Hoyvík
Talan var um sera tætta
og intensa uppgerð í
Hoyvíkarhøllini sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
H71-VÍF 28-24 (13-13)
Málskjúttar
H71: Piti Negru 9. Tróndur Vatnhamar 9(1), Jakob
Jónsson 4, Niels Viggo Niclassen 3, Johnny Durhuus
2, Ólavur Brimnes 1
Kyndil: Agnar Joensen 6, Regin Joensen 5, Harald Bjørgvin
3, Áki G. Olsen 3, Jákup S. Andreasen 3(2), Sámal Joensen
2, John Zachariassen 1, Sjúrður Poulsen 1
Brotskøst: H71 1, VÍF 2
Útvísingar: H71 2, VÍF 7
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr
FAKTA UM DYSTIN
Kyndil-Neistin 13-34 (7-11):
Kyndil fall
saman
Fyri tað nógva fekk Neistin sera gott rúm í Kyndils-verjuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Kyndil-Neistin 13-34 (7-11)
Málskjúttar
Kyndil: Hildur Høghamar 3, Jórun S. Ludvík 2(1),
Súsanna Petersen 2, Anja Heinadóttir 2, Ronja M.
Mikkelsen 2(2), Linda Weihe 1
Neistin: Unn Kragesteen 7(1), Ása á Neystabø 6(1),
Nicoleta Radu Hansen 6, Anna Clementsen 4, Rakul
Augustinussen 4(1), Annika Ljósstein 3, Gunnvá
Brockie 2, Kára á Dunga 1, Annika Thomsen 1
Brotskøst: Kyndil 3, Neistin 8
Útvísingar: Kyndil 2, Neistin 2
Dómarar: Petur S. Dahl & Hallur Danielsen
FAKTA UM DYSTIN