mánadagur 5. desember 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 233 - 5. desember 2005
Stjørnan-Søljan
29-22 (14-7):
Alt
avgjørt
fyri
steðgin
Stjørnan gjørdi
skjótt av, tá Søljan
vitjaði sunnudagin
Sunset-kappingin
Jákup Mørk
Eftir bara fyrsta korter
inum stóð longu 9-3 á
máltalvuni, og tá mundi
tað standa teimum flestu
greitt, hvønn vegin tað
bar.
Ikki tí, Stjørnan var stór
favorittur undan dystinum,
og tær lótu heldur ikki
nakran iva vera um hetta,
tá dysturin varð blástur
ígongd. Tær løgdu alt fyri
eitt sjógv ímillum liðini,
og eftir steðgin tóktist
talan veruliga verða um
stórsigur.
Eitt skifti vóru 12 mál
á muni, men seinastu løt
una roteraði heimaliðið
tó hampuliga nógv við
spælarunum, og so slapp
Søljan at pynta um.
Nerta
oddasessin
hjá Stjørnuni kundu
tær tó ikki. Har halda
klaksvíkskvinn urnar enn
fast um góðu støðuna.
Stóra styrkisroyndin í so
máta verður, tá tær um
eina viku skulu á vitjan
hjá Neistanum. Tað líkist
í verandi støðu einum
dysti, sum meira ella
minn i avgerð, hvat av lið
unum skal vera best fyri,
tá farið verður undir FM-
endaspælið.
Fakta um dystin
Stjørnan-Søljan 29-22
(14-7)
Málskjúttar
Stjørnan: Alina Olaru
8(1), Bára S. Klakstein
5, Una Olsen 5, Katarina
Stepanov 4(1), Ann a Krist
ina Samson 3, Louisa
Andreasen 3, Maria við
Neyst 1
Søljan: Heidi Maria
Akselsen 10(1), Fía
Selma
Nielsen
3,
Hertha Simonsen 2(1),
Arnleyg Haraldsen 2,
Louisa Niclasen 2, Irdi
Mikkelsen 1, Ingibjørg
Samuelsen (1), Petra
Thomassen 1(1)
Brotskøst: Stjørnan 3,
Søljan 7
Útvísingar: Stjørnan 3.
Søljan 4
Dómarar: Dánjal Samu
elsen & Heri Petersen
Eftir fyrsta
tapið í hesum
kapp ingarárinum
hevur Chelsea aftur
vent skútuni á rætta
kós. Spurningurin
er, um nakar kann
bjóða teimum av,
ella um dreingirnir
hjá Mourinho aftur
í ár fara at vísa
mótstøðuliðunum,
hvar skápið skal standa.
Størsti avbjóðarin
í løtuni man vera
Manchester United
Fótbóltur
Stefan í Skorini
Líkt er til at mynstrið frá í
fjør er við at endurtaka seg.
Chelsea fer skúmandi frá
øllum hinum liðunum, og
eingin hevur styrkina til at
taka dystin upp við London
felagið. Ein lítil vón birtist
tó hjá avbjóðarunum, tá
Manchester United megnaði
at basa teimum bláu fyri
nøkrum vikum síðani. Hetta
úrslitið var við til at seta eitt
sindur av spenn ingi í aftur ta
samlaðu kappingina.
Hóast tapið fyri United
var ein smeitur fyri Chelsea,
hevur tað ikki lagt grús í
væl smurda maskinaríið á
Stamford Bridge. Chelsea
hevur nevniliga vunn ið
allar tríggjar dystirnar síð
ani, og ilt er at fáa eyga á
veikleikarnar hjá liðnum.
Hini oddaliðini hava øll
meira ella minn i eyðsýndar
veikleikar á ávísum plássum,
og tað sæst eisini aftur á
úrslitunum.
Chelsea hevur aftur í ár
bestu verjuna í landinum, og
málini tróta heldur ikki, tí
Chelsea hevur skorað tíggju
mál fleiri enn tað liðið, ið
hevur skotið næstflest mál,
sum er Manchester United.
Harumframt eru flestu
avrikini hjá Chelsea rættiliga
sann førandi, og sjálvsálitið
lýsir av leikarunum.
United nærmasti
avbjóðari
Í løtuni man Manchester Uni
ted vera besta boð uppá ein
avbjóðara til Chelsea. Sigurin
á oddaliðnum fyri nøkrum
vikum síðani gav monn unum
hjá Ferguson eina trúgv uppá,
at tað ber til at koppa Chelsea
av ovastu rók.
United hevur vunn ið fýra
dystir á rað, og er tíggju stig
aftanfyri Chelsea. United
hevur tó ein dyst til góðar,
og tí kann munurin skerast
niður til bert sjey stig.
Heili seks umfør eru á
skránn i í Premier League
í desember, og tá hesin
mánaðurin er liðin, kunn u
vit óivað fáa eina greiðari
mynd av, um nakar kann
bjóða Chelsea av í stríðnum
um meistaraheitið, ella um
Abramovic endaliga hevur
sett seg á ensku trónuna.
Tað er umráðandi hjá
United, at tær stóru stjørnurnar
á liðnum so sum Rooney,
van Nistelrooy og Ferdinand
kunn u spæla upp til sítt besta
og bera liðið fram á mál.
Liverpool á aldukambi
Liverpool hevur nú vunn ið
seks landskappingardystir á
rað, og einki mál er komið
ígjøgnum hesar 540 min
uttirnar. Liverpool er tí beint
í hølunum á Manchester
United.
Spurningurin er tó, um
Liverpool hevur tær dygdir í
krevjast av einum avbjóðara
til ræðið hjá Chelsea. Hóp
urin er møguliga ikki nóg
breiður, og enn hevur eing
in málrevur givið seg til
kenn ar á Anfield, hóast Peter
Crouch fekk tvey mál hetta
vikuskiftið.
Venjarin Rafael Benitez
hevur í longri tíð leitað eftir
einum miðverjuleikara, ið
skal loysa Sami Hyypia av.
Fyrrverandi liðformaðurin
hjá Liverpool hevur sæð
betri dagar, og tíðin er kom
in at finn a ein nýggjan
verjuleikara, ið skal spæla
saman við Jamie Carragher
í miðverjuni.
Arsenal fekk skot
fyri bógvin
Arsenal, ið seinast gjørdist
meistari í 2004, tapti um
vikuskiftið á útivølli fyri
Bolton, og tað var ein
dyggur smeitur fyri Arsene
Wenger. Tapið hevur við
sær, at Arsenal er dottið
heilt niður á fimta pláss aft
anfyri arvafíggindarnar úr
Tottenham.
Wenger hevði sjálvandi
vónað, at Arsenal fór at
nærkast Chelsea, heldur enn
munurin skuldi økjast enn
meira. Serliga nú tá Thierry
Henry var vorðin klárur eftir
skaða, kundi ein trúð, at
Arsenal fór at taka dystin upp
í oddinum, men nú eru longu
fjúrtan stig upp til oddaliðið.
Hóast Arsenal hevur ein dyst
til góðar, kunn u vit ikki
vænta, at Arsenal kann gera
nakað við oddaliðið í hesum
kappingarárinum.
Missurin eftir Patrick
Vieira hevur verið stórur, og
venjarin hevur havt torført
við at fylla tómrúmið eftir
franska miðvallaran, ið
rýmdi til Juventus.
Chelsea á toppinum
Tað stutta av tí langa er,
at Chelsea hevur víst eins
ræðandi styrki, og teir
gjørdu síðsta kappingarár,
tá teir settu fleiri met í
Premier League. Serliga
Frank Lampard, ið stend ur
við stýrisvølin á miðvøll
inum, hevur víst avrik í
heimsflokki hetta kapping
arárið. Hann er eisini topp
skjútti í Premier League
við ellivu málum saman við
Ruud van Nistelrooy, og tað
er sera sjáldsamt fyri ein
miðvallarleikara.
Sostatt bendir einki í
løtuni á, at nakað av hin
um liðunum (kanska ser
liga Manchester United)
kunn u órógva Chelsea, ið
stevnir beint ímóti øðrum
meistaraheitinum á rað.
Fyri spenn ingin kunn u vit
tó vóna, at onkur fer at geva
Chelsea harðari kapping enn
síðsta kappingarár.
Úrslit, Premier League
Leygardagin
Liverpool-Wigan
3-0
Blackburn- Everton
0-2
Bolton- Arsenal
2-0
Chelsea-Middlesbrough
1-0
Newcastle-Aston Villa
1-1
Tottenham-Sunderland
3-2
WBA-Fulham
0-0
Manchester Utd-Portsmouth
3-0
Sunnudagin
Charlton- Manchester City
2-5
Hvør kann bjóða Chelsea av?
Mark Schwartzer megnar ikki at halda bóltinum uttan fyri málstrikuni, og so kunnu John Terry og hinir hjá Chelsea fegnast um enn ein sigur
Mynd: Reuters