Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-05, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Partur 3: Jólamaðurin er nú komin so langt oman, at hann nú sær alla bygdina framman fyri sær. - Hetta er ein góð bygd, mutlar hann fyri sær sjálv­ um. - Og so skikka tey sær eisini so mikið væl, at eg altíð havi fullan posa av gávum. Hann er nú komin til ein hamara og roynir at finna sær okkurt stað, har hann tryggur kann fara niður. Hann gongur fram við – jú har er eitt stað. Hann tekur enn fastari um posan og fer spakuliga at sleppa sær av hamarnum. Men tá hann er komin hálva leið niður, missur hann fótafestið, og í leysari luft fer hann sendandi niður av. Tjuffff sigur tað, tá hann við høvdinum fyrst borar seg niður í tjúkka kavan. Bæði høvdið og búkurin eru undir í kava, men beinini koma undan. Hann royndir at sprakla seg leysan, og tá ein lítil løta er farin, er hann endiliga á fótum aftur. - Uha, hatta var ein ordans flogtúrur, hugsar hann fyri sær sjálvan, meðan hann bustar kavan av sær. - Hatta kundi enda verri. Í býnum gongur ongan veg. Pall­urin, sum Jógvan og Erling eru í ferð við at seta upp, er ikki meira enn hálv­ liðugur. - ERLIIINNNGG!!! Kanst tú ikki taka teg saman? Tú ert óbrúkuligur. Eg skuldi ongantíð biðið teg hjálpt mær, rópar Jógvan Yvir­politi­ meistari. - Jú men eg geri alt tað, tú biður meg gera, svarar Erling aftur. - Tað er einki við tað at gera Erling, tú arbeiðir so SEINT. Um eg gjørdi líka seint av sum tú, so hevði pallurin ikki verið liðugur, tá jólamaðurin kemur – skilur tú tað? - Ja ja, eg skilji, og eg skal royna at arbeiða líka skjótt sum tú – sjálvt um eg ikki haldi, at tú arbeiðir serliga skjótt, svarar Erling djarvur aftur. Nú er Jógvan ordiliga óður. - Brúkar tú munn? Veitst tú ikki, hvør tað er, sum be­stemm­ar í hes­ari bygd? Tað eri eg, sum eri yvir­politi­ meistari, og tú skalt ikki brúka munn móti mær, men gera tað sum eg biði teg gera, hevur tú skilt tað? - Jú jú, eg skal gera tað, tú sigur. Men nýtist tær altíð at verða so óður? spyr Erling. - Eg tími ikki at tosa við teg Erling – tú ert og kemur altíð at verða ein ónytta. Hvussu tú nakrantíð ert bliv­ in politistur, tað má bara Gud vita. Trølla Pætur er nú liðugur at eta pannukøkur og heldur á fram at klippa jólapynt. Trølla Omman setir seg hjá honum og leggur honum lag á. Hon klippir ein jólamann út, og við nógvari ferð leggur hon lit á hann. - Hygg Trølla Pætur, so­leið­ is skal ein jólamaður síggja út. - Omma, tú hevur misskilt okkurt. Jólamenn eru ikki í gul­um, bláum og grønum klæð­­um – teir eru í reyðum klæð­um. - Góði Trølla Pætur. Hví skulu allir jólamenn verða í reyðum klæðum? Hevði tað ikki verið keðiligt, um øll fólk og øll trøll gingu í klæðum sum høvdu sama lit? - Jú, men jólamenn hava altíð verið í reyðum klæð­ um. - Tað er rætt, sum tú sigur, men lat okkum nú gera jóla­ pyntið eitt sindur øðrvísi í ár. Lat okkum brúka allar litir­nir, sum tú eigur. Ja, lat okkum gera gular, grønar, bláar, brúnar, svartar og hvít­ ar jólamenn. - Tú ert ein løgin omma, sigur Trølla Pætur. Men lat okk­um gera jólapynt í øllum ælaboga litum, so sleppi eg at brúka allar mínar lit­ pennar. Inni í skúrinum, sum Stampi og Anthonio halda til í, er hýrurin enn sera ringur. Teir eru bæði svangir og kaldir. - Stampi, er jólamaðurin til? - Ert tú býttur ella hvat? Eingin jólamaður eru til. Tað eru bara onkur maður, sum letur seg í jólamannaklæðir. Tú mást ikki trúgva upp á jólamannin, svarar Stampi. Anthonio hyggur so um­hugsin upp á Stampa.’ - Eg haldi, at jólamaðurin er til, tí einaferð, tá eg var lítil, tá sá eg ein jólamann koma inn í kamarið hjá mær, og hann fylti hosuna hjá mær við góðgæti. - Um tú vilt trúgva upp á jólamannin – ger so væl. Eg trúgvi ikki uppá, at hann er til, og so tími eg ikki at tosa um jólamannin meira, svarar Stampi sera avgjørdur. Puntur 3 til jólakalendaran Puntur 4 til jólakalendaran Puntur 5 til jólakalendaran Jólini í Hvannadali