Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-05, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 233 - 5. desember 2005 Hóast tað eru sjey ár síðan Jólafløgan hjá Jákupi Zachariassen og 3’aranum kom út, selur fløgan enn væl hvørji jól, og í ár er einki undantak. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Jólafløgan er uttan iva størsta jóla­tónleiksframleiðsla í Før­ oy­um nakran­tíð. Tón­leik­urin er spæld­ur inn í USA av ameri­ kanskum studiotónleikarum. Tríggir ymiskir framleiðarar hava lagt løgini til rættis, Jákup Zachariasssen hevur lagt ein triðing til rættis, Reg­ in Guttesen ein triðing og Finnur Hansen ein triðing. Hetta var gjørt fyri at gera fløg­una meira fjøllbroytta. Teir tríggir framleiðararnir og bassleikarin Jan Zacha­ rias­sen fóru til USA at gera upp­­tøkurnar, Jákup Zacha­ riassen minnist hetta sum eina rætti­liga løgna upp­ living - at spæla jóla­tón­leik inn í einum upptøkuhøli og so fara heim á gistingar­ húsið og í 40 hita­stigum svimja í svimjihylinum. Tað var also ikki serliga jólaligt, sigur Jákup. Løgini á fløguni eru eitt bland av nýggjum og gomlum løgum. Løgini eru sungin av nøkrum av kendastu og bestu sangrødd unum innan bæði verðsligan og kristnan tónleik. Har er Teitur, Rúna & Ronnie, Kim, Terji, Heini, Margit & Linda og nógv onn­ ur. Síðan fløgan kom út í 1998 eru fleri enn 3000 ein­ tøk seld, og enn eru eingi tek­ in um, at fløgan fer at halda upp­at við at selja. Jákup Zachariassen var stig­takari til fløguna. Hug­ skot­ið var hansara og hann sam­skipaði upptøkurnar. Hetta var ein sera kostn­aðar­ mikil útgáva, og tí kom 3’arin við í verkætlanina og gjørdi hana møguliga. Jákup Zachariassen heldur, at orsøkin til, at fløgan enn selur, er høga góðskan. Fløg­ an er væl spæld, og væl fram­leidd og kanska mest týdn­ ingmikið, so er talan um góð løg. Hetta var jú ein tann størsta fløguverkætlanin í nógv ár, sigur Jákup. Jólafløgan selur stútt ...alt ber til Eva Solo Cafè Solo kaffibryggjari. Bara 398,00 Frímerkjadeildin . FO-159 Tórshavn . www.stamps.fo . filateli@postur.fo G á v uh ugs kot F æ st á po sth úsin um Frímerkjaárbókin 2005 - ein góð jólagáva. Í bókini eru øll frímerki, ið givin eru út í ár, umframt myndir og útgreinandi tekstir til hvørja útgávu. Prísur: 285,00 kr.