mánadagur 5. desember 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 5. desember 2005
39
Atlantic Airways
skipa í ár á fyrsta
sinni fyri einum
jólakalendara á
heimasíðuni www.
atlantic.fo
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Jólakalendarar
valdast,
nakrir hava eitt sjokolátapetti
innan fyri lúkuna, aðrir hava
eina fitta mynd, ið kanska
hoyrir til onkra søgu. Men
so eru uppaftur aðrir, ið
eru fyri tey vaksnu. Danska
tipstænastan hevur t.d. ein
skava og vinn kalendara.
Men eisini í Føroyum ber til
at vinna í einum jólakalend
ara. Aftan fyri hvørja lúku á
jólakalendaranum hjá Atlantic
Airways liggur møguleikin at
vinna ein Semiflex ferðaseðil
fram og aftur á einum av
leiðunum hjá føroyska flogfe
lagnum. Kalendarin liggur á
føroysku útgávuni av www.
atlantic.fo.
Jólakalendarin er skipaður
sum
ein
spurnarkapping,
har ein spurningur verður at
svara hvønn dag. Svarar tú
rætt, ert tú við í lutakastinum
um ferðaseðilin. Tað eru limir
í Club Atlantic, ið kunnu lut
taka í jólakappingini. Ert tú ikki
limur frammanundan, verður
tú sjálvvirkandi og ókeypis
innlimaður, tá ið tú lutteku.
Maria Samson Lamhauge
av sølu- og marknaðardeild
ini fekk hugskotið til jóla
kalendaran og hevur ment
hugskotið,
skrivað
spurn
ingar o.a.. Sansir hevur gjørt
tøkniliga og grafiska partin av
jólakalendaranum.
Ætlanin við jólakalendaran
um er sjálvandi at fáa fleiri
limir til Club Atlantic, men
sambært Mariu Samson Lam
hauge er hetta eisini fyri at
skapa eitt sindur av jólahýri,
á teirra alsamt betur vitjaðu
heimasíðu.
Maria sigur, at tey hava
valt at skriva spurningar um
ymiskt, ið stendur á heima
síðuni, soleiðis at øll kunnu
vera við.
Jólakalendarin liggur einans
á føroyska partinum av www.
atlantic.fo, men hetta er sam
bært Mariu ikki ein roynd at
gera mismun á viðskiftafólki.
Ætlanin var at hava kalendarin
á báðum síðum. Men tíanverri
liggja tíðindastubbarnir og
hitt tilfarið har spurningarnir
eru skrivaðir burturúr einans
á føroysku síðuni. Men Maria
vónar, at tey næsta ár eisini
kunnu hava donsku viðskifta
fólkini við.
Aftan fyri lúkuna liggur ein ferðaseðil
ÓxäÊ